hósdagur 19. september 2019síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
39
TAÐ SÆR GOTT ÚT HJÁ B36
Nógv bendir á, at B36 í minsta lagi fær møguleikan at vinna
FM á heimavølli í 27. umfari, tá KÍ kmeur á vitjan. Skráin
hjá árstalsfelagnum sær á pappírinum betri út enn tann hjá
kappingarneytunum. Dystirnir eru ÍF (heima), HB (heima), EB/
Streymur (úti), Víkingur (úti) og KÍ (heima). B36 kann tveita
fýra stig og framvegis vinna FM við sigri á KÍ 26. oktober.
Tað sigur eitt sindur um
dystin, at málverjin hjá NSÍ,
Tórður Thomsen, verður
valdur til dagsins spælara.
KÍ var vandamiklari liðið,
men málverjin hjá NSÍ helt
lív í FM-vónin so leingi sum
hann kundi. Tá málið kom,
kundi hann einki gera við tað.
Tórður Thomsen hevði
millum annað eina framúr
bjarging í fyrra hálvleiki, tá
Patrik Johannesen bleiv púra
leysur. Hartil var hann tryggur
í allar flestu støðunum,
sjálvt um umstøðurnar vóru
avbjóðandi. Tað var regn og
eitt sindur av vindi.
Í miðal er tó ongin ivi um, at
spælararnir hjá KÍ standa seg
betri. KÍ var omaná næstan
allan dystin og teir vóru
vandamiklari í álopsstøðu.
Kristian Joensen gjørdi
tað hann skuldi í málinum,
meðan tað sæst at verjan
blívur tryggjari í verjustøðu,
tá Deni Pavlovic er við aftur.
Jóannes K. Danielsen spældi
væl á høgra bakki.
Á miðjuni standa bæði
Jákup B. Andreasen og Simen
Sandmæl sterkir í myndini.
Tann fyrri í tvídystunum og
avspælinum, og tann seinni á
tí tekniska og bóltavbjóðandi
økinum.
Torbjørn Grytten var
sjónligur, tó uttan at fáa
so nógv burturúr. Páll A.
Klettskarð avgerð dystin,
meðan Jóannes Bjartalíð
eigur rós fyri uppleggið.
Hjá NSÍ eru eisini glottar at
hóma. Nýggja samansetingini
í miðverjuni hevði stórar
partar av dystinum gott
tamarhald á støðuni. Bárður
J. Hansen kom nógv fram við,
og Peder Nersveen og Pól
Jóhannus Justinussen góvu
sítt íkast á miðjuni.
Verri gekk at fáa tríggjar
teir fremstu í góðar støður.
Millum annað kom Petur
Knudsen í nakrar góðar
støður, men stuðulin frá
hinum kom ov seint.
Betri deildin menn 16. umfar
NSÍ
0 0
KÍ
0 1
VIÐ LØKIN, RUNAVÍK. 18. SEPTEMBER 2019
8
7
7
6.5
5
6.5
4.5
6
4
6
4
7.5
6.5
7
7.5
7
7.5
7
7.5
6.5
6.5
7.5
TÓRÐUR
THOMSEN
BÁRÐUR J.
HANSEN
PEDER
PERVEEN
PÓL JÓHANNUS
JUSTINUSSEN
JANN
BENJAMINSEN
EINAR
TRÓNDARGJÓGV
PETUR
KNUDSEN
ODDUR Á.
HØJGAARD
KLÆMINT A.
OLSEN
JÓHAN TROEST
DAVIDSEN
BÚI EGILSSON
KRISTIAN
JOENSEN
ÍSAK
SIMONSEN
DENI
PAVLOVIC
JÁKUP B.
ANDREASEN
JESPER
BRINCK
PATRIK
JOHANNESEN
JÓANNES
BJARTALÍÐ
MAGNUS
STAMNESTRØ
TORBJØRN
GRYTTEN
SIMEN
SANDMÆL
JÓANNES K.
DANIELSEN
Betuel Hansen (Inn 80.min)
Boris Dosljak (Inn 64.min)
Páll A. Klettskarð (Inn 76.min)
Jonn Johannesen (Inn 92.min)
4
7
8
Dómari: Kári á Høvdanum
Lat spælið fyri tað mesta koyra. Tað eru altíð støður, sum
kunnu kjakast um, men sum heild var ongin stór feilavgerð.
Móti endanum var nakað rokaligt og onkur NSÍ var heppin
ikki at fáa revsing
7
NSÍ - KÍ 0-1 (0-0)
0-1: Páll A. Klettskarð 83.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
NSÍ: Tórður Thomsen - Jóhan Troest
Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Einar
Tróndargjógv - Bárður J. Hansen
Peder Perveen, Pól Jóhannus
Justinussen, Jann Benjaminsen
(Betuel Hansen, 80.) - Búi Egilsson,
Klæmint A. Olsen - Petur Knudsen
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K.
Danielsen, Deni Pavlovic, Jesper
Brinck, Ísak Simonsen - Magnus
Stamnestrø (Boris Dosljak, 64.),
Jákup B. Andreasen - Jóannes
Bjartalíð, Simen Sandmæl (Jonn
Johannesen, 92.), Torbjørn Grytten
(Torbjørn Grytten, 76.) - Patrik
Johannesen
Spælarametingar:
Tórður
dagsins spælari
í regninum