Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Dagny Midjord, Grønlandsvegur 18, 100 Tórshavn, fødd tann 1. juni 1925, deyð tann 28. august 2019, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 300/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 13. september 2019. Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 So var aftur galið við suð­ur­oy­ar­ sigl­ing­ini, tí at avloysaraskipið ikki tek­ur nóg nógv ferðafólk. Tá Prince skuldi fara av Kramba­ tanga í gjárkvøldið stóðu yvir 100 fólk og einir 50 bilar eftir á bryggj­ uni, tí at skipið bara kundi taka øll við. Fólk fingu at vita, at tey sluppu ikki við ferða­manna­skip­i­num, tí tað tek­ur bara 365 ferðafólk. Við in.fo segði strand­ferðsl­u­ stjór­in í gjárkvøldið, at hann var iva­leys­ur í, at Prince tók 650 ferða­ fólk júst sum Galaxy, sum hevur av­loyst nakrar ferðir. Hann segði, at tað kom púra óvart á seg, tá hann í gjárkvøldið fekk at vita, at Prince bara tekur 365 ferðafólk. Tað er væl skiljandi, at fólk eru sera ørg, tá slíkir tilburðir eru, tí slíkt eigur ikki at koma fyri, at fólk koma í slíkar støður. Men tað er enn meira ør­kyml­ andi, at tað tykist ikki sum um, at høgra hond veit, hvat vinstra hond ger hjá Strandferðsluni. Sjálvandi eigur stjórin at vita, um so er at Strandferðslan hev­ur leig­að eitt ov lítið skip sum av­loys­ ar­a­skip, nú Smyril skal í dokk. Og jú vit vita væl, at tað trupult at finna avloysaraskip, men tað eigur ikki at koma sum ein hvøkkur á leiðsluna hjá Strand­ferðsl­uni, at støðan var so ka­ot­isk, sum hon gjørdist í gjár­ kvøld­ið. Ein eykatúrur til Suð­ur­oy­ ar hevði eyðvitað kostað Strand­ ferðsl­uni ov nógv, ikki bara í olju, men eis­ini havandi hvíli­tíð­ar­krøv­ ini hjá starvs­fólk­u­num í huga. So leingi sum vit hava sjóvegis sam­band millum Suðuroy og meg­ in­land­ið, so skulu vit sjálvandi hava gott ferða­samband. Og sjálvandi kunnu mistøk koma fyri. Øðrvísi verður sjálvandi, tá koyr­ andi verður millum oyggjarnar. Men ein suð­ur­oyartunnil liggur enn í so langt úti í framtíðini. Men tá Sand­oy­ar­tunn­ilin er tik­ in í nýtslu fer sjálv­andi at bera til at sigla mill­um Sandoy og Suðuroy. Tað er ikki vist, at tað verður høg­ lig­asta farleið, men tað vísir seg, at vit vilja sigla sum stytst. Tað verð­ur gjørt við Sandoyarsigling, har siglt verður av Gomlurætt, og tað var eis­ini á sinni gjørt um Vest­manna­ sund. Tí verður tað helst eisini gjørt um Suðuroyarfjørð, til koyrandi verður undir fjørðin til Suðuroyar. Tann verkæltanin verður uttan iva veruleiki og fer eisini at loysa seg fíggjarliga í longdini. Men til ta tíð, so skulu fólk sjálvanda hava greið boð frá Starndferðsluni, so suðuroyingar og onnur ferðandi fáa so góða tænastu, sum tilb ber, eisini í eini bráðfangisstøðu sum hesari Hví koma so ørkymlandi boð frá Strandferðsluni? Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avdúka stan­d­ mynd av El­in­borg TÍÐINDI SÍÐA 8 Vilja hava fólk at seta orð á sjúku TÍÐINDI SÍÐA 6 GEVIÐ SUÐUROYINGUM GREIÐ BOÐ Á løgtingstingfundinum í morg­un, har bara eitt mál var á skránni, eykajáttan til Strandferðsluna í sambandi við, at tað var dýrari enn mett at fáa Smyril í dokk. Á seinasta tingfundi, næstsíðsta leygardag, tá løgmaður varð valdur, boðaði Annika Olsen frá, at hon fór at siga løgtingsessin frá sær. Tað gjørdi hon í morgun. Annika Olsen er numm­ar 10 á listanum hjá Fólka­flokk­ i­num, og tí kom hon inn sum varafólk, tá tey trý lands­ stýrisfólkin hjá Fólka­flokk­i­ num løgdu tingsessirnar frá sær. Fyri hana á tingi møtir Jóhan Eli Lyngvej Poulsen úr Sandvík, sum er nummar 12 á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hjá Miðflokkinum, sum bara hevur tveir tingsessir, røkja nummar 4 og nummar 6 á listanum teir báðar løgtingssessirnar í løtuni. Jenis av Rana hevur farloyvi, so leingi hann er landsstýrismaður, og fyri hann á løgtingið møtir Steffan Klein Poulsen sum fastur varamaður. Men hann bað í morgum um farloyvi. Og av tí, at Bill Justinussen er í farloyvi, tí hann er í New York á ST aðalfundi, og tí at Ragna Ludvig, sum er nummar 5 ikki fekk møtt, tók Rani Andrasson Skaalum sæti fyri hann. Tordur Niclasen, sum er nummar 4 á listanum hjá Miðflokkinum, hevur sæti fyri Bill Justinusen. Eisini Framsókn hevur varafólk fyri sær á tingi í dag. Poul Michelsen bað í morgun um farloyvi, og fyri hann á tingi møtti Ruth Vang, sum hevði fast sæti sum varafólk á tingi seinasta valskeið. Trý nýggj fólk komu á ting í morgun Jóhan Eli Lyngvej Poulsen úr Sandvík hevur sæti á tingi fyri Fólkaflokkin, so leingi Annika Olsen er í farloyvi. Hon tekur ikki sæti á tingi so leingi hon er borgarstjóri í Havn Hóast Rani A. Skaalum er nummar 6 á listanum hjá Framsókn, vóru boð eftir honum til tingfund í dag. Ruth Vang úr Fram­ sókn kom inn fyri Poul Michelsen sum er burturstaddur PROKLAMA Búgvið eftir Janet Matras Toftum, fødd 17.11.1968 – deyð 2. september 2012, ið búði á Teigi 9, 100 Tórshavn, og eftirlivandi hjúnafelaga Jógvan Joensen, er sambært § 75 í skiftilógini latið arvingunum til privat skifti. Í hesum sambandi verða møguligir kravánarar bidnir um, innan 3 mánaðir frá tí at henda lýsing hevur verið í blaðnum, at senda undirritaða fráboðan um krav teirra viðlagt skjølum, ið prógva rættleikan av krøvum teirra, ávísandi j.nr. 1941902. Tikið er við skuld. Tórshavn, tann 13. september 2019 PETUR EVEN DJURHUUS, ADVOKATUR YVIRI VIÐ STROND 4 POSTSMOGA 359 FO-100 TÓRSHAVN