Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 108 12 TEMA: Myndlistaspírar Vil tekna tað sum eygað ikki sær Fleiri enn 6.000 fólk fylgja við í talgildu tekniseriuni hjá 23 ára gamla Alex Palmquist Poulsen. Hann dugir væl at fanga eyguni hjá fólki við sínum myrku tekningum, sum hann ætlar sær at gera nógv meira við í framtíðini Nær og hvussu byrjaði tú at fáast við list? Eg havi teknað tekniseriur, síðan eg var smábarn. Mamma mín er listafólk, so tað hevur óivað inspirerað meg, og hon hevur altíð stuðlað mínari list og eggjað mær til at halda á og gera meira við tað. Hvussu vilt tú lýsa tína list? Eg byrjaði at tekna meira makaburt og minni óskyldigt, tá eg var umleið 12 ár. Tá byrjaði eg eisini at tekna manga, og tað havi eg hildið fast í inntil nú. Tó eksperimenteri eg í løtuni við at blanda eitt sindur av realismu upp í mangastílin, og eg arbeiði við at skapa mín heilt egna stíl, ið kann skilja seg frá tí typiska. Er tað nakað serligt, tú plagar at leggja teg eftir í tínum verkum? Mær dámar best at tekna myrkar mynd­ ir, ið koma frá heilanum heldur enn eygunum og lýsa onkra negativa kenslu. Fyri meg er tað lættari og meira inspir­er­ andi at grava djúpt í kenslum og fáa tað á pappír heldur enn at tekna tað, eygað sær. Eg vil, at tá onnur síggja mína list, so mugu tey líka hyggja einaferð aftrat og royna at skilja, hvat í allari víðu verð eg royni at siga. Hvussu eru umstøðurnar hjá ungum myndlistafólki í Føroyum? Nú samskifti eg ikki nakað serligt við onn­ur myndlistafólk í Føroyum, og tað kem­ur nokk av, at eg ikki havi havt orku og tíð at royna at traðka fram í Før­oy­ um. Eg havi lagt til merkis, at bert tey, ið veru­liga stremba, lýsa og royna at skapa kontakt við meira kend listafólk, verða viðurkend. Tykist mær sum, at um tey ungu myndlistafólkini vilja blíva viður­ kend sum verulig listafólk, mugu tey ar­ beiða hart fyri tí. Hvørjar eru framtíðarætlanirnar hjá tær sum listafólk? Í løtuni havi eg bert eina online internet- seriu koyrandi, ið hevur áleið 6000+ les­ arar. Mínar vónir eru, at eg kundi fingið meira tíð og pengar til at kunna reklam­ erað meira við seriuni, so eg kundi fingið fleiri lesarar. Eg havi altíð havt lágt sjálvsálit við­ víkjandi míni list, men havi fingið meira sjálvs­álit, eft­ir eg byrj­aði uppá seriuna. Mín­ar fram­tíð­ar­ ætl­anir eru at fáa nóg høgt sjálvsálit í mín­ari list, so eg møgu­liga kann byrja at skapa mær eitt navn sum lista­fólk í Føroyum og ikki goyma meg á net­ inum. Eg vóni at koma víða Hóast sín unga aldur hevur Ýr Ákadóttir longu sligið sítt navn fast sum eitt listarligt stjørnuskot í Føroyum. 16 ára gamla Ýr Ákadóttir er av Tvøroyri og gongur í løtuni á Føroya Fólkaháskúla Nær og hvussu byrjaði tú at fáast við list? Í barnaárunum sat eg altíð og teknaði fuglar og fiskar. Tað var bara okkurt við djórum, sum gjørdi tað so spennandi at tekna og mála. Ofta sat eg og hugdi eftir systur mínari, Drós, meðan pensilin fór aftur og fram á løriftinum hjá henni við litríkum litum. Men eg gjørdi aldri nakað serligt við máling, fyrr enn eg varð 10 ára gomul. Tá fór eg á kvøldskúla, og har gekk eg í tvey og eitt hálvt ár. Men eg gavst har, tí eg vildi heldur royna sjálv, so tá fór eg á alnótina, har eg hugdi eftir filmum um, hvussu mann gjørdi. Hvussu vilt tú lýsa tína list? Á enskum eitur tað hyperrealism, sum meinast við, at myndin sær verulig ut. Okkurt, sum mann kann røra við. Í síðst­ uni havi eg málað málningar, ið lýsa plast­ dálking kring heimin. Mínar máln­ingar lýsi eg á leiðini, meðan eg eri í ferð við at mála, og um eg fái eitt heilt annað hugskot, ella um mín lýsing ikki passar til máln­ingin, so geri eg lýsingina til nakað heilt annað. Tað kemur ann uppá, hvussu eg tulki hann. Málningarnir lýsa ikki eitt, men nógv. Frá personligum grundum til okkurt eg síggi rundan um meg, sum eg vil hava, at onnur skulu sleppa at síggja. Er tað nakað serligt, tú plagar at leggja teg eftir í tínum verkum? Eg havi ikki heilt funnið mín egna tulking­ ar­máta, tá eg máli, tí sum nevnt, lýsi eg ikki eitt - men nógv. Eg royni at fanga eygað á fólki við mínum málningum, so tey vera glað, men her á háskúlanum fari eg at royna at finna mín egna serliga tulk­ inga­máta, sum eg fari at halda meg til. Hvussu eru umstøðurnar hjá ungum myndlistafólki í Føroyum? Tað eru ikki nógvir møguleikar at taka eina listarliga útbúgving. Men við hørð­ um arbeiði og við at trúgva uppá seg sjálva, so ber til at koma langt. Eg vóni, at eg komi víða við mínari list. Hvørjar eru framtíðarætlanirnar hjá tær sum listafólk? Tað er so nógv, eg vil í lívinum, men eg kann ikki alt í senn, so eg taki tað, sum tað kemur og arbeiði út frá tí. Mín framtíð sær longu bjørt út sum listakvinna, men eg vil eisini nógv annað, sum ikki hevur við list at gera. Ýr Ákadóttir: Alex Palmquist Poulsen: