hósdagur 19. september 2019síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
33
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá Verdandi og tað íkast Evald hevur
til hesa søgu. Hetta verður eisini ein minnisgrein um teir 30 menninar,
sum mistu lívið av vanlukkum í 1944, fyri júst 75 árum síðani.
væl. Fóturin undir doypifuntinum var
eisini snikkaður til av teimum úr sama
tifari.
Góður handverkari
Í 1959 fór Knút niður á Haslev Handverk
araskúla og í 1962 á bíbliuskúla í Oslo.
Hann arbeiddi eina tíð í Noregi. Tá ið
hann kemur aftur úr Norra 1964, fer hann
aftur at arbeiða á verkstaðnum hjá Jacob
Oluf, men 1970 fer Knút undir sítt egna
snikkaravirki og hevur tað til 1975. Jacob
Oluf vildi fegin hava hann at koma aftur
á sítt virki og verða drívmegin sum leiðari
á verkstaðnum. Hesum tók hann av og átti
ein triðing av verkstaðnum á Kambsdali. Í
hesum starvi var hann til 1985, og fór aftur
undir sítt egna virki, sum hann hevði til
2010. Knút hevur verið ein góður hand
verkari og smiður. Tá ið Frits og konan
bygdu, gjørdi hann songina hjá teimum,
køkin, gongsskápini og annað, alt væl úr
hondum greitt.
Petur: Baader til Fuglafjarðar
Petur var 10 ár í Grønlandi í seksti árunum.
Komin heim fór hann at arbeiða við
Baader flakamaskinum her á landi. Hetta
virksemið var hann farin undir, meðan
hann var heima um veturin. Hann plagdi
at vera hjá Dáva í Gerðinum, eitt sindur á
Kósini og á flakavirkinum í Seyrvági hjá
Dánjali Niclasen, bæði tá ið hann kom
aftur, og tá ið hann fór yvir aftur. Tað
gekst misjavnt á við flakamaskinunum,
og Birgir Danielsen, stjóri á Fiskasøluni,
vildi fáa skil á hesum. Fiskasølan vildi hava
Petur at fara út á flakavirkini at taka sær
av maskinunum og umvæla tær, tá ið illa
vildi til. Sum hugsað so gjørt. Fiskasølan
var líkasum hansara arbeiðsgevari.
Fleiri ferðir hevur Petur verið á gátt
í Baaderverksmiðjuni í Lübeck, meðan
hann hevur tikið sær av Baader í Føroyum.
Verksmiðjan Baader varð grundað í 1919 av
Rudolph M.J. Baader, sum menti hetta virk
semi sum eina alheims verksmiðju. Ein
heilan mánað var Petur á verksmiðjuni,
áðrenn hann bleiv teirra maður í Føroyum.
Hann kom enn tá inn í kjarnuna á verk
smiðjuna, royndarverkstaðið, har slapp
eingin inn við tað góða. Petur var væl við
leiðaran av hesi deild, Herbert. Atli, sonur
in, var eitt heilt ár har niðri, og bleiv hann
eisini væl við Herbert.
Tá ið virksemið byrjaði, var verkstaðurin
í kjallarinum, og skjótt var hann útbygdur
niðaneftir. Men tað gekk ikki long tíð, so
keypti Petur húsini hjá Sigurd Simonsen,
yngra, í Toftabønum. Hóast Petur var farin
at arbeiðja í Føroyum, so vitjaði hann aftur
til Grønlands at umvæla Baadermaskinur
nar har yviri.
2001 varð bygningur reistur á kaiini í
Fuglafirði til hetta virksemi. Nú vóru um
støðurnar so góðar sum aldri áður. Nú
kundu maskinurnar, sum skuldu hava eina
ordans yvirháling, koyrast inn á virkið.
Í 2007 keyptu synirnir Atli Larsen og
Rógvi Róin fyritøkuna, ið teir báðir enn
reka. Fyritøkan er nógv vaksin, og í dag
røkkur hon útum landoddarnar við tæn
astum og vørum til fiskivinnuna runt í
mongum londum
Steintór: Grundleggjarin
av Kambsdali
Yngsti beiggin Steintór Larsen var ein
virkin bygdaráðsformaður í Fuglafirði frá
1980 til 1988. Hann legði m.a. til brots við
umlættingarheimi.
