Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 108 11 Havnin skal vera litfagrasti høvuðsstaðurin í Norðurlondum 25 ára gamla Ása Helena Brynjarsdóttir er ein av teimum fáu í Føroyum, sum ger gøtulist. Hon hevur ein dreym um at sleppa at vera við til at skapa býarmyndina í Havn, har hon býr, við sínum hugflogi Nær og hvussu byrjaði tú at fáast við list? - Eg trúgvi ikki, eg byrjaði at arbeiða við list - eg gavst bara ikki við tí. Íblásturin kom kanska serliga úr einari støðu av einsemi. Eg brúkti nógvar tímar einsamøll á kamarinum til at grava niður í bøkur, tónleik og tekniseriur úr øðrum mentanum. Tað hevur havt stóra ávirkan á mína list, og hvussu eg havi úttrykt meg. Hvussu vilt tú lýsa tína list? - Streetart, dynamisk, litrík og full av kontrastum. Er tað nakað serligt, tú plagar at leggja teg eftir í tínum verkum? - Eg eri typiskt drigin at menniskjanum við øllum teimum kenslum og úttrykkum, tað inniber. Men onkuntíð er tað eisini nakað heilt annað. Líkamikið hvat eg leggi meg eftir, so hevur tað fyri meg altíð verið ‘list fyri listarinnar skuld’ - altso ein skapanarhugur, sum ikki noyðist at grundgevast ella avmarkast. Hvussu eru umstøðurnar hjá ungum myndlistafólki í Føroyum? - Nú havi eg búð í Danmark seinastu nógvu árini, so eg vænti ikki, at eg kenni tær føroysku umstøðurnar fyri ung myndlistafólk til fulnar. Men tað følist sum, at her er eitt gott grundarlag fyri ungum føroyskum listafólki at koma framat. Kanska tí at øll kenna onkran, sum kennur onkran. Hvørjar eru framtíðarætlanirnar hjá tær sum listafólk? - Mítt ynski er at vera við til at forma og skapa býarmyndina. Eg havi eina sjón um Tórshavn sum tann mest litfagra høvuðsstaðin í Norðurlondum, har tað á gøtunum sæst, at vit eru tann kreativa tjóðin, sum vit eru. Listin fær innaru demonirnar fram 28 ára gamli Terji Beder er hart raktur av giktsjúku og livir við kroniskari pínu. Hann brúkar listina sum eina terapeutiska kanal, og hetta sæst aftur í hansara myrku og provokerandi verkum Nær og hvussu byrjaði tú at fáast við myndlist - hvar kemur áhugin frá? Eg minnist meg altíð hava havt ein áhuga fyri list, og tað kemur neyvan ongastaðni frá, tí foreldur míni hava altíð tosað um list og verið nógv á listaframsýningum. Í fólkaskúlanum hevði eg góðan lærara, Frits Johannesen, í tilevning og myndlist. Hesir tímarnir vóru eitt frírúm fyri okk­ um, sum tá vóru heldur skúlatroytt. Eg havi sjálvur serligan áhuga fyri týskari og norðurlendskari ekspressionismu og sokallaðari ”outsider art” – t.e. ymisk list, sum ikki er viðurkend í tí fína harkaliðn­ um, og tað er her, nógv av mínum íblástri kem­ur frá. Eg eri byrjaður orsakað av sjúku, har listin hevur verið ein háttur at úttrykkja nakað, sum eg ikki dugi at lýsa við orðum. Ein terapeutisk kanal av onkrum slag. Hvussu vilt tú lýsa tína list? Eg vil lýsa mína list sum banala, hvassa og ærliga, tí eg pakki onki inn. Ongi pen motivir, onki av tí, sum tú vilt síggja. Alt, sum eg geri, kemur innanífrá, og við listini loyvi eg nøkrum av mínum innaru dem­ onum fram í ljósmála, sum eg haldi, at vit ikki duga ser­liga væl í dagsins sam­felag. Eg kann ímynda mær, at tað eru fleiri, sum ikki dáma tað, eg geri. Ein vin­mað­ ur segði t.d., at hann væl kundi hugsað sær at havt okk­ urt av mín­ ari list – ikki á vegginum, men í ein­ari skuffu. Tað skal tó sigast, at eg eisini geri linoleums­skurðar, sum lata til at hava verið eitt sindur lætt­ari hjá fólki at svølgja. Er tað nakað serligt, tú plagar at leggja teg eftir í tínum verkum? Tá eg geri eitthvørt, er tað frá einum inn­ara motivi, har eg gevi mær sjálvum pláss at merkja mín kropp og út frá tí skapi eitthvørt. Eg eri hart raktur av einari sjúku, sum kallast Morbus Becht­ er­ew, sum er eitt slag av gikt, har eg livi við nógvari kroniskari pínu í flest øll­um liðum í kroppinum. Listin er her úrslitið av tí, sum eg merki, og fyri meg er tað týdningarmikið, at tað ikki verður skuggað av nøkrum øðrum. Tí havi eg frá­valt at taka nakað tekniskeið, tí mær dám­ar best sjálvur, at tað skal sleppa at vera, hvat tað er. Hvast og myrkt, tí at tað er tað, eg merki, og tað er eisini her, enda­málið liggur. Eitt annað, sum eg plagi at leggja meg eftir er, at tulka eitthvørt evni, sum hug­tekur meg. Her kann nevnast, at eg tekni strámenn, sum eru karikaturar av stá­mansarguentinum, sum er ein logisk villa, og so trøll og spøkilsir, sum hava nakað við mín barndómsáhuga at gera. Í mín­ari verð er ikki langt frá hesum strá­ monn­um og pátrúnni. Hvussu eru umstøðurnar hjá ungum myndlistafólki í Føroyum? Eg haldi ikki, at listin verður nóg høgt rað­ fest. Í fólkaskúlanum síggja vit tendensir, sum troðka tær skapandi lærugreinirnar til síðis, tí pláss skal vera fyri meira ”týðandi” lærugreinum, sum geva okk­um betri úrslit í PISA-kanningum, lands­roynd­ um og øðrum. Ikki tí at PISA ikki er viktig, tað haldi eg at hon er, men hetta er í mínum hugaheimi eitt dilemma, sum onkursvegna eigur at verið komið til lívs. Ein niðurlaðing av skapandi greinum er í mín­ari verð ein niðurlaging av parti av okk­ara mentan. Eg síggi tó, at man í Havn hevur eina listabreyt, sum eg haldi er fantastisk, og sum skapar ein gróðrarbotn fyri mynd­list í Havnini. Eg hevði tó viljað, at skúla­næmingar uttanfyri havnina eisini høvdu havt somu møguleikar. Hvørjar eru framtíðarætlanirnar hjá tær sum listafólk? Eg ætli mær at framhaldandi royna at fanga tað, sum eg merki í mínum kroppi, og fáa ljós á kroniska pínu, sum eg haldi, fólk kenna alt ov lítið til. Eg vil upplýsa og provokera tað idylliska og rista eitt sindur í. Ása Helena Brynjarsdóttir: Terji Beder: Tað eru nógvir ungir føroyingar, sum hava evnini og viljan til at royna sínar veingir sum myndlistafólk. Men hvørjir eru teir, og hvussu sær listin hjá teimum út? Tað hevur Sosialurin sett sær fyri at finna útav, og vit hava funnið fram til átta kreativar spírar. Summi teirra eru heilt óskrivað bløð, meðan onnur eru meira roynd við fleiri framsýningum á baki. Felags fyri tey øll er, at tey eru aktiv og brenna fyri at skapa, og tí er vert at halda eyga við teimum