hósdagur 19. september 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
16
Tað eru tvey sigursvand feløg
í føroysku steypakappingini,
sum bresta saman leygarkvøld
ið.
Steypakappingin hevur
verið partur av fótbóltsárinum
síðani 1955. Finala hevur verið
á hvørjum ári við einum
undantakið. Undantakið var í
1970, tá ið HB og KÍ kvalifiseraðu
seg í finaluna, sum ongantíð
varð spæld.
HB hevur vunnið steypa
kappingina nógv oftari enn
nakað annað felag. HB hevur
vunnið finaluna 26 ferðir.
Leirvíkingar og gøtumenn
samdust í 2008 um at ganga
saman um nýtt fótbóltsfelag,
sum teir góvu navnið Víkingur.
Frammanundan spældu leir
víkingar í LÍF og gøtumenn í GÍ.
LÍF spældi seg einaferð í
steypafinaluna. Tað var í 1986
ímóti NSÍ, sum vann 3-1.
GÍ luttók í níggju finalum.
Seks ferðir var GÍ steypavinnari
– í 1983, 1985, 1996, 1997, 2000 og
2005. Tríggjar ferðir dystaðust
HB og GÍ í steypafinaluni. Tað
var í 1984, 1996 og 2000. HB vann
ta fyrstu 2-0, og GÍ vann 1996
finaluna 5-3 eftir longda leik
tíð. Tá ið vanliga leiktíðin var
farin, var støðan 2-2. Henda
finalan man vera ein av teimum
minnistríkastu av øllum. Í 2000
vann GÍ 1-0.
Tá ið Víkingur í 2008 luttók í
fyrstu steypakappingini, hevði
HB longu vunnið steypakapp
ingina 26 ferðir. HB var harvið
í miðal steypavinnari annað
hvørt ár frá 1955 og fram til
2007. Tá var HB steypaliðið
frammanfyri øll onnur.
HB vann í 2004 finaluna
ímóti NSÍ. Síðani tá hevur HB
ongantíð vunnið steypakapp
ingina. Tað eru altso 15 ár síðani,
at HB vann steypafinaluna.
Síðani 2004 hevur HB tapt
tríggjar steypafinalur – í 2007
ímóti EB/Streymi, í 2014 ímóti
Víkingi og í fjør ímóti B36.
Víkingur hevur síðani
stovnanina í 2008 vunnið
steypakappinga fimm ferðir.
Fyrsti finalusigurin var í 2009.
Síðani hevur Víkingur verið
steypavinnari í 2012, 2013, 2014
og 2015. Víkingur hevur harvið
í miðal verið steypavinnari
annaðhvørt ár frá 2009 og fram
til í ár. Nú er Víkingur steypa
liðið frammanfyri øll onnur.
Einasta ferðin, at HB
og Víkingur hava dystast í
steypafinaluni, var í 2014. 30.
august í 2014 vann Víkingur
1-0 ímóti HB. Málskjúttin var
Hallur Hansson, sum vaks upp
í HB, og sum eitt skifti spældi
við Víkingi, áðrenn hann aftur
fór av landinum at royna fót
bóltseydnuna, og sum nú er lið
formaður í AC Horsens í super
liguni.
Fimm spælarar, sum higartil
í ár hava verið á HB liðnum,
vóru á spælaralistanum í
finaluni fyri fimm árum síðani.
Teir eru Teitur Matras Gests
son, Jógvan Rói Davidsen og
René S. Joensen, sum vóru á
vøllinum alla tíðina og Bartal
Wardum og Tróndur Jensen,
sum sótu á beinkinum.
Átta spælarar, sum higartil í
ár hava verið á liðnum hjá Vík
ingi, vóru á spælaralistanum
fyri fimm árum síðani. Teir eru
Hanus Jacobsen, Atli Greger
sen, Heðin Hansen og Sølvi
Vatnhamar, sum vóru millum
teir fyrstu ellivu í finaluni,
Andreas Lava Olsen og Philip
Djordjevic, sum vórðu skiftir
inn, og Elias Rasmussen og
Gunnar Vatnhamar, sum sótu
á beinkinum.
Tá ið HB og Víkingur fyri
fimm árum síðani hittust í
fyrstu og higartil einastu finalu
ni millum hesi bæði feløgini, var
Sigfríður S. Clementsen venjari
hjá Víkingi, og Heðin Askham
var venjari hjá HB.
TAÐ ER GAMLA
MÓTI NÝGGJA
STEYPALIÐNUM
HB hevur onga finalu vunnið, síðani tey í Eysturkommunu
fyri 11 árum síðani stovnaðu Víking
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
So er tíðin komin til stóra steypavikuskiftið í
fótbóltinum. Aftur í ár hevur ÍtróttarSosialurin
gjørt eitt steypablað í samband við
steypafinaluna hjá monnum, sum verður
leygarkvøldið klokkan 20 millum Víking og HB.
Vit hava tosað við tveir royndar spælarar,
sum skulu dystast á Tórsvølli leygarkvøldið.
Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, og
Símun Samuelsen, ið er royndasti maðurin á
liðnum hjá HB. Tað er eitt sindur sermerkt, at
steypasøgurnar ikki yvirlappa.
HB hevur vunnið steypakappingina 26 ferðir,
men steypaturkurin er nú 15 ár. Hinvegin
hevur Víkingur bara verið til síðani 2008 og
vunnið steypakappingina fimm ferðir. Hvørja
ferð við Atla Gregersen, sum nú hevur vunnið
steypakappingina seks ferðir samanlagt. Símun
Samuelsen hevur vunnið fleiri FM-heiti, men
hann hevur ongantíð vunnið steypakappinga.
Tað er hugaligt at síggja, at bæði í HB og í Víkingi
verður nógv lagt fyri til steypafinalurnar.
Bæði feløgini hava gjørt seg til reiðar og havt
fjeparatiltøk, har fløgg og annað verður gjørt
klárt. Millum annað hevur HB keypt um túsund
fløgg og hevur gjørt stóru HB-troyggjuna til
reiðar, meðan serliga ungu fjeppararnir hjá
Víkingi hava gjørt fløgg og aðrar lutir.
Tað eru bara tvey stig á muni millum HB og
Víking í landskappingini. Tey liggja nakað
aftanfyri trý tey fremstu, so tað er trýst á at
vinna sær eitt atgongumerki til Evropa. Taparin
leygarkvøldið skal yvirhálað KÍ, B36 ella NSÍ fyri
at koma í Evropa.
Seinast hesi liðini møttust í steypafinaluni var
í 2014, tá Hallur Hansson skoraði einasta málið
í dystinum, tá 88. minuttir vóru spældir. Vit
hava tosað við mannin, sum tryggjaði Víkingi
steypasigurin. Vit hava eisini tosað við Odmar
Færø, sum var liðskipari hjá B36, ið vann
steypafinaluna í fjør. Teir eru ósamdir um hvør
vinnur steypafinaluna.
trondur@sosialurin.fo
Víkingur
ella HB?