hósdagur 19. september 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
27
- Tey ungu skulu
takast í álvara
- Myndlistaøkið er tað listaøkið, sum mest hevur tørv á
útbúgvingarmøguleikum. Um vit gera meira burtur úr listaútbúgvingum
her á landi, so kunnu vit sleppa undan hasum keðiliga tómrúminum
av ungari list í Føroyum, sigur Kinna Poulsen, listaummælari
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
- Tey ungu listafólkini hava nakað ávíst
frískt og progressivt yvir sær, sum er
praktfult at uppliva, og sum hevur ein
framdrátt og kann vera okkum øllum til
góðar.
Soleiðis sigur Kinna Poulsen, sum í
nógv ár hevur sett orð á føroyska list sum
listaummælari. Hon hevur tí eisini fingurin
á pulsinum, tá umræður myndlist hjá
ungum spírum, sum hon meinar eigur at
raðfestast hægri.
-
Umstøðurnar
hjá
ungum
myndlistafólkum eru av stórum týdningi,
og eg haldi ikki, at tær eru nóg góðar, sigur
hon.
Mugu fáa tey ungu heim aftur
Kinna Poulsen sær tað sum eina uppgávu
hjá samfelagnum at tryggja, at tey ungu,
sum fáast við list, støðast í Føroyum.
- Vit eru her á landi ríkað við nógvum
sera dugnaligum listafólkum, eisini ungum,
og hava á tí økinum somu avbjóðingar sum í
restini av samfelagnum, at so stórur partur
av teimum ungu leitar sær út í heimin at
lesa, sigur hon.
- Í grundini er tað gott, at tey fara út í
heimin at gera sær royndir og útbúgva seg.
Men vit mugu gera alt fyri, at tey koma
afturíaftur, og at tey trívast her, áðrenn
tey fara.
- Vit eiga at stuðla listaspírum
Í tí sambandi heldur Kinna Poulsen,
at samfelagið, landið og kommunan
eiga at raðfesta ungdómslistina bæði á
útbúgvingarøkinum og við at skipa fyri
tiltøkum og framsýningum.
- Har skulu fyriskiparar og listafólk úr
yrkislistaumhvørvinum fáa uppgávuna
at hjálpa til, at velja út og skipa fyri, so at
tey ungu føla, at tey verða tikin í álvara.
Tað er umráðandi, at vit stuðla og hjálpa
ungum listaspírum. Hetta hevur sjálvsagt
týdning fyri tey persónliga, men kann
eisini fáa størri týdning, sigur hon og vísir
á útbúgvingarøkið.
- Um vit gera meira burtur úr
listaútbúgvingum, so rokni eg við, at
vit kunnu sleppa undan hasum keðiliga
tómrúminum av ungari list í Føroyum,
sigur Kinna Poulsen.
Meira samstarv millum skúlar og
listafólk
Kinna Poulsen meinar eisini, at tørvur
er á meira samskipaðum samstarvi millum
skúlar og listafólk.
- Okkurt verður gjørt í sambandi við
sonevnda Listaleypin, men tað er ikki nóg
mikið, og tað er stórt spell, sigur Kinna
Poulsen, sum sjálv er myndlistalærari á
Glasi, har tey hava listalærugreinina á C
og B-stigi.
- Vit arbeiða fyri at fáa lærugreinina upp
á A-stig, júst tí at so stórur tørvur er, og tí
einki útbúgvingartilboð er til teir gávaðu
listaspírarnar í løtuni.
Gerandisdagurin er
vorðin visuellur
Kinna Poulsen vísir á eina kanning, sum
Anne Bamford, professari, gjørdi fyri
nøkrum árum síðani.
- Kanningin staðfesti, at eingin skipaður
mentanarpolitikkur var fyri børn og ung í
Føroyum. Tað er stórt spell, bæði listarliga,
men eisini samfelagsliga um hugsað verður
um, hvussu visuellur okkara gerandisdagur
er vorðin, og hvussu tað visuella alla tíðina
ekspanderar, sigur Kinna Poulsen og greiðir
víðari frá, hvat hon meinar við tað visuella
í gerandisdegnum.
- Tá tað kemur til at lesa og fata myndir,
hevur einki ættarlið sum tað unga í
dag, verið so nógv útsett fyri myndum.
Myndirnar koma í støðugum streymi úr
sjónvarpi, teldum, iPad, iPhone, plakatum,
reklamum og memes. Tey ungu tulka og
lesa myndir við øgiligari ferð, men kanska
uttan at vera tilvitað um, hvat tað er,
myndirnar gera og vilja og hví.
- Tí er útbúgving neyðug á økinum, sigur
Kinna Poulsen.
- Kann ikki ganga nóg skjótt
Kinna Poulsen vónar, at myndlist verður
viðurkent eins og aðrar listagreinar sum
skjótast.
- Vit hava sæð gjøgnum fleiri ár, at
umstøðurnar eru vorðnar nógv betri á
tónleikaøkinum, har tey hava nýggjan
musikkskúla, musikkskúlamiðnám og fyri
ikki at tala um ta nýggju listútbúgvingina
á Fróðskaparsetrinum, har ung fólk nú
útbúgva seg innan bæði ritlist og tónleik,
sigur hon.
- Vónandi verður hendan útbúgving
skjótt víðkað við eini myndlistarligari grein.
Hetta er ætlanin, og eftir míni meting kann
tað ikki henda nóg skjótt, tí myndlistaøkið
er tað listaøkið, sum mest hevur tørv á
útbúgvingarmøguleikum, sigur Kinna
Poulsen.
Kinna Poulsen:
Kinna Poulsen eygleiðir eitt listaverk