mánadagur 23. september 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. september · Nr. 109
TÍÐINDI
Standmynd av Elinborg
Lützen verður avdúkað
Í morgin klokkan 16.30 verður
fyrsta standmynd av einari kvinnu
í Føroyum avdúkað í Klaksvík
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Hetta er fyrsta standmynd av
navnnevndari kvinnu í Føroy
um.
Elinborg Lützen er kend
fyri síni framúrskarandi listar
ligu verk og sínar einastand
andi myndprýðingar av barna
bókum – svart-hvítar tussj-
tekningar og linoleumsskurðir.
Tað er Klaksvíkar komm
una, sum saman við Norðoya
Sparikassa, ið hava tikið stig til
standmyndina. Uppskotið eig
ur Edward Fuglø, listamaður.
Hans Pauli Olsen, mynda
høggari, hevur gjørt stand
myndina.
Almennir grunnar, vinnu
lívið í Klaksvík, og aðrastaðni
við, hava eisini stuðlað hesi
verkætlan væl, upplýsir Dávur
Winther,
mentanarleiðari
í
Klaksvíkar kommunu.
At
fáa
standmyndina
framda í verki, varð ein verk
ætlanarbólkur settur av bý
ráðnum. Í honum hava sitið:
Signhild V. Johannesen, for
kvinna í Mentanarnevndini,
Gunvá við Keldu, býráðslimur,
Jógvan Ravnsfjall, fyrrverandi
savnsleiðari,
Edward
Fuglø,
listamaður og stigtakari og
Dávur Winther, skrivari.
Røður og tónleikur
Tiltakið byrjar klokkan 16.30
uppi við standmyndina, sum
stendur omanfyri Faktorshús
ini.
Tað er Brynhild Danielsen,
bróðurdóttir
Elinborg,
sum
avdúkar standmyndina. Klaks
víkar Hornorkestur spælir.
Farið verður síðani í Spania
stovu klokkan 17, har røður,
sangur og hugleiðingar vera.
Jógvan Skorheim, borgar
stjóri, Signhild V. Johannesen,
forkvinna í verkætlanarbólk
inum,
Marner
Mortensen,
stjóri í Norðoya Sparikassa,
Karin Kjølbro, Andras Sólstein,
savnsleiðari, Hans Pauli Olsen,
myndahøggari, Nils Ohrt, list
frøðingur og Svanbjørg Manai,
leiðari á Frímerkjadeildini, fara
at røða ella hugleiða.
Kvinnubólkurin KATA úr
Havn fer at syngja.
Aftaná verður boðið til ábit.
Framsýning opin
restina av vikuni
Framsýning við verkum eftir
Elinborg Lützen hongur uppi í
Spaniastovu.
Henda
framsýning
kann
síggjast fram til fríggjadagin
27. september. Tá er inngongd
in umvegis Leikalund, sum
hevur opið frá klokkan 13 til 17
hesar dagar.
Posta við frímerki
Í sambandi við at tað hundrað
ár liðin, síðani Elinborg Lützen
varð borin í heim í Klaksvík,
gevur Posta í ár út serligt frí
merki, har myndevnið er ein
andlitsmynd av Elinborg Lütz
en, sum Hans Pauli Olsen,
myndahøggari, hevur gjørt úr
leiri.
Posta verður eisini til staðar
við nýggju frímerkjunum í
morgin og ber til at ogna sær
bjálvar, sum Hans Pauli Olsen
signerar.
Hvør var Elinborg Lützen?
Elinborg Lützen varð fødd í
Klaksvík
26.
juli
1919
og
andaðist 22. november 1995.
Hon var fyrsti og leingi
einasti grafikarin í Føroyum
Foreldur
hennara
vóru
Andrias
Christian
Lützen,
keypmaður
(1875-1941)
og
Hanne Joline Niclasen (1884-
1957). Systkini vóru níggju í
tali, og var Elinborg nummar
seks í røðini. Elsta systir
hennara, Marianna Matras,
gjørdist
eisini
myndlista
kvinna.
