leygardagur 11. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 238 - 11. desember 2004
Ongar vindmyllur í
Neshaga fyrrenn til várs
SEV ætlaði at seta
tríggjar vindmyllur
upp í Neshaga. Men
ein seinking í við-
gerðini av loyvinum
førir við sær at ar-
beiðið er útsett í eitt
hálvt ár
ORKA
Snorri Brend
Ikki gongur altíð sum tey í
SEV ætla og ynskja.
Tað fingu tey at sanna í
málinum um tær tríggjar
vindmyllurnar, ið ætlanin
var at seta upp í Neshaga
longu í ár. Ymiskar seink-
ingar hava nevniliga ført
við sær, at eingin mylla
verður sett upp har fyrrenn
komandi vár.
Fyrireikingarnar
vóru
annars klárar til hetta: Í ár
vóru 18 mió. kr. settar av til
uppsetingina. Av tí at ar-
beiðið mestsum steðgaði
upp, hevur SEV ikki brúkt
alla upphæddina, men bert
brúkt íalt 5 mió.
Tær 13 mió., ið enn ikki
eru brúktar, eru ístaðin sett-
ar av til arbeiðið komandi
ár, tá hesar tríggjar vind-
myllurnar altso skulu setast
upp.
Løgin viðgerð
Í SEV hava tey undrað seg
eitt sindur um gongdina í
málinum við vindmyllun-
um í Neshaga. Tey halda
snøgt sagt, at málið hevur
fingið eina heldur løgna
viðgerð.
SEV
fekk
nevniliga
longu í 1992 og aftur í 1998
loyvi frá Yvirfriðingar-
nevndini at sett upp hesar
vindmyllurnar. Hóast hetta
so noktaði Náttúrufriðing-
arnevndin fyri Eysturoyar
Sýslu at geva loyvi hesa-
ferð.
Avgerðin hjá Náttúrufrið-
ingarnevndini varð kærd,
og fekk SEV viðhald í kær-
uni. Men avgerðin hjá hesi
lokalu
friðingarnevndini
hevði tó kortini ta fylgju, at
ætlanin við vindmyllunum
varð seinkað í eitt hálvt ár.
Tí verða tær tríggjar myll-
urnar í Neshaga ikki settar
upp fyrrenn til várs aftur.
Stórur áhugi
Tað er neyvan nakar ivi um,
at vindmyllur hava stóran
áhuga, tá ið tosað verður
um útbyggingar við varandi
orkukeldum. Og her ynskir
SEV eisini at vera við í
arbeiðinum at menna hesa
orkukelduna.
– Vit eiga tó at fara var-
liga fram, serliga tá hugsað
verður um trygdina og um
búskapin, sigur stýrið í
SEV.
SEV ynskir at menna vit-
unarstøðið og at kanna
ávirkanina av vindmyllum í
el-veitingina. Tí varð gjørd
ein avtalu um eina 10 ára
royndarætlan við eitt privat
partafelag. Henda avtalan
fevndi um uppseting av
trimum myllum í Vest-
manna og trimum í Nes-
haga.
– Fyri SEV var talan um
eitt vánaligt búskaparligt
úrslit við hesi ætlanini.
Men tað er kortini av stór-
um týdningi at fáa til vega
eitt so haldgott tekniskt
grundarlag sum tilber.
– Tí skal henda avtalan
eisini síggjast í ljósinum
av, at her kann fáast fatur á
hentum upplýsingum. Og
hesar upplýsingar, kunnu
vit brúka til at meta um
møguleikarnar fyri fram-
haldandi
útbyggingum,
sigur SEV-stýrið.
SEV ætlar at seta upp
tríggjar vindmyllur í
Neshaga, eins og menn longu
hava gjørt tað í Vestmanna.
Ætæanin var at byrja í ár,
men arbeiðið fer fyrst at
byrja til várs