Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. september · Nr. 109 Vilja hava fólk at seta orð á sjúku Hin 28. mars næsta ár verður tiltakið ”Føroyar móti krabba” Vilmund Jacobsen Krabbameinsfelagið sókn­ ast nú eftir søgum, sit­ atum, yrkingum og stutt­ um útsøgnum frá fólki, ið hava ella hava havt krabbamein og eis­ini frá avvarðandi at krabba­ meinsraktum. - Vit sóknast eftir teksti, sum tit møguliga hava skrivað niður og sum í stuttum lýsir, hvussu tit høvdu tað, tá sjúk­an varð staðfest, undir við­ gerð og eftir við­gerð. Í Krabba­meins­felagn­ um vísa tey á, at talan kann vera um stuttar tekst­ir, sitat, yrkingar ella brot úr dagbókum, um­framt støðulýsingar, sum tit eitt nú hava skrivað á facebook, í sms´um ella á mess­eng­ er. Felagið vísir á, at hin 28. mars næsta ár verður tiltakið ”Føroyar móti krabba”. Hetta er aðru ferð, at Krabba­meins­fel­ agið skipar fyri til­tak­in­ um, sum seinast var hildið í 2009. - Tiltakið, sum er ein inn­savning til frama fyri Krabbameinsfelagið, verð­ur í Norður­landa­ hús­inum og verður víst bein­leiðis í Kringvarpi Før­oya. Lagt verður aftrat, at sum partur av tiltakinum verður stór konsert við føroyskum bólkum og ein­staklingum, sum eru frammi í løtuni, umframt upp­lýsing/ kunning um krabba­mein. - Eisini verða frásagnir og prát við fólk, ið hava ella hava havt krabba­ mein og teirra avvarð­ andi. Tað er í samband við hetta tiltak, at Krabba­ meins­felagið nú sóknast eftir søgum, sitatum, yrk­ing­um og stuttum út­ sagn­um frá fólki, ið hava ella hava havt krabba­ mein – og frá teirra av­ varð­andi. - Vit høvdu verið sera feg­in og takksom, um fólk vildu sent okkum til­ far, sum tit kanska liggja inni við og vildu latið okkum brúkt tilfarið til endamálið, siga tey í Krabbameins­fel­agnum. Tað má sigast at vera eitt afturstig fyri landbúnaðin, at eingin keypir seyðaskinn í heyst – og at Krás í Hósvík ikki tekur lomb inn at flett Vænta nógvan útróður í vikuni Streymurin er góður, men harðnar, sum vikan gongur. Útlit eru tó til, at veðrið verður gott Vilmund Jacobsen Flestu línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni, tó eru tvey í íslendskum sjógvi. Skip­ ini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu. - Eitt línuskip er eisini á Rygginum, og aftrat toski er veiðan hjá hes­ um skipi serliga svart­ kalvi og blálonga. Á Fiskamarknaði Før­ oya vænta tey, at annað av skipunum, sum er í íslendskum sjógvi, kem­ ur heim at landa í dag. - Flestu línuskip, sum fiska undir Føroyum í løtuni, koma inn at landa í hesi vikuni. Streymurin er góður, men harðnar út á vikuna. Útlit eru til, at veðrið verð­ur gott. - Vit rokna tískil við nógvum útróðri. Bátar­ nir hava góðan fiskiskap, og veiðan er so at siga bara toskur og hýsa, verð­ur lagt aftrat. Eiði fer at halda 125 ára dagin Vilmund Jacobsen Fyri 125 árum síðan – ella hin 1. oktober í 1894 - var fyrsti bygdaráðsfundur hildin í Eiðis kommunu. Teir, ið mannaðu bygdaráðið tá, vóru Grækaris Joensen, sum var borgarstjóri, Hanus Joensen, Jesar Abrahamsen, Johannes Nysted og Jens Jørgen Kruse. Nú dagurin nærkast, hevur Eiðis kommuna latið frætta, at dagurin verður hildin við hátíðarhaldi týsdagin, 1. oktober, og tá eru øll hjartaliga vælkomin. Dagurin byrjar við, at almennur bygdaráðsfundur verður hildin klokkan 09 – júst somu tíð um morgunin, sum fyrsti bygdaráðsfundur varð hildin í 1894. Eftir fundin fara bygdaráðslimir at vitja barnagarð, skúla og eldrasambýli við einum søtum bita, sum tikið verður til. Stóra hátíðarhaldið verður um kvøldið í nýggja og snotuliga húsinum í Hólmanum, og her fara landsstýrismaðurin í kommunumálum, Helgi Abrahamsen, umboð fyri kommunufelagið og borgarstjórin, Jógvan í Skorini, at siga nøkur orð. Eisini fer Rasmus Joensen, fyrrverandi bygdaráðsformaður, at hugleiða um Eiðis kommunu hesi 125 árini. Millum røður og hugleiðingar, verður felagssangur, og her fer eisini Fróði Bjarnason Joensen at spæla nakrar sangir. - Eftir røðu og sang verða smárættir og okkurt søtt til ábit, siga tey í Eiðis kommunu. PERLA Í VÁGI: Minnisvarðaøkið er av sonnum ein av perlunum í miðbýnum í Vági. Í summar er økið fríðkað við nýggjari gøtu. Framvið gøtuni er gelendari, og nú eru ljós eisini sett á gelendaran. Í økinum eru plantaðar blómur, borð og benkur at sita á. Fólk, sum eru ella hava verið rakt av krabbameini – eins og teirra avvarðandi – hava nú høvi at seta orð á sjúkuna Fiskiskapurin hjá útróðrarmonnum roynist væl