hósdagur 19. september 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
22
Løgmans
finalan
Símun Samuelsen:
HEIMIR OG HB LEINGJA?
Undan steypafinaluni hava íslendskir miðlar skrivað,
at Heimir Guðjónsson er á veg til Valur í Íslandi.
Úr HB verður sagt, at samráðingar fyri komandi ár
ganga væl, men enn er einki undirskrivað. Vinnur
HB ikki steypafinaluna skal liðið enda á triðja
plássi, fyri at koma í Evropa komandi kappingarár.
HB hevur ikki vunnið løgmanssteypið síðani 2004 og Símun
Samuelsen hevur ongantíð vunnið føroysku steypakappingina,
men trýstið er ikki størri enn vanligt. – Tað er bara tað vanliga
trýstið, sum altíð er tá tú spælir við HB, sigur Símun Samuelsen
ER ENN STEYPA
LEYSUR – MEN TAÐ
ELVIR IKKI TIL TRÝST
TRÓNDUR ARGE
HB er mest vinnandi felagið í
føroyskari fótbóltssøgu. Í fjør
kom eisini 23. meistaraheitið í
hús, men einki løgmanssteyp
er vunnið síðani 2004. Faktisk
hevur HB bara vunnið løgmans
steypið tríggjar ferðir síðani
1990, men hevur vunnið FM
heilar átta ferðir síðani 2002.
Hinvegin hevur Víkingur
vunnið løgmanssteypið fimm
ferðir síðani 2009, tá Gí og LÍF
løgdu saman til Víking. Undan tí
vann GÍ eisini steypakappingina
fýra ferðir millum 1996 og 2005.
Í nýggjari tíð er tað HB, sum
rennur aftaná í steypasigrum.
Ongin vanlukka at
tapa móti B36
Í fjør skuldi HB rætta upp á tað
í steypafinaluni. Tað endaði við
helst mest dramatisku finlauni í
søguni, tá B36 vann upp á brots
spørk, eftir at teir fingu tveir
spælarar útvístar. Men hvørki
tapið í fjør ella soltnað steypa
søgan í nýggjari tíð leggur trýst
á Símun Samuelsen. Millum
annað tí HB vann FM.
- Árið í fjør var ov deiligt til
at iðra seg. Vit vóru vónbrotir,
men mánadagin eftir møttu vit
B36 arum í Gundadali og tosaðu
um, at hetta var ein tann mest
spennandi og undirhaldandi
steypafinalan nakrantíð. Tað
var tendring í dystinum og tað
gav nakað til føroyskan fótbólt.
Í løtuni var tað keðiligt, men
aftaná hugsi at tað er soleiðis
finalur skulu verða, sigur Símun
Samuelsen.
Hevur vunnið íslendsku
steypafinaluna
Fyrstu ferð 34 ára gamli vágbing
urin ordiliga slapp at royna seg í
eini løgmansfinalu var í fjør. Í 2003
skifti ein ungur Símun Samuelsen
til GÍ, sum tað árið tapti 3-1 móti
B36 í finaluni. Símun var sjúkur á
degnum og kom ikki inn fyrr enn
í longdu leiktíðini.
Hann var í hópinum hjá HB
í 2014, men var ikki partur av
steypafinaluni, tá HB tapti 1-0
móti júst Víkingi. Hinvegin, so
vann hann íslendsku steypa
finaluna við Keflavík í 2007.
- Tað eru fáir menn, sum reypa
um steypasigrar. Tú mátar teg
eftir FM-heitum. Eg havi vunnið
steypakappingina í Íslandi, men
tað gangi eg ikki runt og reypi
um. Tað er ein stórur dagur
og ein stórur dystur. Tí verður
kenslan at vinna og tapa størri
enn vanligt, sigur hann og leggur
afturat:
- FM er størst og so steypa
kappingin, men tað er lætt hjá
mær at siga, tí eg havi vunnið
FM tríggjar ferðir og ikki steypa
kappingina. Tað hevði sjálvandi
verið deiligt at vunnið, sigur
vágbingurin í HB.
Bara vanliga HB-trýstið
HB er langt frá FM-stríðnum í
løtuni. Tí er steypafinalan ein
asti møguleikin fyri gull, men
tað leggur ikki eyka trýst á.
-Vit vinna ikki FM í ár, men eg
hómi at menn bara eru spentir at
spæla. Vit hugsa ikki um Evropa
ella pengarnar. Tað er bara tað
vanliga trýstið, sum ein spælari
hjá HB altíð hevur á sær. Tað er
tí tú spælir við felagnum, sigur
Símun Samuelsen.
Hann gleðir seg at spæla
finaluna, tí tað er stórt fokus á
dystinum.
- Eg haldi at tað er týdn
ingarmikið at gleða seg. Tú ert
spentur, men má ikki blíva ov
spentur. Tað eru nógvir áskoðar
ar og sjónvarpið vísur dystin.
Mær dámar væl at spæla slíkar
dystir, sigur vágbingurin í HB.
Mugu klára seg uttan
Trónd og Hørð
HB verður uttan Trónd Jensen
og Hørð Askham, sum báðir
hava meiðslað sær knæið.
- Tað er serliga á miðjuni, at
vit missa ein mann sum skipar
spælið. Vit kunnu broyta spæl
skipan, men tað er ringt at
avloysa ein slíkan spælara.
Tað er keðiligt, men eg havi
stóra trúgv upp á, at vit kunnu
loysa uppgávuna, sigur Símun
Samuelsen.
Hann sigur víðari, at tað altíð
er keðiligt at missa ein spælara
sum Trónd Jensen
eitt heilt kapp
ingarár, men á
degnum kunnu
teir klára seg.
Víkingur
leggur
ongantíð
kongin
Símun Samuelsen
hevur stóra virðing
fyri Víkingi. Hann
spældi sjálvur við
blá og gula partinum
av Víkingi í 2003, tá hann
fylgdi Krzysztof Popczynski
úr VB til GÍ.
HB hevur tvær ferðir í ár
vunnið 3-1 á Víkingi í Gundadali.
So seint sum 25. august vann HB
3-1, eftir at Víkingur var á odda
1-0 í hálvleikinum. Fyri summar
steðgin vann Víkingur innan
hýsis uppgerðina í Sarpugerði.
- Víkingur hevur eitt lið av
spælarum, sum hava vunnið
steypkappingina og FM. Teirra
styrki er, at teir hála sigrar
heim, tá tað sær vónleyst út.
Tað er ongin ivi um, at munurin
í dystunum fyrr í ár í Gundadali
verður útjavnaður til dystin
leygardagin, so at teir spæla upp
til okkum. Tað gert tú á einum
slíkum degi, sigur vongurin og
leggur afturat.
-HB og Víkingur kenna hvønn
annan væl. Eftir 22 umfar hava
vit næstan líka nógv stig og tað
merkir at hóparnir avrika javnt.
Seinasti dysturin í Gundadali
var góður fyri okkum, tí vit
royndu at vera aftanfyri og
koma afturíaftur og vinna. Nú
hava vit roynt næstan alt móti
Víkingi. Tapt, vunnið og vunnið
eftir at hava verið aftanfyri,
sigur Símun Samuelsen.
Hann leggur afturat, at lykilin
hjá HB verður at halda eina høga
leikferð og ikki missa bóltin á
miðjuni í uppspælinum.
-Eg vænti ikki teir broyta
spæliætlan til eina finalu.
Vit vita at tað er tað teir bíða
eftir, sigur 34 ára gamli Símun
Samuelsen, sum nú ætlar at
vinna løgmanssteypið á fyrsta
sinni.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
ÍTRÓTTUR