Tað var eisini í hansara tíð, at kommun
an legði til brots at fáa búseting í Kambs
dali, sum í dag er ein virkin partur av
kommununi, eisini við vinnuligum virk
semi. Steintór var eisini nevndarlimur í
Havsild, og har komu hann og undirritaði
at arbeiða saman. Steintór hevur verið
tannlækni í bygdini í mong ár.
Samson: Bjargaði
mannleysum skipi
Ein av beiggjunum var Samson, sum var
skipari á tí 3.000 tons stóra Vigrafjord hjá
norska reiðarínum Den norske Amerika
linje. Teir sigldu uppá Eysturafrika og
Madagaskar.
Á eini ferð í 1972 sóu teir royk sum av
eldi í einum skipi. Teir broyttu kós og
royndu at koma í samband við skipið, men
fingu einki svar. Tá var manningin farin
av skipinum.
Men kortini sá skipið út til at vera
nokk so óskalað. Teir fóru so í gongd við
at bjarga skipinum, og tað eydnaðist eftir
trimum døgum. Tað er ein nokk so stór
frásøgn um hetta í Dimmalætting.
Seinni kom skiparin og umboðsmenn
fyri reiðaríið umborð, og tað fullu nógv rós
andi orð um tað valaarbeiði, her var gjørt
við at bjarga skipinum í havn.
Dimmalætting skrivar eisini, at metta
virðið av skipinum var 26 mill. norskar
krónur. Samsýningin fyri bjarging var 2,6
mill. Hetta mundi geva eitt fitt av kast til
reiðarí og manning.
Samson sigldi eisini við stóra ferða
mannaskipinum Bergensfjord sum stýri
maður. Teir vóru eina ferð inni á Havnini.
Samson læs til skipsførara í Noregi.
Har hitti hann Margot, sum hann giftist
við. Margot er ikki á lívi longur. Nú býr
hann í Vejle i Danmark saman við Honnu
av Strondum.
Jacoba: Fekk heldur
ikki langt lív lagað
Yngsta barnið hjá Jakku og Margretha varð
føtt 31. oktober 1944. Tá var eingin ivi um,
at pápin ikki kom aftur. Hon varð tískil
uppkallað eftir pápanum og fekk navnið
Jacoba.
Hon giftist við Erlingi Anthoniussen í
Fuglafirði, og tey fingu trý børn. Men
Jacoba fekk ikki langt liv lagað heldur enn
pápin. Hon doyði brádliga 22. apríl 1987,
bara 42 ára gomul.
Tað kann greiðast eitt sindur frá henni,
tí tað vóru tvinni minningarorð um hana í
Dimmalætting. Her skal verða endurgivið
brot burtur úr teimum.
Ein vinkona skrivar m.a:
“Jacoba var eitt vælsignað menniskja.
Hon var ein góð kona og mamma fyri sín
mann og síni børn. Jacoba arbeiddi sum
heimahjálp. Tað dámdi henni sera væl og
var hon eisini væl dámd, har hon kom. Hon
segði ofta, at tað var so gott at kunna hjálpa
teimum gomlu, tí tey vóru so hjartaliga
glað og góð, ja, eisini tey sakna hana nógv”.
Ein vinur skrivar um hennara serligu
søgu um pápan, sum hon ikki kom at
kenna. Hildið verður fram:
"Ágrýtin sum Jakoba var, fekk hon sær
tíðliga ymist arbeiði úti og inni, og altíð
var tað væl úr hondum greitt. Í nógv ár
hevur hon verið heimahjálp, og í hesum
starvi var hon sera dúglig, so reinlynt og
umhugsin, sum hon var. Mong eru tey
sum minnast hana við takksemi fyri hetta.
Koba, sum vit vanliga nevndu hana, var ein
merkiskvinna. Tað stóra fylgi, ið fylgdi
henni til gravar, bar prógv um, hvussu væl
umtókt hon var."
Hetta er sjálvsagt ein ófullfíggjað søga
um hesa ættina, men er eitt gott dømi um,
hvussu ein familja kann fóta sær, hóast tað
ringasta hendir, sum í hesum førinum at
missa mann og pápa.
Jakku og Margretha.
Margretha á eldri árum.
Virkið hjá Petur Larsen við sambandi út í heim
Steintór Larsen var sum býráðsformaður við til at leggja grundarlagið fyri Kambsdal