hósdagur 19. september 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
19
BAGGE Í HOLT VIÐ AT ENDURBYGGJA VÍKING
Víkingur hevur havt eina torføra seinnu hálvu, men liðið
hevur fingið 42 stig. Í fjør fekk Víkingur 39 tilsamans
alt kappingarárið. Við fleiri av loklu spælarunum á
liðnum í ár, hevur liðið also fingið trý stig fleiri upp á 22
umfør. Kanska alt ikki gongur eftir vild hjá Víkingi, men
teir ein steypafinala og fleiri stig enn í fjør telur upp.
Sámal Erik Hentze, eisini
nevndur Bagge, skal royna at
fáa HB at detta í felluna, sum
hann so meistarliga hevur
lagt seinnu árini. Tað er ongin
ivi um, at Víkingur kemur
at liggja nakað aftarliga á
vøllinum og spæla upp á
mótálop. Tað hava liðini hjá
Bagga gjørt seinnu árini. Tað
verður upp til HB at sleppa
undan felluni.
Okkurt bendir á, at tað
verða onkrar broytingar
á liðnum hjá Víkingi. Bogi
Reinert Petersen hevur
vunnið
sær
plássið
á
miðvøllinum. Tað kann
merkja, at Heðin Hansen ella
Gunnar Vatnhamar verða
fluttir á annan kantin.
Seinastu dystirnar hevur
Andreas Lava Olsen byrjað
inn fyri Víking. Hann skoraði
seinast móti HB, og á einum
góðu degi kann hann geva
øllum verjum høvuðbrýggj.
Spurningurin er bara um
Bagge hevur eitt ess í ermuni,
ella um Andreas Lava Olsen
byrjar á høgra vongi sum
vanligt.
Ein stórur partur av
spælinum hjá Víkingi snýr
seg um deyðbóltar, og at
fanga bóltin á miðjuni og fara
í mótálop. Orkan hevur verið
avmarkað seinastu umførini.
Tí kann tað eisini verða ein
fyrimunur fyri Víking at fáa
leikferðina niður.
Ein dreymastøða hjá
Víkingi er, at HB lossar bóltar
í brotsteigin á miðjari hálvuni,
meðan Víkingur sleppur í
nøkur mótálop.
Eisini verður avgerandi um
spælarar sum Vukasin Tomic
í miðverjuni og Adeshina
Lawal í álopinum hava ein
góðan dag.
HANUS
JACOBSEN
GUNNAR
VATNHAMAR
ATLI
GREGERSEN
HEÐIN
HANSEN
VUKASIN
TOMIC
BOGI REINERT
PETERSEN
SØLVI
VATNHAMAR
ADESHINA
LAWAL
ELIAS
LERVIG
ANDREAS
LAVA OLSEN
ELIAS
RASMUSSEN
Dómari: Dagfinn Forná
Greining av Víkingi:
Fellan hjá Bagga
ÍTRÓTTUR
Finalan um løgmanssteypið 2019
VÍKINGUR
0 0
HB
0 0
TÓRSVØLLUR – 21. SEPTEMBER 2019