leygardagur 11. desember 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2004
3
Noyddust at klippa takið av
Tórshavnar Sløkkilið
noyddist at klippa tak-
ið av einum bili fyri at
fáa ein fastkleimdan
bilførara leysan í sam-
bandi við eitt ógvus-
ligt ferðsluóhapp í
Havn hósdagin
FERÐSLUÓHAPP
Terji Nielsen
Seinnapartin hósdagin var
eitt ógvusligt ferðsluóhapp
á vegamótinum Tjaldurs-
vegur/RC Effersøesgøta í
Havn. Ein bilur, ið skuldi út
av Tjaldursvegnum og út á
RC Effersøesgøtu, koyrdi
beint út fyri ein bil, ið kom
niðan eftir RC Effersøes-
gøtu.
Stoyturin var harður, og
síðan í bilinum, ið koyrdi út
fyri, bleiv trýst inn.
Sat fastkleimdur í
næstan ein tíma
Bilførarin bleiv fastur í
bilinum, og neyðugt var at
skera mannin leysan úr bil-
inum. Hetta tók drúgva tíð,
og neyðugt var at klippa alt
takið av bilinum. Í sam-
bandi við ferðsluóhappi var
eitt strekki av RC Effersø-
esgøtu stongt í nærum ein
tíma í gjár, meðan arbeitt
var við at fáa mannin leysan
og rudda upp eftir óhappið.
Bilførarin á hinum bilin-
um var fluttur á sjúkrahúsið
til kanningar, men bleiv út-
skrivaður aftur beinanveg
Fastkleimdi
bilførarin
varð eisini fluttur á sjúkra-
húsið, men hvørki á sjúkra-
húsinum ella á politistøðini
ber til at fáa nakað at vita
um støðuna hjá manninum.
Bilurin hjá hesum mann-
inum gjørdist vrak.
Neyðugt var at klippa takið
av bilinum fyri at fáa fast-
kleimda bilføraran leysan úr
bilinum hjá sær
mynd: Jens Kr. Vang