Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 108 24 Stóra steypafinaluvikuskifti hjá Fótbóltssambandi Føroya stendur fyri framman. Fríggja­ dagin eru tvær steypafinalur á skránni, meðan fimm finalur verða spældar leygardagin. Upprunaliga skuldu sjey finalur verðið spældar leygardagin, men vegna serligar umstøður blivu finalurnar hjá U15 Dreingjum og U13 Gentum fluttar. Fyrsta steypið fór til Klaksvíkar KÍ vann finaluna um Cadbury- steypið, sum bleiv spælt við Løkin í Runavík 11. september. Longd leiktíð mátti til, fyri at finna ein vinnara, men tá avtornaði vunnu klaksvíkingar 4-2 á Víkingi. KÍ var á odda 2-0 til fáir minuttir vóru eftir at spæla. Men tríggjar minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin minkaði Víkingur um munin, og í yvirtíðini javnaðu teir ljósabláu til 2-2. Klaksvíkingarnir hingu eina løtu við høvdinum, men teir reistust skjótt aftur, og í umdystinum, sum var tvær ferðir 10 minuttir, skoraði KÍ tvey mál, og vann til endans 4-2. Jákup Vilhelmsen skoraði tvey av málunum hjá KÍ, meðan Tóki á Lógv og Silas Gaard gjørdu hvør sítt. Málini hjá Víkingi skoraðu Ólavur Jákupsson Poulsen og Sigmund Hansen. Aftaná dystin varð liðskiparin hjá Víkingi, Jákup Andrias Thomsen, valdur til dagsins leikara. U13-genturnar hjá HB skrivaðu søgu HB vann fyrstu steypa­kapp­ ingina fyri Gentur U13. Í finaluni vann HB 4-1 ímóti 07 Vestur. Fríða M. Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Maria D. Eyst­berg og Silja G. Eystberg gjørdu hvør sítt. Málið hjá 07 Vestur skoraði Lisa Haraldsen Í ár er fyrstu ferð at Fót­bólts­ samband Føroya hevur skipað fyri steypakapping fyri Gentur U13. HB og 07 Vestur komu í finaluna, sum varð spæld á Tórs­vølli mikudagin, og úrslitið gjørdist 4-1 til HB, sum var á odda 3-1 í hálvleikinum. Fríða Magnusardóttir Jakob­ sen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Maria Dahl Eystberg og Silja Geirsdóttir Eystberg gjørdu hvør sítt. Einsamalla málið hjá 07 Vestur skoraði Lisa Haraldsen. ÍTRÓTTUR Stóra steypafinaluvikuskiftið: TVÆR ERU SPÆLDAR OG SJEY VERÐA UM VIKUSKIFTIÐ Nú er greitt, hvør skal døma finaluna um Løgmanssteypið, umframt allar hinar steypafinalurnar, sum eru á skránni komandi dagarnar. Í ár verður tað Dagfinn Forná, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, meðan danska, Frederikke Lydia Søkjær skal døma finaluna hjá kvinnum. Frederikke hevur drúgvar royndir sum dómari í fremstu kvinnudeildini í Danmark, og tað, at hon nú er komin til Føroyar at døma steypafinaluna, er partur av dómara-samstarvinum millum norðurlondini. FSF hevði annars ynskt, at havt kvinnuligar føroyskar dómarar til steypafinaluna hjá kvinnum, men hetta er tíverri ikki møguligt í ár. - Vit hava leingi arbeitt miðvíst fyri at fáa kvinnuligar fótbóltsdómarar í Føroyum, og tað gera vit framvegis Men vit mangla heilt einfalt kvinnur í føroyska dómaraskaranum. Tað er ein avbjóðing, sum vit sera fegin vilja finna loysnina uppá, tí tað hevði verið ein sjálvsagdur vinningur fyri ikki bara kvinnusíðuna, men fyri føroyskan fótbólt sum heild, um bæði kynini vóru at síggja í so nógvum leiklutum á og uttanfyri vøllin sum gjørligt, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari í FSF. Dagfinn Forná byrjaði at døma í 1997, og fýra ár seinni, í 2001 dømdi hann sín fyrsta dyst í fremstu deildini. Tað er tí ein royndur dómari, ið skal leiða dystin millum HB og Víking leygarkvøldið. - Onkursvegna kann man samanbera okkara fyrireiking við fyrireikingina hjá fótbóltsliðunum. Vit hyggja eftir nógvum sjónbandatilfari. Serliga hyggja vit eftir dystum, har hesi bæði liðini hava spælt móti hvørjum øðrum fyrr, so vit kunnu staðfesta, um tað eru tendensir, sum vit skulu halda eitt vakið eyga við, sigur Dagfinn Forná við heimasíðuna hjá FSF. Dagfinn Forná dømir finaluna Fríggjadagin 20. september Klokkan 17:30 B36 – ÍF/Víkingur/ B68 (Gentur U18 / Mótasteypið) Klokkan 20:00 HB – Skála (U21 / Intersport Steypið) Leygardagin 21. september Klokkan 10:00 B36 – HB (Dreingir U13 / Solar Steypið) Klokkan 11:30 B36 – KÍ (Gentur U15 / Eilif Arge Steypið) Klokkan 14:00 Víkingur – HB (Dreingir U17 / Blaðberasteypið) Klokkan 16:30 HB – EBS/Skála (Steypafinalan kvinnur) Klokkan 20:00 Víkingur – HB (Løgmanssteypið) FAKTA: Dómarar og hjálpardómarar í ársins steypafinalum verða hesi: Løgmanssteypið: Dagfinn Forná (dómari), Dan Højgaard og Marner F. Olsen Steypafinalan kvinnur: Frederikke Lydia Søkjær (dómari), Fie Brun og Jógvan Breckmann U21: Aron S. Vest (dómari), Kristian G. Joensen og Dávid W. Sjóstein U18 Gentur: Stephan Petersen (dómari), Pætur E. Rasmussen og Nicklas Dam U17 Dreingir: Jón Tór Baldvinsson (dómari), Jan E. Glyvradal og Hanus Johannesen U15 Gentur: Tóki Høghamar (dómari), Emil Sørensen og Eli W. Finnssen U13 Dreingir Árni B. Petersen KÍ er steypavinnari í 2019 í kappingini fyri Dreingir U15 – Mynd: KÍ.fo HB er steypavinnari 2019 í kappingini fyri Gentur U13 - Mynd: Bjarni Enghamar Dómarin: