Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 108 23 HB ER STEYPALIÐIÐ Í FØROYUM HB hevur vunnið steypakappingina 26 ferðir. Tað eru heilar tjúgu ferðir fleiri enn eitt nú B36. Leggur tú Víking og GÍ saman, so hava tey vunnið steypakappingina 11 ferðir. Sermerkt fyri HB er, at felagið ikki hevur vunnið løgmanssteypið í 15 ár. Seinast var í 2004, tá HB vann 3-1 á NSÍ. HB hevur fingið tvær óvæntaðar avbjóðingar til steypafinaluna. Fyrst bleiv Hørður Askham skaddur í landsdystinum móti Svøríki og hevur slitið krossbandið. Sunnudagin mátti Tróndur Jensen av vøllinum í dystinum móti Skála. Hann hevur eisini fingið ein skaða í knæið, men enn er óvist hvussu álvarsamt tað er. Jógvan Rói Davidsen, sum hevur sitið á bonkinum síðani summarsteðgin, er natúrligi avloysarin fyri Hørð Askham á høgra bakki, men tað verður ein størri avbjóðing av finna ein avloysara fyri Trónd Jensen á miðjuni. Mest sannlíkt verður tað Dan í Soylu, sum kemur inn á liðið, men tað er eitt sindur ivasamt júst hussu kortini verða blandaði. Ein møguleiki er, at René Shaki Joensen verður fluttur aftur á plássið hjá Tróndi og Dan í Soylu verður í framrættaður miðvallari. Síðani er kapping um vinstra vongin og álopsplássið. Pætur Petersen og Símun Samuelsen dystast um vongsplássið, har fyrrnevndi hevur spælt væl í seinastuni, meðan Símun hevur royndirnar. í álopinum verður tað ein antin Ari Mohr Olsen ella Sebastian Pingel. Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB, tykist hava gott eyga á Ara M. Olsen. Spælið hjá HB kemur ikki at ganga eins væl og tá Tróndur er inni, men tað letur upp fyri einum meiri beinleiðis spælistíli, har HB arnir ikki spæla so nógv upp á tvørs, men hldur beint fram. MAGNUS EGILSSON SÍMUN SAMUELSEN LASSE ANDERSEN BRYNJAR HLÖÐVERSSON BARTAL WARDUM RENÉ SHAKI JOENSEN DAN Í SOYLU ARI M. OLSEN JÓGVAN RÓI DAVIDSEN ADRIAN JUSTINUSSEN TEITUR M. GESTSSON Dómari: Dagfinn Forná Greining av HB: Skulu finna avloysara fyri Trónd Jensen ÍTRÓTTUR Finalan um løgmanssteypið 2019 VÍKINGUR 0 0 HB 0 0 TÓRSVØLLUR – 21. SEPTEMBER 2019