hósdagur 19. september 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
32
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
5. partur
V
ermamma Evald Johannesen
var Margretha. Hon er tí eisini
ein partur av hesi søgu. Í
Fuglafirði varð hon bara kallað
“einkjan”, og tað er eingin ivi um, at hon var
ein megnar kvinna.
Tá ið Margretha í 1975 fylti 70 ár var ein
heilsan til hennara í Dimmalætting, har tað
m.a. varð sagt:
“Ikki altíð munnu stundir hennara hava
verið ein dansur á rósum. Við góðum áræði
hevur hon arbeitt og havt ein rótfastan
Gudsótta. Ongantíð gjørt háva burtur úr
sær sjálvum, men altíð farið stillisliga um
tað, sum hendur hennara hava tikist við.
Hennara partur liggur ikki eftir.
Øll børnini eru væl undankomin – skila
fólk burtur av. Hetta hava tey kanska í kjøt
inum borið, men eisini ein køn móðurhond
hevur havt ein fingur á róðurpinninum.
Eitt, sum altíð er komið fram, tá ið tú
hevur prátað við hesa kvinnu, er hennara
bókligi kunnleiki. Kemur tú inn á gólvið,
kanst tú síggja hana sitandi við vindeygað
og lesa ein ella annan rithøvund, sum ikki
dagliga verður havdur á munni manna
millum. Stundir hevur hon altíð til prát
og ikki gongur leingi, so surrar ketilin
og væl dámdur kaffiroykur fyllir rúmið.
Gamal føroyskur blíðskapur, sum einkjan
so væl er livað inn í, at hetta er partur av
lívi hennara”.
Systkini
Vit hava í seinasta parti umrøtt Jardtrud,
sum var gift við Evaldi Johannesen
Hini systkini vóru:
Poul Johannes f. 1929 og d. 1970
Petur Andreas f. 1931
Samson Hans Jacob f.1933
Elsa Annika f. 1935
Knút f. 05.1937
Harry f. 1940 og d. ?
Steintór f. 1942
Jacoba Óluva Petrina Oluffa Sanna f. 31.
okt. 1944 og d. 22. apr. 1987.
Vit fara umrøða tey av hesum systkjum,
har tað finst skrivligt tilfar.
Frits Johannesen, kendur fróðarmaður í
Fuglafirði hevur skrivað um komuna til av
Oyrarbakka til Fuglafjarðar og um Petur,
Knút og Steintór. Brot er tikin úr hesum
greinum við onkrum ískoyti. Aðrar keldur
eru bløðini.
Flytingin til Fuglafjarðar
Í august 1944 flyta tey til Fuglafjarðar at
búgva. Tey keypa húsini hjá Feilberg og
Hildu Mohr. Feilberg og Jacob, maður
Margrethu, høvdu verið við skipinum
Steady í Grønlandi, so teir kendu hvønn
annan.
Viðførið hjá teimum var ført við átta
mannafarinum Mortaranum til Fugla
fjarðar. Tey gistu nakrar dagar hjá Carolinu
og Gjáar Sofusi, beiggja Margrethu.
Jacob í Búrstovu, maður og pápi, var
farin við Verdandi. Óli, beiggi hansara,
var skipari, og við vóru tveir synir hansara,
Olaf Martin og Petur Andreas. Teir fóru av
Siglufirði í oktobur mánaði 1944 og spurd
ust ikki afturíaftur, 15 mans sjólótust.
Beint eftir, at Gretha hevði átt, segði jarð
armóðurin við hana, at Verdandi mátti
roknast fyri at vera gingin burtur. Hon lá
við Jacobu í føvninginum, og børnini sótu á
eini song dygst við á sama kamari. Samtíðis
sum, at hetta var ein gleðiløta, so var løtan
vorðin tung, nú pápin ikki kom afturíaftur.
Gretha og Jacoba fóru á landssjúkrahúsið,
tí Gretha var dottin, áðrenn hon átti, og
hevði meislað seg. Jardtrud tók húsið upp
á seg, og synirnir Samson og Knút fóru inn
til Kristinu og Hans í Køk at búgva eina tíð.
Gretha var 39 ár, tá ið hon setti seg nið
ur her í bygdini. Hóast tey vóru fremmand
í bygdini, so vórðu tey væl móttikin í Fugla
firði í allar mátar.
Komu væl undan
Margretha kom aftur til jóla, og fingu tey
oftani góða hjálp frá bygdarfólkinum.
Vinstra hond fekk ikki at vita, hvat høgra
hond gjørdi, og mundi hetta ivaleyst vera
ein háttur í tí føroyska samfelagnum, tá ið
neyðstøddum skuldi veitast ein hjálpandi
hond. Eina ferð kom ein lítil smágenta við
einum brævbjálva við 94 krónum, sum tey
skuldu hava. Hetta var stórur partur av eini
vikuløn tá.
Gretha vaskaði eisini fisk og fekk um
leið 16 kr fyri hetta um dagin. Gentan hevði
verið og keypt og fekk at vita, at restin
skuldi berast niðan til Einkjuna. Mangan
stóðu íløt til dømis á trappusteininum, tá
ið tey komu upp um morgnarnar, so hetta
lívgaði um tilveruna. Gretha vaskaði fisk
niðri í kjallaranum í Piddasa handli, og
børnini skóru burturúr, t. d. blóðið, sum
savnaðist í uggunum, tá ið fiskurin varð
kruvdur og flaktur. Tað var óivað heppið,
at tey vóru flutt til Fuglafjarðar eftir at for
syrgjarin var farin. Kanska vóru møguleik
arnir fleiri her at koma undan enn aðra
staðni.
Knút: Húsasmiður og snikkari
Í 1952 fór sonurin Knút at læra til húsasmið
og snikkara. Um summarið var smíðað
uttandura og um veturin innandura.
T.d. gjørdi snikkaravirkið hjá Jacob Oluf
kirkjuna í Dali. Teir, sum vóru í Dali og
smíðaðu, vóru Elias á Skipanesi, Elias
Joensen, Óli Abrahamsen, pápi nýggja
landsstýrismannin, Helga, Jacob Oluf
Jacobsen og Knút Larsen.
Kirkjan varð innilokað 1956 og smíðað
innan 1957. Snikkaraarbeiðið varð gjørt
í Fuglafirði og ført við útróðrarbátinum
Støðini til Dals. Knút hjálpti Pola (Napole
on Lambaa), sum hevði lært til møbilsnikk
ara í Danmark, at gera talarastólin, altar
borðið og knæfallið. Poli legði lívsins træ
inn á altarið, skorið í ahorn og lagt inn í
mahogni. Soleiðs kann ein snikkari , sum
hevði góðar hendur, føra seg fram listaliga
og seta síni spor í nakað, sum er okkara
aðalhyrnissteinur í okkara trúarverð.
Tað prýðið, sum er undir altarringinum
og knæfallinum, varð smíðað av Erlingi
Hansen, Erling á Støðini, og Johan Suðring
(Petersen) í smiðjuni í Fuglafirði. Hetta var
tilevnað úr fýrhyntum jarni, har sirklar í
miðjuni høvdu ein kross, sum riggar stak
Margretha Larsen var ein av kvinnuligu hetjunum
í okkara samfelagið. Kom at sita einkja við
níggju børnum, sum øll komu væl undan
SIÐSØGA
MARGRETHA VAR EIN
MEGNAR KVINNA
Fyrr er greitt frá, tá ið eldur kom í Hjørdis í 1954. Nú vísir tað seg, at Evald eigur myndir frá hesi dramatisku hending. Roykurin sigur nakað nógv um hvussu álvarsom støðan var.