hósdagur 19. september 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
10
TEMA: Myndlistaspírar
Listin snýr seg
um kenslur
Kvinnan er miðdepil í
listinini hjá 25 ára gomlu
Lauru Gunnváardóttir,
sum er úr Havn. Hon
meinar, at tað er
nepotisma í føroyska
listaheiminum, sum
avmarkar møguleikarnar
hjá nýggjum listafólkum
at koma framat
Nær og hvussu byrjaði
tú at fáast við list?
Fyri meg hevur áhugin altíð verið har. Tað
byrjaði allarhelst sum ein trongd eftir at
úttrykkja, hvat gekk fyri seg innanfyri,
og er tað enn soleiðis eg arbeiði. So vítt,
sum eg minnist, var tað altíð ein dreymur
at verða listafólk, men avgerðin varð av
álvara tikin, tá eg var um 13-14 ára gomul.
Hvussu vilt tú lýsa tína list?
Eg havi tendens til at hoppa eitt sindur
aftur og fram í teknikki. Eg havi langt
um leingi góðtikið, at tað at vera listafólk
inniber eina æviga menning. Eg haldi
tó, at eg við vissu kann plasera meg
innanfyri tað ekspressionistiska. Listin
handlar um kenslur - um hvat gongur fyri
seg aftanfyri dyrnar. Av og á verður hon
myrk og ræðandi, og aðrar tíðir er hon
bleyt og heit.
Er tað nakað serligt, tú plagar at
leggja teg eftir í tínum verkum?
Kvinnan er fyri tað mesta miðdepil í listin
hjá mær. Hetta er nokk aftur tí, at tað
fyri tað mesta handlar um mínar egnu
upplivingar og kenslur. Eg fái avgjørt
íblástur úr føroysku náttúruni. Litirnir,
sum eg brúki, eru oftast kaldir, blátt, grátt
og grønt.
Hvussu eru umstøðurnar
hjá ungum myndlistafólki
í Føroyum?
Í Føroyum hava vit hópin av sera
dugnaligum og evnaríkum listafólki,
sum flest øll vóna at sleppa framat. Við
so nógvum, sum kappast um t.d. fígging,
kann tað tykjast næstan ógjørligt. Við
fyrivarni fyri at ljóða eitt sindur bittur, so
meini eg, at tað er heilt nógv nepotisma
innanfyri føroyska listaheimin. Tað
eru tey somu listafólkini, ið fáa fígging
til verkætlanir, og tað eru tey somu
listafólkini, sum vera boðin at koma til
tiltøk. Ofta kann tað eisini tykjast sum,
at ein sleppur ikki framat uttan rætta
ummælið frá rætta ummælara.
Fyri at koma inn á tað positiva
aftur, so kann just hesin vinar- og
kenningarpolitikkurin vera ein heilt stór
hjálp til at sleppa framat at gera nakrar
verkætlanir, sum ein annars ongantíð
hevði sloppið.
Hvørjar eru framtíðarætlanirnar
hjá tær sum listafólk?
Júst nú havi eg stovnað mær eitt
málaravirki. Hetta er ein roynd hjá mær
at bjóða eina tænastu, sum er eitt sindur
meira enn tann vanligi málarin. Annað
enn tað so skal eg til at gera prent av
ymsum verkum hjá mær. Eg ætli mær
at hava fleiri framsýningar og havi
ymsar størri verkætlanir, sum eg skal í
gongd við. Sum heild er tað, vónandi, ein
spennandi tíð fyri framman!
Eg royni at vísa
á vitloysið í
samfelagnum
Hvussu fær mann tað
dapra, apokalyptiska og
humoristiska at ganga
upp í eina hægri eind?
Tað roynir 28 ára gamli
Vagnur Dam úr Svínáum
í øllum førum við sínum
originalu myndum.
Vagnur býr í dag í norska
høvuðsstaðnum, har hann
gongur á 3. bachelorári á
Kunstakademinum í Oslo
Nær og hvussu byrjaði
tú at fáast við list?
Eg teknaði nógv sum barn og helt á,
tá tey flestu vóru givin at tekna. Abbi
málaði naturalistisk landsløg, so eg rokni
við, at tað er tað fyrsta, eg havi sæð av
málningalist.
Hvussu vilt tú lýsa tína list?
Eg byrjaði við at mála føroysk landsløg
við vøkrum litum. Nú er tað meira brúnt
og grátt. Myndaevnið er blivið meira
dapurt og apokalyptiskt. Niðurhøgd trø
og "órørd" landsløg. Fyrr trúði eg uppá, at
menniskjað var tað týdningarmesta, men
tað er skilligt, at tað er tað ikki. Fyri at alt
ikki skal blíva ov dapurt, geri eg ymiskt
annað, td. linoleumsskurðar av íkornum
og súreplum í bjørtum litum, og daman
hevur lært meg at veva á bandvev! So tað
er eitt sindur tvíbýtt millum tað dapra og
á hinari síðuni hysteriskar litir.
Er tað nakað serligt, tú plagar at
leggja teg eftir í tínum verkum?
Eg havi í nøkur ár arbeitt við menniskjans
misgerningum. Tað tykist, sum at alt, sum
menniskjað sær, skal gagnnýtast (les:
leggjast í oyði) fyri pengar. Eg royni, so gott
eg kann, at vísa á vitloysið, sum fer fram
orsakað av einum samfelagsstrukturi,
har alt snýr seg um vøkstur, við humor,
myrkum litum og viðhvørt Warhol-litum.
Hvussu eru umstøðurnar
hjá ungum myndlistafólki
í Føroyum?
Eg havi ikki búð í Føroyum í nøkur ár, so
eg veit ikki, um eg havi nakað gott svar.
Hvørjar eru framtíðarætlanirnar
hjá tær sum listafólk?
Ætlanin er at kunna liva av list uttan
at skula forvinna mær milliardir og
ferðast heimin runt. Flyta út í ein skóg
ella okkurt tílíkt.
Vagnur Dam:
Hitt teir ungu myndlistaspírarnar
Laura Gunnváardóttir: