hósdagur 19. september 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
25
Havnin eigur helmingin av teimum 18 plássunum í steypa-
finalunum í fótbólti, sum verða spældar um vikuskiftið ella
longu eru spældar. Tórsvøllur hýsir stóra fótbóltsvikuskift-
inum, og sjey steypafinalur skulu nú spælast á altjóða
leikvøllinum í Havn.
Havnin hevur lið í átta av teimum nýggju steypafinalunum,
og í einum føri er talan um finalu millum havnarfeløg. HB
er við í seks steypafinalum, og B36 er við í trimum finalum.
Gongur eftir vild hjá HB og B36, kann nógv gull liggja eftir
í Havn um vikuskiftið.
Í kvinnufinaluni skal HB spæla ímóti felagsliðnum EB/-
Streymur/Skála. Hetta er fimtu ferð í seks ár, at HB er við í
steypafinaluni, og áður hevur HB vunnið kvinnusteypið
fimm ferðir, men ikki síðani 2001. Vit vóna, at tað í ár fer
at hepnast HB at vinna tann stóra steypasigurin, kvinnur-
nar og felagið so fegin vilja vinna.
Í mansfinaluni skal HB spæla ímóti Víkingi. Í fjør var talan
um reina havnarfinalu, men hesaferð umboðar HB
høvuðsstaðin í finaluni um Løgmanssteypið. Í fjør mátti HB
lúta fyri B36 í brotssparkskapping, og tí eru spælararnir
ivaleyst sera svangir eftir steypasigrinum.
HB er stóra steypafelagið hjá monnum. HB hevur vunnið
steypakappingina heili 26 ferðir, og einki annað felag er í
nánd av hesum tali. Í fjør kom HB aftur á sigursslóðina við
at vinna føroyameistaraheitið í mansfótbólti sannførandi,
og nú er tíðin vónandi komin, at HB aftur fer at lyfta
løgmanssteypið.
Vit fegnast um, at Havnin er vertur fyri stóra steypaviku-
skiftið, og vit vilja bjóða øllum vælkomin á Tórsvøll at
njóta steypafinalurnar 2019.
Annika Olsen
borgarstjóri
Havnin stendur
sterk í finalunum