hósdagur 19. september 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
18
TRÓNDUR ARGE
Víkingur sá dagsins ljós eftir
kappingarenda í 2007. Á ólav
søku 2009 vunnu teir fyrsta
løgmanssteypið.
Víkingur útmerkaði seg
sum eitt steypalið við fýra løg
manssteypum frá 2012 til 2015.
Síðani komu FM-heitini í 2016 og
2017, men í fjør kom einki gull og
einki atgongumerki til Evropa.
Felagið er í holt við eitt
ættarliðsskifti og hevur hug at
skumpa trýstið á HB
Trýstið er á HB
Atli Gregersen spælir sína
áttandu steypafinalu leygar
kvøldið. Seks ferðir hevur hann
staðið við steypinum, og tað
einu ferðina hann tapti, var tað
upp á brotsspørk.
- Trýstið liggur á HB. Vit eru
í holt við eitt ættarliðsskifti og
størsta trýstið á okkum, er tað
sum vit leggja á okkum sjálvar.
Fyri okkum er hetta ein møgu
leiki at fáa skrivað sítt navn í
søgubøkurnar í Víkingi, sigur
Atli Gregersen.
Hann ásannar ástøðið um, at
Víkingur hevur ein eginleika at
reisa seg til stóru dystirnar, sjálvt
um støðan í landskappingini
ikki altíð avpeglar ta styrkina.
-Tað er ikki nakað, sum er
komið av sær sjálvum. Tey fyrstu
árini høvdu vit tað við at útspæla
okkara leiklut í landskappingini.
Tí blivu steypadystirnir so týdn
ingarmiklir, at vit løgdu nógv
fyri. Vit hava eisini gjørt tað í
Evropa, men tað krevur at tú
ert røttu megin stjørnurnar,
tí vit hava eisini vunnið upp á
brotsspørk og í evstu løtu, sum
tá Hallur Hansson í 2014 skoraði
í 88. minutti, sigur liðskiparin hjá
Víkingi.
Hann nevnir eisini ein annan
leiklut, sum gevur spælarunum
nakað eyka.
-Vit hava nakrar ótrúliga
góðar áskoðarar í Víkingi. Tað
búgva um 1.900 fólk her. Tað eru
eini 1.300 til steypafinalurnar.
Tað sigur ikki so lítið um saman
haldið. Hetta er størsti einstaki
dysturin og dagur í kapp
ingarárinum fyri børnini og tey
rundanum. Tað smittar av upp
á okkum og setur krøv til at vit
avrika alt vit kunnu, sigur Atli
Gregersen.
Kanska seinasta
steypafinalan
37 ára gamli miðverjin er greið
ur yvir, at tað ikki verður til
nógvar steypafinalur afturat.
Víkingur er í holt við ættar
liðsskifti og møguleikarnir fyri
gullheiðursmerkjum tykjast
ikki eins bjørt, sum fyri nøkrum
árum síðani.
-Upp á ein ella annan máta
er hetta kanska seinasti møgu
leikin, so eg má njóta tað. Men
tú kanst eisini venda tí við og
siga, at vit vóru nummar eitt
undan summarsteðginum, so
vit eru ikki so langt frá. Vit
spæla breiddarspælararnir frá
FM-heitinum inn sum profilar,
og vit hava longu nú fleiri stig
enn vit fingu í alt fjør, sigur Atli
Gregersen.
Hann kemur ikki við einum
endaliga svari
u m
h e tt a
er
seinasta
kappingarárið
hjá
honum,
m e n
h a n n
hevur eina vón
um, at Víkingur
í framtíðini kann
halda fram við góðu
úrslitinum.
-Vit hava eitt spennandi
felag á manssíðuni í ung
dómsekkjunum. Eg pástandi, at
tað er tí vit hava vunnið so nógv
hesi árini. Tað skulu vit geva
víðari til teir yngru spælararnar,
sigur Atli Gregersen og leggur
íðin afturat:
-Eg haldi onkuntíð, at
fólk gloyma hvussu væl vit
hava klárað okkum í mun
til grundarlagið. Víkingur er
kanska ikki so sexut og fólk
troyttast av mær, Sølva Vatn
hamar, Hanusi Jacobsen og
hinum eldri spælarunum, men
her er kreppufundur hvørja
ferð vit hava tapt. Tað er eitt
krevjandi umhvørvi, men tað
hevur gjørt at vit hava hildið á
so leingi og klára okkum so væl,
sigur aldursforsetin og vónar,
at Víkingur kann røkka Evropa
aftur til komandi kappingarár.
Eisini um liðið tapur finaluna.
-Tað sær trupult út í lands
kappingini, men ikki ógjørligt.
Vit hava dystir móti B36 og KÍ í
Gøtu, og vit hava NSÍ í Runavík,
umframt at hesi møtast innan
hýsis. Sjálvandi er tað ein
fíggjarligur smeitur fyri felagið
um vit ikki koma í Evropa, sigur
landsliðsspælarin.
Sum ein landsdystur
Atli Gregersen hevur hug at
lýsa hetta sum ein landsdyst av
tveimum orsøkum. Tann fyrra
er tjóðsangurin.
-Eg gleði meg altíð mest til
tjóðsangin. Tá eru vit og áskoð
ararnir hjá HB eisini í parti.
Hvørja ferð eg havi fingið møgu
leikan at syngja tjóðsangin
í seinastuni, so veit eg at tað
kann vera seinastu ferð, sigur
liðskiparin á føroyska landslið
num.
Hin orsøkin er, at HB hevur
munin í spæli. Tað eru bara tvey
stig á muni í landskappingini,
men HB hevur vunnið báðar
dystirnar á stóra vøllinum í
Gundadali í ár.
-Hetta er sum ein landsdystur
fyri okkum. Vit skulu verða 120
prosent fyri bara at hava ein
møguleika. Vit kunnu ikki verja
í 90 minuttir, so vit mugu tora at
vera á vøllinum, men vit skulu
eisini ansa eftir fleiri tingum,
sigur Alti og vísur millum annað
til Adrian Justinussen.
-Vit skulu ikki gera fríspørk
rundan um brotsteigin. Vit
skulu eisini ansa væl eftir renn
ingunum hjá René Shaki Joen
sen og Símuni Samuelsen. HB
hevur greið spælimynstur. Tey
skulu vit drepa í føðingini, sigur
liðskiparin.
Hann leggur afturat, at fyrsta
málið verður avgerandi, og at HB
ikki skal sleppa at hava bóltin
allan dystin.
-Vit skulu trúgva upp á okkum
sjálvur. Vit vóru also nummar
eitt í summarsteðginum og
pílarnir peika rættan veg nú.
Vit skulu njóta umstøðurnar,
men tá dysturin er byrjar, so er
tað ein vanligur dystur, sigur At
li Gregersen at enda.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Atli Gregersen:
VÍKINGUR LUTFALSLIGA BESTA STEYPALIÐIÐ
Víkingur hevur luttikið í 12 steypakappingum og vunnið hana
fimm ferðir. Tað er næstan annað hvørt ár síðani GÍ og LÍF
løgdu saman til Víking. HB hevur vunnið steypakappingina
flest ferðir, men ongantíð síðani Víkingur sá dagsins ljós.
Tá kann eisini leggjast afturat, at Víkingur hevur verið í eini
steypafinalu afturat. So liðið er í steypafinaluni annaðhvørt ár
Víkingur hevur vunnið løgmanssteypið fimm ferðir, men
liðskiparin heldur at HB er favorittur. – Hetta er sum ein
landsdystur fyri okkum. Allir mugu avrika 120 prosent
fyri at vit skulu hava ein kjans, sigur Atli Gregersen
HETTA ER SUM
EIN LANDSDYSTUR
FYRI OKKUM
ÍTRÓTTUR
Løgmans
finalan