hósdagur 19. september 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
14
TEMA: Myndlistaspírar
Føroysk list stendur
á einum vegamóti
- Ung myndlistafólk eru meira altjóðagjørd, og tí snýr tað seg eisini
um at finna útav, hvør nýggi samleikin hjá føroyskari list er, sigur
nevndarlimur í Føroysk Myndlistafólk, Jón Sonni Jensen, sum heldur,
at listafólk í Føroyum hava uppiborið munandi betri viðurskifti
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
- Vit mangla ungar aktørar, sum bróta upp
úr nýggjum og blíva við at kveikja eina
framtíð fyri føroyska list.
Tað sigur Jón Sonni Jensen, nevndarlimur
í felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum
umboðar yrkismyndlistafólk í Føroyum.
Hann vísir á, at hóast myndlist er høgt
í metum í Føroyum, kann tað ofta vera
trupult hjá nýggjum og ungum listafólkum
at blíva viðurkend í almenna rúminum.
- Vit standa á einum vegamóti í føroyskari
list, har vit hava nógv ung fólk, ið gera list,
sum ofta ikki er í tráð við siðbundnu og
tjóðskaparligu listina, sum vit plaga at
síggja í Føroyum, sigur Jón Sonni Jensen
og sipar til eitt nú landslagsmálningarnar.
- Ung myndlistafólk eru meira
altjóðagjørd, og tí snýr tað seg eisini um
at finna útav, hvør nýggi samleikin hjá
føroyskari list er. Tann gamli samleikin
hevur verið, og um mann so avgjørt vil
halda fast í siðbundnu listini, so missir
mann frælsið hjá øllum listafólkum at
menna føroysku fatanina av list, sigur
hann.
Pláss fyri betringum
Fyri at føroysk list skal mennast er sjálvsagt
neyðugt, at yngra ættarliðið tekur við so
hvørt. Men tað krevur onkursvegna dirvi
frá teimum ungu, tí yrkislistaleiðin er
eyðkend fyri at vera óstøðug og óviss.
- Tað eru fá fólk, sum hætta sær at fara út
í vinnuna, tí hon er so fíggjarliga óstøðug.
Tað er tað, sum ger lívið hjá listafólkum eitt
sindur trupult, sigur Jón Sonni Jensen.
Felagið Føroysk Myndlistafólk meinar
tí, at umstøðurnar hjá myndlistafólkum í
Føroyum eiga at blíva munandi betri, enn
tær eru í dag.
- Tað er absolutt pláss fyri betringum.
Orsakað av at umstøðurnar ikki eru tær
bestu, sum nú er, so arbeiða vit við øllum
alvi við at betra um umstøðurnar hjá
listafólkum. Men tað er eitt striltið arbeiðið,
sum tekur nógva tíð.
Nógvar útreiðslur gera tað trupult
Sum nú er stuðla land og kommunur
listafólkum og listaverkætlanum í ein ávísan
mun fyri at geva summum listafólkum
størri fíggjarligt rásarúm. Eitt nú ber til
hjá listafólkum at søkja um starvsløn og
listafólkaløn frá Mentanargrunninum á
hvørjum ári.
Hóast hetta hjá nógvum er at fegnast
um, so strekkir tað bara ikki altíð til, merkja
tey í Føroysk Myndlistafólk.
- Starvslønirnar til listafólk verða
útgoldnar sum A-inntøka. Lønin er longu
skattað, áðrenn vit fáa pengarnar, og so
skulu vit gjalda egnar útreiðslur aftrat tí,
sigur hann og sipar til eitt nú atelierleigu,
flutning og tilfar.
Jón Sonni samanber við viðurskiftini á
vanligum almennum arbeiðsplássum.
- Tá mann fær eina starvsløn, so eru tað
jú almennir pengar, sum merkir, at mann
er, í gásareygum, “alment ansettur”, so
leingi mann brúkar teir pengarnar til rætta
endamálið. Men flest øll alment ansett hava
nakrar ágóðar, tá tey fara til arbeiðis. Tey
hava kanska eitt kontór, telefon, pensión,
bil og øll tey amboðini, sum annars fylgja
við, fyri at tey kunnu gera sítt arbeiði. Slíkar
sømdir hava listafólk ikki, tí har verða
pengarnir drignir frá áðrenn.
- Starvslønirnar skuldu tí heldur verið
skipaðar sum B-inntøka, so mann sær
einstøk listafólk sum einstaklingavirki,
sigur hann.
- Listafólk skulu ikki
hugsa um keyparan
Umframt manglandi hølismøguleikar
arbeiðir felagið Føroysk Myndlistafólk eis
ini við at betra um og effektivisera almennu
fíggingina av føroyskum listaverkætlanum.
- Uppá hendan mátan kann mann lata
slúsurnar upp fyri einum nógv meira
eksperimentellum og mennandi listarligum
samleika, tí so er mann longu betaldur fyri
tað arbeiðið, mann ger. Í staðin fyri at mann
ger alt arbeiðið og síðani skal dúva uppá at
selja tað til onkran. Hetta ger tað, at listin
verður kroyst upp í ein reint kommersiellan
krók, og tað vildi verið sera harmiligt, sigur
Jón Sonni Jensen.
- Meiningin við list og sølu av list kann
ikki vera tað, at listafólkið skal hugsa um
keyparan fyrst og fremst. Um listafólk
skulu hugsa um ein stovuvegg, minkar
eitt frælsi beinanvegin. Men um mann frá
almennari síðu arbeiddi meira við at betra
um umstøðurnar hjá listafólkum, vildi tað
gagnað frælsinum hjá teimum og harvið
eisini frælsinum hjá føroysku mentanini at
menna seg. Nógv góð og stór stig eru tikin
frá almennari síðu tey seinastu árini, men
enn er langt á mál.
Jón Sonni Jensen, listamaður og limur í Føroysk Myndafólk