hósdagur 19. september 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
38
TRÓNDUR ARGE – VIÐ LØKIN, RUNAVÍK
H
ann hevur ligið við
fepri í døgunum upp
til dystin. Stóri áleyp
arin, sum hevur verið
í italskum fótbólti í fyrru hálvu.
Hann hevur verið ein stórur
partur av KÍ í seinnu hálvu, har
hann millum dystirnar eisini er
blivin giftur, men málini hava
verið fá - tó avgerandi.
Hann hevur skotið við síðuna
av og hann hevur rakt málverjan.
Onkra ferðina er bólturin farin
í stongina og út. Men tá Páll
Andrasson Klettskað skorar, er
tað avgerandi.
Hann skoraði einasta málið í
1-0 sigrinum á EB/Streymi í 20.
umfari, og hann skorar einasta
málið, tá KÍ mikukvøldið sendi
NSÍ úr FM-stríðnum. Páll
Andrasson Klettskarð var bara
á vøllinum í eitt korter.
-Tað kennist væl at skjóta
málið, eg haldi eg hevði brúk fyri
tí. Eg kundi havt skorað hattrik
seinasta dyst, so tað var gott at
fáa mál í dag. Mín uppgáva var
at koma inn til álopsstøðurnar,
tí vit føla at vit hava gott trýst
á teimum. Teir síggja eitt sindur
tungir út móti endanum og tí var
ætlanin, at eg skuldi inn at leggja
trýst á, sigur Páll A. Klettskarð í
regnum og kuldanum í Runavík
eftir dystarlok.
Eitt mál avgjørdi
Páll A. Klettskarð kemur inn fyri
norska Torbjørn Grytten, tá eitt
korter er eftir. KÍ hevur verið
vandamiklari liði, men Tórður
Thomsen hevur ein góðan dag
í málinum hjá NSÍ.
Tá sjey minuttir eru eftir
velur Bárður J. Hansen at steðga
einum álopið hjá KÍ. Høgri bakk
urin hjá NSÍ fær eisini gult kort
fyri heldur ófantaliga frísparkið.
Jóannes Bjartalíð sendir bóltin
væl innfyri og við nærmasta
økið er fyrrverandi US Breno
áleyparin fyrstu á.
-Tað er instinkt. Eg velji bara
at gera eina renning í fremra
økið og bólturin kemur tíbetur
fyri meg beint har, so eg skal
bara seta fótin á, sigur Páll A.
Klettskarð.
Hann byrjaði á bonkinum og
tað er hørð kapping um plássini
í KÍ. Tó eru fleiri orsøkir til, at
sterki áleyparin byrjaði á bonki
num.
-Vit hava nógvar góðar
spælarar á øllum plássum. Eg
havi ligið í songini í tveir dagar,
so tað er eisini ein partur av, at
eg ikki spældi so nógv í dag. Eg
fekk pressað tað til 15 minuttir,
sigur Páll A. Klettskarð.
Áleyparin hjá KÍ letur eisini
væl at støðu hjá KÍ á stiga
talvuni. Øll liðini hava nú spælt
22 dystir. B36 er fremst við 53
stigum, KÍ hevur 51 stig og NSÍ
hevur 48 stig.
-Tað liggur væl fyri hjá
okkum. Vit hava dystirnir eftir
móti bæði B36 og NSÍ, so vit
kunnu avgera tað sjálvir, men
tað er langur vegur eftir enn.
Vit mugu berjast fyri hvøjum
stigi og tað er einki avgjørt.
Tað verður tætt allan vegin. Vit
mugu bara blíva við at leypa á og
royna at vinna dystir, sigur Páll
A. Klettskarð.
NSÍ leggur ikki kongin
Oddbjørn Joensen, sum var
viðmerkjari
hjá
FM1,
h e l d u r
fyri at NSÍ
fyribils er
úti av FM-
s t r í ð n u m ,
men
Jens
M a r t i n
K n u d s e n ,
hjálparvenjari hjá
NSÍ, vil ikki leggja
kongin.
-Tað er eitt sindur
ótrúligt,
at
vit
eftir tveir ósigrar
móti kappingar
neytunum bara
eru fimm stig
f r á
f y rs ta
p l á s s i n u m ,
men nú mugu
vit vinna allar
dystirnar. Tað
eru treytirnar,
nú vit hava sett
okkum í hesa
ringu støðu. Gera
vit tað, so kann ikki
verða so langt upp til
nummar eitt, sigur Jens
Martin Kundsen við einum
lítlum smíli.
NSÍ valdi at broyta spælskip
an til dystin móti KÍ. Nakað sum
annars plagdi at verða KÍ líkt,
at tillaga seg mótstøðuliði. NSÍ
skifti 4-3-3 út við 3-4-3, soleiðis at
Jóhan Troest Davidsen, Oddur
Højgaard og Einar Tróndargjógv
vóru í miðverjuni, meðan Bárður
J. Hansen og Jann Benjaminsen
vóru á vongbakkunum. Klæmint
A. Olsen byrjaði aftur eftir mat
eitran, men sá ikki út til at spæla
við fullari ferð.
- V i t
m e t t u
a t
sterkasti parturin av KÍ-liðnum
er álopsparturin. Vit hava góðar
royndir av hasum. Millum annað
í Bellymena og tað riggaði sum
so eisini í dag. Teir fáa ein kjans
í fyrra hálvleiki, tí ein maður
hjá okkum svevur. Annars góvu
við lítið vekk í dag, sigur Jens
Martin Knudsen.
NSÍ hevur nú tapt 3-0 og 1-0 á
heimavølli móti ávikavist B36 og
KÍ. Tað ger at NSÍ fær trupult við
at vinna sítt annað meistaraheiti.
FM-finalan verður
millum B36 og KÍ
Tað eru fimm umfør eftir og
nógv bendir á, at vit fáa eina FM-
finalu 26. oktober í Gundadali
millum B36 og KÍ. Tó tykist
B36 hava lættari dystir eftir,
meðan Kí er trýst at vinna í eitt
Sarpugerði og í Klaksvík móti
NSÍ.
Tað er ongin ivi um, at tey
sum standa uttanfyri kundu
hugsað sær eina FM-finalu – nú
fáa vit so at síggja um KÍ klárar
at hanga í B36.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
NSÍ-KÍ 0-1:
KÍ HEVUR TORFØRAR DYSTIR EFTIR
Tað eru fimm umfør eftir og KÍ hevur á pappírinum
torførari dystir enn B36. KÍ skal sunnudagin út á
Argir. Síðani eru dystirnir ÍF (heima), Víkingur (úti),
NSÍ (heima) og so møguliga FM-finlan móti B36, sum
er í Gundadali. Vinnur KÍ ikki allar hesar dystirnar,
so skulu klaksvikingar hava hjálp frá øðrum
Páll A. Klettskarð skoraði málið, sum sendi NSÍ úr FM-stríðnum,
meðan tað verður lagt upp til eitt satt FM-brak í Gundadali í
seinasta umfari av landskappingini, tá B36 og KÍ møtast
PÁLL SENDI NSÍ
ÚR FM-STRÍÐNUM