Elinborg var 18 ár, tá ið hon
flutti til Keypmannahavnar
og fór undir útbúgving á
”Tegne- og Kunst-industri
skolen for kvinder”. Hesi árini
búði hon saman við Sámali
Joensen-Mikines, og giftust
tey 2. desember 1944, men
hjúnalagið endaði í 1952.
Tá ið hon fór til Danmarkar,
var ætlanin, at hon bert
skuldi vera har til 1940, men
seinni veraldarbardagi brast
á, og tí var ógjørligt hjá føroy
ingum í Danmark at sleppa
heimaftur til Føroyar, ið var
hersett av bretum.
Frá 1947 til 1981 búði hon í
Klaksvík í húsunum niðanfyri
standmyndina, vanliga kallað
Faktorshúsini.
Í hesum húsunum er Elin
borg barnvaksin, og vórðu tey
á hennara døgum eisini kallað
Lützenshús. Tá ið hon hevur
búð í Klaksvík, hevur hon búð
her. Elinborg flutti til Havnar
í 1981, har hon doyði barnleys í
1995.
Sum grafikari arbeiddi hon
mest við linoleumsskurðum.
Eftir at hon hevði vitjað
”Kunsthåndværkerskolen”
í
Bergen, gjørdist hon eisini
kend við sínum bókaprýðis
myndum. Í 1978 var hon fyrsta
kvinna, ið fekk Løgtingsins
árligu heiðursgávu.
Myndevnini, Elinborg ar
beiddi eina mest við, vóru
ævintýr, okkurt úr kvæðun
um og tað gátuføra. Eisini
dugdi hon væl at lýsa bygda-
og landsløg.
Í 1980 fekk hon Barnabóka
heiðursløn Tórshavnar bý
ráðs.
Bøkur, sum
Elinborg
Lützen
hevur prýtt:
Barnasangbók. Bókadeild
Føroyingafelags, 1943
Der sidder tre møer, danske
folkeviser. Frost-Hansen, 1953
Loyndarmálið. Erlings
forlag, 1967
Maria Maria Marolla, ein
ramsa at ramsa. Estra, 1967
Jonathan Swift: Ferð Gullivers
til Pinkulingalands. Hitt
føroyska Studentafelagið,
1951 og 1974
Ævintýr bd. 1 – 6. Føroya
Lærarafelag 1959-1974
Smásøgur fyri yngri børn.
Føroya skúlabókagrunnur, 1964
Marius Johannesen: Eitt
sindur um Kalsoynna og
nakrar sagnir knýttar at henni.
Bókaforlagið Grønalíð, 1976
Francois de Voltaire:
Candide ella Besti heimur.
Bókagarður, 1977
Jørgen Frantz Jacobsen:
Barbara. Den norkse
Bokklubben, 1977
Sofía Pedersen: Í skýmingini.
Egið forlag, 1948
Í skýmingini - skjaldur
og ævintýr. Føroya
Lærarafelag, 1988
Twentyfive stories and poems
for birthdays. Ibis, 1988
Hans A. Djurhuus: Barnarímur.
H. N. Jacobsen Bókahandil, 1964
Hans A. Djurhuus: Føroya
Lærarafelag, 1992
Sangir
Sangir, ið kunnu setast í
sambandi við myndprýð
ingar hjá Elinborg Lützen,
sum m.a. eru frá barna
rímunum hjá Hans Andrias
Djurhuus:
Silvurkannan
Ein firvaldur í góðum lag
Kongaríkið í Bábylon
Ein skortlitt kúgv við garðaliðið
Burtur á heiði
Lítli beiggi tú mást ikki gráta
Við reiðri (Hann rann sær
kátur upp um heyg)
Karin (Vit kunnu øll
at renna dyst)