Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. september · Nr. 109 TÍÐINDI Nýggja havrannsóknarskipið er komið – liggur nú á Skála Uttan maskinorku, men við motorinum umborð, kom sleipari á Skála við nýggja føroyska havrannsóknarskipinum Árni Gregersen Skrokkurin er bygdur í Klei­p­ eda í Litava, men nýggja før­ oyska havrannsóknarskipið skal gerast liðugt hjá Mest á Skála. Við einum serkendum formi, serliga har frammi, brýtur nýggja skipið frá flestu før­ oysku skipum, men skrokk­ur­ in líkist nógv teimum norsku skipunum, sum verða bygd til frálandavinnuna. Sjálvt um tað bert var ein skrokkur sum kom inn eftir Skálafjørðinum sunnudagin, so sá skipið snøgt út. Tað er málað blátt og hvítt og er klárt til at alt verður gjørt liðugt um­borð. Mest hevur frá í dag til 1. juni næsta ár at gera stásiliga skipið, sum skal avloysa Magn­ us Heinason, liðugt. Nógv av tí, sum Mest-mann­ ing­in skal brúka til at gera skipið liðugt, er umborð á nýggja skrokkinum. Til dømis stend­ur maskinan umborð, men tað verður uppgávan hjá Mest at seta motorin í skipið og annars gera apteringina og seta alla teknisku útgerðiina í skipið. Stórt skip Nýggja havrannsóknarskipið er stórt. Tað er 10 metrar longri enn Magnus Heinason. Nýggja skipið er 54 metrar langt og 13,6 metrar breitt. Tað er høgt og hevur eitt dekk eyka, so samlaða deksvíddin er dupult so stór, sum umborð á Magnus Heinason. Nýggja skipið fer at kosta millum 250 og 300 milljónir krónur. Eftir ætlan skal tað latast Havstovuni 1.juni næsta ár. Drúgvt kjak var leingi um at byggja nýtt havrannsókn­ar­ skip. Magnus Heinason er frá sjeyti-árunum og hevur seinnu árini kostað nakað í um­væl­ing­arútreiðslum, umframt at skpið ikki lýkur krøvini til eitt slíkt skip í dag. Talan var eitt skifti um at lata okkurt privar reiðarí byggja skipið, men seinasta sam­gongan staðfesti havrann­ sókn­ir sum eina almenna upp­ gávu, sum krevur at landið eig­ur eitt slíkt skip. Skipið er eisini gjørt soleiðis, at tað kann gera seismiskar roynd­ir. Pláss er gjørt umborð til einar tríggjar bingur, við útgerð til seismiskar kann­ing­ar. Havstovan sigur, at nýggja føroyska havrannsóknarskipið er heldur minni enn skipini, sum okkara grannatjóðir brúka til sama endamál, men at nýggja skipið kortini fer at kunna røkja allar uppgávur. Tað verður gjørt til enda­ málið og uppfyllir øll krøvm, sum ICES setir til slík skip. Skipið fær Wartsila-mask­ inu og verður ljóðdoyvt, so tað er vælegnað til kann­ing­ar­ar­ beiði í sjónum. Ov fáir handverkarar Skipið verður nú gjørt liðugt á Skála hjá Mest-skipasmiðjuni har. Seinastu vikurnar er tað sleipað til Føroyar, men veðrið var ikki av tí besta, so neyðugt var at liggja í Ålbæk-víkini í Dan­mark og kroka nakrar dagar. Men í gjár kom tað so inn eftir Skálafjørðinum og var lagt at bryggju undir byggi­ høll­ini á Skála, har hand­verk­ ar­ar nú skulu gera tað liðugt. Tað er ikki nóg mikið av før­ oysk­um handverkarum til hetta arbeiðið, men út­lend­ing­ ar eru komnir til landið at hjálpa til at gera skipið liðugt. Útlendsku handverkararnir skulu búgva í einum bingju­ hús­um sunnanfyri byrggjuna á Skála.