hósdagur 19. september 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
29
Listastuðul skal koma
teimum røttu til gagns
- Eingin skal liva av stuðli burturav. Tað skal
eisini vera ein ávís portión av egindrift, sigur
Jenis av Rana, nýggjur mentamálaráðharri, sum
millum annað er sinnaður at játta pening til eina
myndlistaleið á listaútbúgvingini hjá Setrinum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
Í
samgonguskjalinum fyri
2019-23 stendur, at nøkur
viðurskifti á listaøkinum
skulu endurskoðast. At
endurskoða er eitt breitt fyribrigdi,
sum kann fevna um nógv. Tí spyrja
vit nýggja mentamálaráðharra
Føroya, Jenis av Rana, hvat tað
merkir, at skipanin við mentanar-
og listastuðli skal endurskoðast.
- Tað er í dag eitt hav av stuð
ulsmøguleikum. Stundin er komin
at eftirmeta skipanina fyri at
finna út av, um vit skulu leggja á
annan bógv og gera nakrar aðrar
stuðulsmøguleikar. Tað vera
nógvir pengar givnir út til listafólk
hvørt ár, men spurningurin er, um
teir koma teimum røttu til gagns,
sigur Jenis av Rana og vissar fyri:
- Ætlanin er ikki at gera nakrar
skerjingar ella slóðbrótandi broyt
ingar, men heldur tryggja, at
eingin dettur niður ímillum.
- Eingin skal liva av stuðli
Jenis av Rana sigur, at tað almenna
stuðlar longu listafólkum í stóran
mun, og hetta burdi verið nóg
mikið.
- Mann kann ikki bara fáa og
fáa. Tað skal eisini vera ein ávís
portión av egindrift. Eingin skal
liva av stuðli burturav, sigur hann.
- Tað er ikki altíð, tað er gagnligt
at stuðla og geva pengar út. Vit
skulu heldur finna tey evnaríku,
sum klára at brúka sínar gávur,
og tey skulu fáa góðar umstøður,
millum annað hølismøguleikar,
sigur Jenis av Rana.
Listafólk skulu
finnast tíðliga
Hann heldur tað vera eina gongda
leið at fokusera uppá listaspírar í
fólkaskúlanum og barnagarð
inum.
- Í skúlanum leggur mann stór
an dent á tað verkliga og bókliga,
og tí er tað lætt hjá børnum við
listarligum gávum at detta niður
ímillum. Mann má byrja longu
í barnagarðinum at finna tey
børnini, sum hava evnini, og hetta
skulu lærarar og námsfrøðingar
hava í huga, sigur hann.
Nýggi mentamálaráðharrin er
opin fyri hugskotinum at menna
listaútbúgvingina til eisini at
fevna um eina myndlistaleið.
- Tað vil eg absolutt arbeiða
fyri. Tey á Fróðskaparsetrinum
eru vælkomin at koma og tosa
við okkum, og so finna vit óivað
útav onkrum.
Lív skal í Hoydalar aftur
Í næstum flyta LISA og Tjóðsavnið
eftir ætlan inn í bygningarnar
í Hoydølum, sum skal vera ein
mentanardepil. Men nýggja
samgongan heldur, at ætlanirnar
við Hoydølum eru ov ógreiðar.
- Verkætlanin hevur gingið
øgiliga seint, og vit vita lítið um
smálutirnar. Vit vilja gjarna kanna
avtalurnar nærri. Men vit fara ikki
at taka nakað frá teimum, sum
hava fingið, sigur Jenis av Rana,
sum vil hava lív aftur í Hoydalar
sum skjótast.
- Vit vilja hjálpa LISA og Tjóð
savninum at koma í gongd. Men
um tey ikki síggja seg før fyri tí, so
mugu vit hjálpa onkrum øðrum.
Vit vilja bara tryggja, at Hoydalar
aftur verður eitt stimbrandi stað,
har fólk kunnu leita sær. Hatta er
jú ein perla mitt í høvuðsstaðnum,
sigur hann.
Jenis av Rana: