Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 108 17 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Royn tína vitan um ítróttin her og nú! SVARINI STANDA NIÐAST TIL VINSTRU, MEN ROYN TEG NÚ FYRST 1: 26 FERÐIR 2: 5 3: KÍ, GÍ OG B36 4 : JOHN FREDERIKSEN 5: KÍ Í 2016 6: RÚNI NOLSØE 2004 7: NICLAS NICLASSEN 8: LARS MULLER OG ALEX JOSÉ DOS SANTOS 1-3 RØTT: TÚ MÁST LESA IN.FO OG SOSIALIN NAKAÐ MEIR 4-5 RØTT: NÚ BYRJAR AT LÍKJAST 6-7 RØTT: TÚ FYLGIR BARA VÆL VIÐ 8 RØTT: FANTASTISKA FLOTT, TILLUKKU! 1 HB hevur vunnið steypakappingina oftast, men hvussu ofta? 2 Víkingur hevur eina stolta steypasøgu síðani 2008, men hvussu nógv løgmanssteyp eru vunnin? 3 Eftir HB koma trý feløg við seks steypasigrum. Hvørji eru tey? 4 Hvør brendi avgerandi brotssparkið, tá B36 vann á HB í fjør? 5 Víkingur hevur bara tapt eina steypafinalu, men móti hvørjum? 6 Hvør var liðskipari tá HB seinast vann løgmanssteypið? 7 Hvør var liðskipari, tá Víkingur í 2009 vann løgmanssteypið fyri fyrstu ferð? 8 Hvørjir eru hesir báðir til steypafinaluna í 2014? Hví Odmar: Lyfti steypið og fjør og skal nú geva tað víðari Odmar Færø og B36 vunnu løgmanssteypið í fjør í eini av mest dramatisku steypafinaluni nakrantíð. Eftir tvey reyð kort vann B36 upp á brotssparkskapping. Nú verður tað Atli Gregersen ella Jógvan Rói Davidsen, sum fara av stað við steypinum. Hvat stendur eftir frá finaluni í fjør? -Tað, sum eg minnist best, er hvussu nógv betri eg merkti og hoyrdi okkara áskoðarar til dystin enn HB’ararnar. Helst í seinna hálvleiki og restina av dystinum. Minnist at tá vit høvdu skorað fýra av okkara fimm brotsspørkum, tá visti eg at steypið var okkara. Hvat heldur tú um Víking? -Eg haldi at tað er eitt lið við nógvum royndum, og við einum av teimum mest royndu liðskiparunum í Atla Gregersen. Tað er eitt ”keðiligt” lið at spæla í móti, sum av tíð sama oftast vita hvat skal til fyri at vinna dystir. Eitt klassa steypalið! Hvat heldur tú um HB? -HB hevur ein breiðan hóp við nógvum ymiskum s p æ l a r a t ý p u m . Bæði ungar og eldri spælarar. Teir hava eina gjøgnumførda spæliætlan, sum venjarin hevur innført rættiliga skjótt og væl. Síðani hann kom til, hevur hann vent felagnum totalt. Og so hava teir eisini ein ”X-Faktor” í Adrian Justinussen. Hvør væntar tú vinnur og hví? -Eg vænti faktiskt at HB vinnur. Eitt ella annað stað haldi eg, at teir eru noyddir at reisa seg frá seinastu royndini í steypakappingini, har teir taptu í móti okkum. Líka sum vit reistu okkum aftaná tapið móti NSÍ í 2017, so reisa teir seg eftir tapið í 2018. Føroyski landsliðsmiðvallarin tryggjaði Víkingi løg­mans­steyp­ ið í 2014, tá hann skoraði einasta málið í finaluni móti HB. Vit hava tosað við hann um tað. Hvussu minnist tú málið í 2014 finaluni? Eg minnist tað heilt erliga ikki serliga væl, tí tað hendi so skjótt. Eg minnist bara, at eg hugsaði eg mátti renna til fremru stong, tí Bárður J. Hansen hevði givð fleiri innlrgg til mín við fremru stong, so tók eg kjansin. Eg minnist serliga jubilin av málinum, tí eg spurtaði bara avstað fyri at jubla og fekk Sølvi Vatnhamar ikki fatur á mær, so hevði eg nokk runnið enn. Hvat minnist tú frá finaluni? Eg minnist serliga stemningin á Tótsvølli. Tað var feitt! Men sjálvandi eisini síðstu minuttirnar, tá eg kempaði alt eg kundi fyri at verða ”Match Winnari”. Ein feitur dystur! Tú hevur spælt við báðum, hvør vinnur og heldur tú við nøkrum? Tað er ringt at siga, tí eg haldi eitt sindur við báðum, men tað er eisini serliga, tí eg havi vinmenn í báðum feløgum. Men eg velji at siga 51-49 prosent til Víking. Hvar liggur gullheiðursmerkið frá 2014? Heiðursmerkið og dagsins spælara steypið liggur heima í kamarinum. Tað verður nokk tikið fram aftur, tá eg fari at reypa fyri abbabørnumum. Hansson stútar bóltin í málið í løgmansfinaluni í 2014 MYND: ÁLVUR HARALDSEN Løgmansfinalan 2014: HALLUR HANSSON AVGJØRDI -Tað er ikki viljin at vinna, men viljin at fyrireika sigurin, sum ger munin Bear Bryant -Tú kiksar 100 prosent av skotunum, sum tú ikki skjýtur Wayne Gretzky, íshokky legenda Navn: Odmar Færø Aldur: 1. november 1989 (29 ár) Yrki: HamKam (Norra), KÍ frá 2020