hósdagur 19. september 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
13
Eg vil flyta mørk og
bjóða hyggjaranum av
Seinastu fimm
árini hevur Jana
Jonhardsdóttir
búð í Onglandi, har
hon hevur lokið
listaútbúgving á Bath
Spa University of Art
& Design. 32 ára gamla
listakvinnan er júst
flutt heim aftur til
barndómsbygdina,
Sandavág
Nær og hvussu byrjaði
tú at fáast við list?
Eg málaði nógv við vatnmáling, akryl
og olju, men tað var altíð okkurt, sum
manglaði. Eg náddi ikki heilt at rannsaka
tað á einum nóg høgum støði, at tað
kundi vera nakað, eg var nøgd við. Tá
eg byrjaði á MA Fine Arts á Bath Spa
University, fekk eg beinanvegin at vita
frá professarunum, at málningarnir ikki
vóru nóg góðir. Tekniskt var alt, sum tað
skuldi vera, men innihaldið var ikki nóg
áhugavert. Eg vildi bjóða mær sjálvari av
við at arbeiða við onkrum heilt nýggjum.
Hetta førdi meg til at brúka alternativt
tilfar. Eg arbeiði mest við 2d, men eg
havi altíð ein ella tveir skulpturar, sum
eg arbeiði uppá.
Hvussu vilt tú lýsa tína list?
Eg vildi katagoriserað mína list sum
minimala, monochromatiska og til
tíðir sum sterila-expressionismu við
einum veti av eyðmjúkheit. Eg arbeiði
við siðbundnari træ-útskering og brúki
woodworker-teknikkir at granska rúmið
millum skulpturellan form, 2d print og
funktionellar lutir.
Er tað nakað serligt, tú plagar at
leggja teg eftir í tínum verkum?
Eg endurnýti ofta mynstur og teknikkir,
ið eru at finna í træ-arbeiði - dekorativt
og funktionelt. Eg geri list, ið hevur ein
reyðan tráð, ið er formellur, funktionellur
og kulturellur. Hon verður dramatiserað,
inntil hon blívur eitt sindur surrealistisk.
Úrslitið er vónandi eitt ecosystem við
einari blanding av fiktionellum og
dokumenterandi verkum, sum bjóða
hyggjaranum av at umhugsa teirra
forfatan um lutir, sum eru rundan um
okkara gerandisdag, samstundis sum
at teknikkurin, sum er brúktur, eisini
reflekterar gerandislutir og mátan teir
eru skaptir uppá.
Hvussu eru umstøðurnar
hjá ungum myndlistafólki
í Føroyum?
Í mun til í Onglandi eru umstøðurnar
nokkso avmarkaðar. Tað er trupult at
finna studio ella arbeiðsrúm til størri
verkætlanir. Eisini sakni eg møguleikar
at melda seg til ymiskar verkstovur
innan listarligt handverk.
Av tí at Føroyar eru eitt so lítið
land, merkir tað eisini, at tað er
avmarkað, hvussu nógvum gallaríum
og listasøvnum, ein kann fordjúpa seg
í. Inntrykkið ein fær av modernaða
listaheiminum kemur í flestum førum
frá internetinum, bókum og bløðum,
men tað merkir ikki, at Føroyar ikki
hevur progressiv og dugnalig listafólk
og framsýningar.
Tað góða við Føroyum er, at fólk
tykjast sera áhugað í list og virðismeta
hana. Eisini hava vit møguleikan at
søkja um fígging til ymsar verkætlanir
frá grunnum bæði her á landi og í
Norðanlondum.
Hvørjar eru framtíðarætlanirnar
hjá tær sum listafólk?
Málið er at ein dag kunna liva av at skapa
list og at halda fram við at flyta míni egnu
mørk og blíva við at bjóða listini hjá mær
av.
Eg hugsi altíð um
mín næsta málning
Tordis
Sigurbjørnsdóttir er
23 árá gomul og býr
í Kollafirði, har hon
eisini er uppvaksin.
Hon er sjálvlærd og
málar abstraktar
málningar við íblástri
frá náttúruni
Nær og hvussu byrjaði
tú at fáast við list?
- Mær hevur altíð dámað væl at tekna og
mála, men eg byrjaði at mála málningar í
2008, tá eg var 12 ára gomul.
Hvussu vilt tú lýsa tína list?
- Eg havi málað nakrar málningar av
ymiskum úti í náttúruni, men mær
dámar allar best at mála abstraktar
málningar. Eg vil siga, at íblásturin til
allar málningarnar hjá mær kemur frá
ymiskum í náttúruni.
Er tað nakað serligt, tú plagar at
leggja teg eftir í tínum verkum?
- Eg gangi altíð við tonkum um, hvat
eg skal mála, og hvussu mín næsti
málningur fer at síggja út. Men tá eg
byrji uppá málningarnar, virkar tað sum,
allir teir tankarnir fara burtur, og aðrir
tankar koma í høvdið. Tað, sum eg leggi
meg serliga eftir, tá ið eg máli, er, at eg
sjálv skal vera nøgd við málningarnar.
Hvussu eru umstøðurnar
hjá ungum myndlistafólki
í Føroyum?
- Mær dámar ordiliga væl, at tað eru
lærugreinar í skúlum sum handarbeiði,
evning og myndlist. Eisini at mann lærir
um ymisk føroysk listafólk í føroyskum.
Handarbeiði og evning í fólkaskúlanum
hevur avgjørt gjørt, at eg havi hildið
áfram við at mála. Eg haldi tó, tað kundi
verið gjørt enn meira við myndlist í
skúlanum.
Hvørjar eru framtíðarætlanirnar
hjá tær sum listafólk?
- Eg ætli mær avgjørt at gera meira við
list, men eg veit ikki enn, hvat tað endar
við. Eg vóni, at mín list kemur út til so
nógv sum møguligt, og at fleiri fáa áhuga
fyri mínum málningum.
Jana Jonhardsdóttir:
Tordis Sigurbjørnsdóttir: