hósdagur 19. september 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
28
TEMA: Myndlistaspírar
Tað er upplagt við
myndlistaútbúgving
- Myndlist er ein alt ov undirraðfest listagrein í Føroyum. Við eini myndlistaleið
kundu komandi ættarlið fingið skipaða frálæru frá okkara fremstu myndlistafólkum,
sigur Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðari á nýggju listaútbúgvingini
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
Í
heyst sá nýggja diplomútbúgvingin
í
listaligum
arbeiði
hjá
Fróðskaparsetrinum
dagsins
ljós. Hendan útbúgvingin leggur
dent á listagreinirnar ritlist og tónlist
- men myndlist er ikki partur av
útbúgvingartilboðnum.
Tað eru tó fleiri, ið hava ynski um, at
útbúgvingin eisini skal fevna um myndlist.
Jens Dam Ziska er útbúgvingarleiðari á
listaútbúgvingini, og hann er samdur í, at tað
manglar eitt myndlistaútbúgvingartilboð.
- Vit vóna, at tað fer at bera til at fáa
myndlist við í útbúgvingina eisini. Vit
hava fólk, ið eru áhugað í at undirvísa í
myndlist, og sum eisini hava gjørt uppskot
um møgulig skeið til útbúgvingina. Tað er
upplagt, nú hetta er ein so stór og týðandi
listagrein í Føroyum, sigur Jens Dam Ziska.
Ein spurningur um raðfesting
Men sum við so nógvum øðrum, so er hetta
ein spurningur um politiska raðfesting.
- Tað veldst sjálvandi um, hvør fígging
verður fingin til vega, og hvør politiskur vilji
er til eina myndlistaleið. Beint nú røkkur
fíggingin bara til tvær leiðir; ritlist og tónlist,
sum vit hava bygt víðari upp á frá øðrum
útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum.
Men vit vilja sjálvandi fegin hava fleiri
listagreinir inn, sigur Jens Dam Ziska.
- Myndlist er ein alt ov undirraðfest
listagrein í Føroyum, tá mann hugsar
um, hvussu nógv betri umstøðurnar eru
hjá øðrum listagreinum. Tað er heilt vist
grundarlag fyri at menna listaútbúgvingina
til at hava eina myndlistaleið eisini, sigur
hann.
Kann koma samfelagnum til góðar
Jens Dam Ziska ivast ikki í, at ein
myndlistaleið hevði breitt seg sum ringar í
vatni til frama fyri føroyska mentanarlívið
og samfelagið yvirhøvur.
- Eg rokni avgjørt við, at leiðin hevði
verið stimbrandi fyri myndlistina í
Føroyum og fyri listaumhvørvið sum
heild. Næmingar við serligum visuellum
gávum og intelligensi hava, sum nú er, fáar
møguleikar at menna síni evni í Føroyum.
Við eini útbúgving í myndlist høvdu fólk,
sum enn ikki hava havt umstøður at ment
síni evni til fulnar, endiliga fingið umstøður
at gjørt tað, sigur útbúgvingarleiðarin og
vísir á, hvussu ein útbúgving í myndlist
kann skapa arbeiðspláss.
- Vit hava nógv myndlistafólk í Føroyum
við høgum og dygdargóðum útbúgvingum,
men hesi listafólk hava ikki møguleika at
undirvísa og deila av sínari vitan í nóg
stóran mun. Við eini myndlistaleið kundu
komandi ættarlið fingið skipaða frálæru
frá okkara fremstu myndlistafólkum.
Listaligi serkunnleikin, sum er í landinum,
hevði harvið komið samfelagnum til góðar
uppá ein meira skipaðan máta enn higartil.
Førleikarnir eru her, men teir verða ikki
brúktir, sigur Jens Dam Ziska.
Útbúgvingarleiðari:
Føroyamálsdeildin hjá Fróðskaparsetrinum er karmur um útbúgvingina í listaligum arbeiði, sum tekur tvey ár