Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 108 37 Ikki við: Jógvan Jóhannesarson (knæið, restina av árinum), Jobin Drangastein (pína), Høður Tórsson (økslin) Við aftur: Hans Jákup Annfinsson (burturstaddur) Ikki við: Erlendur Magnusson (Krossband, langtíðarskaddur), Róaldur Jakobsen (Fótlið, langtíðarskaddur) Við aftur: Brian Jakobsen Ikki við: Høgni Madsen (leikbann, 7 gul), Milan Svojic (leikbann, reytt kort), Poul N. Mikkelsen (knæið, langtíðarskaddur), Henry Heinesen (ryggurin, langtíðarskaddur) Ikki við: Óli Eyðsteinsson Poulsen (langtíðarskaddur) Ivasamir: Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarð (sjúka) Ikki við: Pætur Hentze (fótskaði, langtíðarskaddur) Ikki við: Ivan Ivanovic (fótskaði, ógreitt hvussu leingi), Ragnar Tausen (burturstaddur), Regin í Lágabø (knæskaði, langtíðarskaddur), Ivasamur: Aron Sørensen (vøddaskaði), Eirikur Ellendersen (fótskaði) TRÓNDUR ARGE Ongin av B36, KÍ ella NSÍ hava ráð at seta stig til sunnudagin, tá ein partur av 23. umfari verður spælt. B36 er oddalið og favorittur at vinna FM. Sunnu­ dagin er teir so stórir favorittar, sum tú kanst blíva í føroyskum fótbólti, tá teir taka móti botn­ liðnum ÍF. KÍ er á vitjan á Argjum, har meistaraheitið fór í vaskið í 2016. Argjamenn hava aftur viðgongd, so her kann blíva spennandi. Triði dysturin er í Trongisvági, har NSÍ skal slikka sárini. TB-NSÍ SUNNUDAGIN KLOKKAN 14.30 Fyrsti dysturin í hesum um­fari­ num millum TB og NSÍ. Tað er púra greitt, at gestirnir skulu vinna fyri at halda lív í nøkrum sum helst møguleika fyri at blanda seg upp í FM-stríðið. NSÍ hevur hildið rímiliga fast í somu uppstilling, men vóru í broyttari útgávu móti KÍ. Klæ­mint A. Olsen spældi allan dyst­in, og kann helst spæla aftur sunnu­dagin. Tó er tað ólíkt NSÍ ikki at skjóta mál. Teir skoraðu hvørki móti B36 ella KÍ. Er tað eitt tekin? SOSIALURIN TIPPAR 0-1 B36-ÍF (Beinleiðis á FM1) SUNNUDAGIN KLOKKAN 15 B36 hevur ikki tapt síðani 30. apríl í Runavík. Liðið letur fá mál inn, men tað hevur gingið eitt sindur strilti at skjóta nógv mál. Sunnudagin møta teir ÍF, sum hevur latið flest mál inn. Gest­ir­nir úr Fuglafirði, sum taptu lykladystin móti EB/ Streymi í farnu viku, eru uttan Høgna Madsen og Milan Svojic, ið báðir hava leikbann. ÍF rann ren­na seg í eitt ódnarveður, tí B36 hevur ein málmun, sum er níggju mál verri enn KÍ. Tað kann fáa avgerandi týdn­ ing fyri FM-stríðið. KÍ hevur á pappírinum torførari dystir­nir eftir og tí kann hetta verða ein møguleiki hjá B36, at heita inn á málúrtøkuna hjá klaks­vík­ ingum. B36 vísti móti NSÍ, at í løtuni fara bóltarnir í stongina og inn. Hetta kann blíva ein lang­ur dagur hjá gestunum úr Fugla­ firði. SOSIALURIN TIPPAR: 5-0 AB-KÍ (Beinleiðis á FM1) SUNNUDAGIN KLOKKAN 17 Tað var á Argjum, at alt kiksaði hjá KÍ í 2016. Nú eru teir aftur á Argjum í endaspurtinum og tola ikki at tveita nakað stig vekk. Tað verður heldur ikki nemt hesaferð, tí argjamenn hava viðgongd í løtuni. Teir hava fingið tvífalt so nógv stig í seinnu hálvu, sum fyri summar­ stegin. Við sigrinum á NSÍ hevur KÍ meld­að seg endaliga í FM-stríðið. Tey flestu vóna at tað verður ein FM-finalan í 27. umfari í Gunda­ dali móti B36, men tað krevur millum annað ein sigur sunnu­ dagin. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 Tipping 22. umfar: Upptakt 23. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: TB-NSÍ 2 AB-KÍ 2 B36-ÍF 1 EB/STEYMUR-HB 2 SKÁLA-VÍKINGUR X JÁKUP ÓSÁ: TB-NSÍ 2 AB-KÍ 2 B36-ÍF 1 EB/STREYMUR-HB 2 SKÁLA-VÍKINGUR X TRÓNDUR ARGE: TB-NSÍ 2 AB-KÍ X B36-ÍF 1 EB/STREYMUR-HB 2 SKÁLA-VÍKINGUR 1 STIGATALVAN: 1. LEIVUR FREDERIKSEN 73 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 70 STIG 3. TRÓNDUR ARGE 70 STIG NSÍ TB B36 AB ÍF LIÐ TÍÐINDI KÍ Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. B36 22 17 2 3 39-16 (+23) 53 2. KÍ 22 16 3 3 48-16 (+32) 51 3. NSÍ 22 15 3 4 54-24 (+30) 48 4. HB 22 13 5 4 55-22 (+33) 44 5. Víkingur 22 13 3 6 45-31 (+14) 42 6. SKÁLA 22 8 1 13 23-29 (-6) 25 7. TB 22 5 4 13 17-41 (-24) 19 8. AB 22 4 3 15 23-55 (-32) 15 9. EB/Streymur 22 3 3 16 21-51 (-30) 12 10. ÍF 22 1 3 18 19-59 (-40) 6 Fakta 23.umfar: SUNNUDAGIN: TB-NSÍ (14.30) B36-ÍF (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 AB-KÍ (17.00) BEINLEIÐIS Á FM1 MIKUKVØLDIÐ: SKÁLA-VÍKINGUR EB/STREYMUR-HB (19.00) TOPPLIÐINI SKULU VINNA Tað er lagt upp til tríggjar stórfavorittar sunnudagin, tá tríggir av dystunum í 23. umfari verða spældir. Orsaka av steypafinaluni verða dystirnir hjá steypafinalistunum mikukvøldið