hósdagur 19. september 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
36
NØVN
25 ÁR SÍÐANI EDMUND OG LARS LØKKE FYRSTU FERÐ VÓRÐU VALDIR Á FÓLKATING
21. september í 1994 var fólkatingsval. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, hevði skrivað út val og skuldi fyri
fyrstu ferð sum formaður í danska Javnaðarflokkinum og forsætisráðharri til fólksins dóm. Hóast hann misti undir
tøku í mun til úrslitið hjá Svend Auken í 1990, so kundi hann halda fram sum forsætisráðharri. Men tveir nývvaldir
fólkatingsmenn vóru í tingbólkinum hjá Vinstra hesaferð. Teir vóru tann 30 ára gamli Lars Løkke Rasmussen og
Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, sum í vikuni fyri valið bæði var valdur til løgmann í Føroym og rundaði
fimmti ára aldur.
Í gjár fylti
Edmund Joen
sen, fólkatings
maður, 75 ár
Edmund er ættaður av Oyri og
býr á Oyrarbakka. Hann er
sonur Poul Joensen og Hansinu,
f. Samuelsen, og hann er giftur
við Edfríð, sum er er ættað frá
Norðskála.
Hóast Edmund Joensen
byrjaði sína yrkisleið í politikki
longu í 1970, tá hann varð valdur
í kommunustýrið í gomlu Sunda
kommunu, so kenna vit hann
best sum landspolitikara eftir at
hann varð valdur á ting fyri
Sambandsflokkin í Eysturoyar
valdømi í 1988.
Hann sat sum kommunustýr
islimur til 1980.
Hann var virkin vinnulívs
maður, eitt nú innan fiskaaling
tíðliga í sjeytiárunum og
áttatiárunum. Hann var eisini
stjóri á O. C. Joensen, sum
millum annað hevði rækjuvirki
og skeljavirki á Oyri.
Edmund Joensen hevði bert
sitið sum tingmaður í tvey ár, tá
boð vóru eftir honum til
formanssessin í Sambandsflokk
inum. Stutt framman undan val
inum í 1990 boðaði Pauli
Ellefsen frá, at hann ikki stillaði
upp til komandi løgtingsval,
sum átti at verið í 1992. Men
stutt eftir fráboðanina hjá Paula
Ellefsen slitnaði samgongan
millum Fólkaflokkin, Sambands
flokkin og Tjóðveldisflokkin. Tí
kom formansskiftið í Sam
bandsflokkinum eitt sindur fyrr
enn ætlað.
Valið í 1990 var sermerkt við
tað, at Javnaðarflokkurin vann
stórsigur, fekk 10 fólk vald. Tí
kundi Atli Dam skipa eina
tvíflokkasamgongu saman við
næststørsta flokki, Fólkaflokki
num, sum fekk sjey fólk vald.
Hetta vóru politiskt sera
turbolentar tíðir, og tað fekk
Javnaðarflokkurin at merkja á
valinum í 1994, tá flokkurin var
hálvveraður úr 10 fólkum niður í
5. Edmund vann stórsigur við
Sambandsflokkinum, sum vaks
úr 6 upp í 8 tingsessir og gjørdist
størsti flokkur.
Samráðingarnar um sam
gongu vóru drúgvar í 1994.
Leingi samráddust Sambands
flokkurin, Fólkaflokkurin,
Sjálvsýrisflokkurin og Kristiligi
Fólkaflokkurin um samgongu,
til teir at enda skrivaðu undir
samgonguskjalið – sum øll tey 18
tingfólkini skrivaðu undir. Men
tá málsøkini skuldu býtast,
slitnaði. Tí tók Edmund síðst í
august mánaði upp samráðingar
við Javnaðarflokkin, Verka
mannafylkingina og Sjálvstýris
flokkurin og skipaði samgongu
15. september í 1994, tá Edmund
Joensen gjørdist Føroya
Løgmaður.
Meðan hesar samráðingar
stóðu uppá, var fólkatingsval
stríð, tí Poul Nyrup Rasmussen,
forsætisráðharri, hevði skrivað
út fólkatingsaval at vera 21.
september í 1994. Tá varð
Edmund Joensen valdur á
Fólkating fyri fyrstu ferð – og
eru tað í morgin 25 ár síðani, at
triðelsti fólkatingsmaðurin í
Danmark, Edmund Joensen,
varð valdur á fólkating á fyrsta
sinni.
Meðan Edmund Joensen var
løgmaður røkti Johannes
Martin Olsen á Strondum
fólkatingssessin.
Á løgtringsvalinum í 1998
gekk ikki so væl hjá Sambands
flokkinum, sum aftur misti tveir
tingsessir og fekk 6. Úrslitið av
valinum í 1998 var fullveldissam
gongan, sum hevði sum enda
mál at loysa Føroyar úr ríkisfel
agsskapinum við Danmark.
Alt stríðið, sum Edmund
Joensen, og fyri hansara tíð
Marita Petersen, høvdu við
Danmark og donsku stjórnina
birti upp undir fullveldishug
sjónina í Føroyum, sum endaði
við fullveldisslandsstýrinum,
sum sat frá 1998-2002.
Í 2001 hendi so tað, at
stríðsval var í Sambandsflokki
num. Lisbeth L. Petersen í Havn
bjóðaði Edmundi Joensen av til
formansvalið, og vann.
