mánadagur 23. september 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. september · Nr. 109
TÍÐINDI
Hetta ber slett ikki til
á Suðuroyarsiglingini
SUÐUROYARSIGLINGIN Tað var ruðuleiki á Krambatanga í
gjárkvøldið og stjórin á Strandferðsluni sigur, at okkurt má gerast
Áki Bertholdsen
Hendan støðan, sum ferðafólk,
sum skuldu úr Suðuroy til
Havnar sunnukvøldið, komu í,
ber slett ikki til.
Tað segði Hilmar Eliasen,
stjóri á Strandferðsluni, sunnu
kvøldið.
Smyril er farin í dokk og
grikska ferjan, Prince, er kom
in til Føroya at loysa av.
Men tá ið Prince skuldi fara
av Krambatanga til Havnar
seinnapartin sunnudagin, var
ruðuleiki á bryggjuni, tí at
nógv ferðafólk, og nógvir bilar,
sluppu ikki við. Onkur metti,
at eini 100 ferðafólk og einir 50
bilar stóðu eftir.
Orsøkin til tað er, at hóast
Prince tekur 250 bilar, hevur
hann bara loyvi til at føra 365
ferðafólk, og tað er ikki meiri
enn eini 70 ferðafólk meiri enn
Ternan, hóast Prince er fleiri
ferðir størri.
Tað bar heldur ikki til at
sigla eykatúr, tí so bara ikki til
at halda krøvini um hvílitíðir.
Ferðafólk, vit hava tosað
við, siga, at fólk, sum stóðu
eftir, vóru ill, tí onkur skuldi
við flogfari í dag, og onnur
høvdu avtalu tíðliga í morgun,
og tað fór alt í vaskið. Men har
var einki at gera, so nakrar
minuttir áðrenn klokkan 17, tá
ið Prince loysti, varð portið
latið aftur, og fólk stóðu eftir.
So máttu fólk royna aðrar
leiðir, og eitt ferðalið leigaði
bát at sigla seg úr Sandvík til
Sands, men annars vóru fólk í
dýrastu neyð, og onkur segði,
at tey vistu sær eingi ráð enn
at liggja í bilinum um náttina.
Ber slett ikki til
Vit hava ikki fingið fatur á
nøkrum í leiðsluni í Strand
ferðsluni í morgun, men í gjár
kvøldið segði Hilmar Eliasen,
stjóri á Strandferðsluni, við
www.in.fo, at hetta kom púra
óvart á hann.
Hann var ómetaliga harmur
um støðuna, og tað fyrsta, tey
skuldu í holt við, var at fáa
greiði á støðuni.
Hann sigur, at hann hevur
altíð verið púra ivaleysur í, at
Prince tók 650 ferðafólk, akk
urát sum Galaxy, sum áður
hevur avloyst Smyril.
Tí kom tað púra óvart á
hann, tá ið eg fái at vita í gjár
kvøldið, at hann bara tekur 365
ferðafólk.
Men hann segði, at hetta er
ein spurningur, sum skuldi tak
ast upp beinanvegin í morgun.
Tað ber slett ikki til, at Prince
bara kann føra 365 ferðafólk, tí
so verður ruðuleiki hvørt ein
asta vikuskiftið, og tað ber
slett ikki til, segði Hilmar Elia
sen.
Strandferðslan hevur ann
ars boðað frá, at tá ið Prince
hevði siglt eina viku, skuldi
siglingin eftirmetast, men vit
frætta, at verður framskundað,
so tað verður gjørt beint nú.
Talan hevur eisini verið um
at tosa við Sjóvinnustýrið um
at loyva Prince at taka fleiri
ferðafólk.
Vit hava skilt, at eitt, sum
ger seg galdandi, er, at Prince
hevur loyvi til at føra eitt ávíst
tonsatal, og tess meiri hann
hevur av farni, tess minni
kann hann føra av ferðafólki.
Stóðu eftir
Nógv fólk, og nógvir bilar
stóðu eftir á Krambatanga í
gjárkvøldið og nú er Strand
ferðslan farin at eftirmeta
støðuna