Men Edmund Joensen gavst
ikki á hondum fyri tað, um hann
tapti fólkatingsvalið. Hann helt
fram sum sterki maðurin í
flokkinum, og tá fullveldisflokk
arnir ikki kundu semjast um at
velja løgtingsformann eftir
løgtingsvalið í 2002, hendi tað, at
Edmund Joensen varð valdur
við atkvøðunum hjá andstøðuni,
tí at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi
valdu ávikavist Óla Breckmann
og Hergeir Nielsen. Edmund
varð sitandi sum løgtingsfor
maður valskeið frá 2004 til 2008
eisini, men tá sum partur av
samgonguni millum Javnaðar
flokkin, Fólkaflokkin og Sam
bandsflokkin.
Á fólkatingsvalinum í 2007
varð Edmund Joensen á øðrum
sinni valdur á fólkating. Sam
bandsflokkurin gjørdist næst
størsti flokkur eftir Tjóðveldi.
Á Fólkaftingsvalinum í 2011
vann Sambandsflokkurin
stórsigur við 30,8 prosentum, og
Edmund Joensen varð valdur
við 1.578 atkvøðum framman
fyri Kaj Leo Holm Johannesen,
táverandi løgmann, sum fekk
1.554 atkvøður.
Á Fólkatingsvalinum í 2015
mist Sambandsflokkurin
fólkatingsumboðanina, sum
Edmund Joensen vann flokk
inum aftur við rimmar valúr
slitinum 28,3 prosentum á
fólkatingsvalinum 5. juni.
Edmund Joensen varð valdur
sannførandi við 1.883 atkvøðum,
meðan Kaj Leo Holm Johanne
sen á øðrum plássi fekk 1.036.
Edmund Joensen er av
royndastu og elstu fólkum, sum
sita á fólkatingi í dag. Men hóast
hann er 75 ár, so eru tvey onnur
fólk, sum eru eldri enn hann.
Næstur kendi Vinstra-politik
arin Berthel Haarder, sum fylti
75 fyri sløkum tveimum vikum
síðani, og elst er Marianna
Jelved úr Radikala Vinstraflokk
inum, sum fyri tveimum vikum
síðani fylti 76 ár.
Til stuttleika kann nevnast,
at miðaldurin á
fólkatingslimunum er 45 ár, og
yngsti fólkatingslimurin er 52 ár
yngri enn Edmund Joensen. Tað
er Aki-Matilda Høegh-Dam úr
grønlendska Siumut (Javnaðar
flokkinum), sum er fødd 17.
oktober í 1996.
Skuldi Edmund Joensen
ætlað sær at sett met sum elsti
fólkatingsmaður nakrantíð, so
klárar hann tað akkurát ikki á
næsta fólkatingsvali. Tí elsti
persónur, sum nakrantíð er
valdur á fólkating er Klaus
Bersten úr Vinstra, sum á
valinum í 1924 varð valdur. Hann
var tá 79 ár og 10 mánaðir. Hann
er eisini tann elsti, sum nakran
tíð hevur sitið í Fólkatinginum.
Tá hann fór úr Fólkatinginum
eftir valið í 1926, tá hann ikki
stillaði uppaftur, var hann 82 ár,
fimm mánaðir og 19 dagar. Hann
hevði tá sitið í Fólkatinginum í
51 ár, tveir mánaðir og 12 dagar.
Yngsti persónur, sum
nakrantíð er valdur á fólkating,
er Karina Sørensen úr Danska
Fólkaflokkinum, sum varð vald
á Fólkating á valinum 20.
november í 2001. Tá var hon 19
ár, sjey mánaðir og 12 dagar.
Edmund Joensen er valdur á
Fólkating fýra ferðir: í 1994, í
2007, í 2011 og í 2019.
Hann er valdur á løgting átta
ferðir: í 1988, í 1990, í 1994, í 1998, í
2002, í 2004, í 2008 og í 2015.
Hann stillaði ikki upp
løgtingsvalið í 2011 og heldur ikki
á løgtingsvalinum hesaferð.
Edmund Joensen er heiðrað
ur sum Riddari av Dannebrog í 1.
stig og hevur móttikið komman
dørkrossin frá Margrethu
Drotning.
• 1995 Ridder af Dannebrog
• 1997 Ridder af Dannebrog af
1. grad
• 2005 Kommandørkorset
Hjartaliga tillukku við 75 ára
føðingardegnum Edmund!
Sambandshøvdingi sjeytifimm ár
FAKTA um Edmund
Føddur 19. september í 1944
Giftur Edfríð Joensen frá Norðskála 9. januar í 1966
Tey eiga børnini Elsu, Siggu og Hjalmar
Bygdarráðslimur í (gomlu) Sunda kommunu 1970-1980.
Løgtingsmaður 1988-2011 og 2015-2019
Føroya Løgmaður 15. september í 1994- 15. ai 1998
Løgtingsformaður 2002-2008
Valdur á fólkating 21. september í 1998, 13. november 2007, 15.
september 2011 og 5. juni 2019
Formaður Sambandsfloksins frá 1990- 2001
Riddari av Dannebrog í 1995
Riddari av Dannebrog 1. grad í 1997
Fekk Kommandørkorset í 2005
Triðelsti fólkatingsmaður eftir fólkatingsvalið í 2019
Ósemja millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í samráðingum um
seinnu fullveldissamgonguna í 2002 førdi til, at Edmund Joensen varð
valdur til tingformann við atkvøðunum hjá andstøðuni