Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. september · Nr. 109 TÍÐINDI skip­anini av samgonguni hjá Aksel V. Johannesen fyri fýra árum síðan, taldist Bjørt Sam­ u­el­sen ikki millum teirra, ið fekk ein av tungu sessunum. Tvørturímóti var hon fallin á valinum. 361 atkvøður vóru átta atkvøður ov fáar til at enda á einum deildum 7. plássi og tí síðsta tingsessinum hjá Tjóðveldi. Fyri fyrstu ferð í hennara politiska yrkisleið var hon ikki millum tey 33 kosnu tingfólkini. Men ein politisk avtala gjørdi, at tingkvinna úr Havn kortini ikki fall í fátt og byrjaði at leita eftir eini yrkisleið utt­ anfyri politikk. - 2015 var serligt, tí eg fall hóast eg fekk rættiliga nógvar atkvøður. Men eg visti longu á valkvøldinum, at eg fór at fáa ein tingsess, tí vit vunnu fólka­ tingsvalið og høvdu eina av­ talu um, at fólkatingslimurin ikki sat á løgtingi. So tá Magni Arge varð valdur í bæði støðini, visti eg, at eg hevði ein sess, sigur tingkvinnan. Blandaðar kenslur Fýra ár seinni gekk verri hjá Tjóðveldi, ið fór aftur og misti ein tinglim. Men hóast tað var ein tungur dagur hjá flokk­in­ um, var Bjørt Samuelsen eitt av valevnum floksins, ið kundi fegn­ast um eitt gott persónligt val og framgongd í mun til sein­ast. Men tað vóru bland­að­ ar kenslur, ið tingkvinnan sat við, tá endaliga valúrslitið fyri­ lá. - Vit høvdu ein øgiliga sterk­ an lista við nógvum góðum fólk­um, og hevði eg tí ímyndað mær, at eg fekk einar 100 at­ kvøð­ur færri. So á valkvøld­in­ um var eg sjálvandi glað fyri mítt persónliga val, men ógvu­ liga hørm um úrslitið hjá flokk­inum. Ikki minst tað, at øll tey, sum eg sat á tingi sam­ an við, fullu á valinum. Eg eri tann einasta av gamla ting­ bólk­inum, ið varð afturvald, vís­ir hon á. Nýggi tingbólkurin hjá Tjóð­ veldi er nevniliga mann­að­ur av teimum trimum lands­ stýris­fólkunum í undanfarnu sam­gongu, tveimum ný­vald­ um og Bjørt Samuelsen. Áðrenn sína tíð Góðar tríggjar vikur aftaná valið hevur roynda tingkvinna enn trupult við at seta fingurin á júst hví hon var tann einasta av tingmanningini, ið bleiv aft­ ur­vald, men vísir hon kortini á tvær møguligar frágreiðingar. - Síðan eg fór upp í politikk havi eg arbeitt fyri umhvørv­ in­um og grønari orku. Fyrr vóru vit nøkur fá, ið tosaðu um hetta, men nú tosaðu fleiri valevnir úr øllum flokkum um tað og fjølmiðlarnir góvu tí ans, sigur hon, áðrenn hon fer víðari til næstu frágreiðingina. - Um tú hyggur eftir hvør gekk fram hjá okkum, so var tað Høgni Hoydal, ið gekk eitt vet fram, Ingolf S. Olsen, ið gekk nógv fram, men bleiv kort­ini ikki valdur, og so eg sjálv. Vit trý høvdu ein sentr­al­ an leiklut í fiskivinnu­ný­skip­ an­ini. Eg ímyndi mær, at vit sum arbeiddu hart fyri hesi nýskipan, blivu stuðlað av teim­um, ið tóku undir við henni. Meðan umhvørvið og grøn orka hevur verið ein partur av samleikanum hjá politik­ar­an­ um Bjørt Samuelsen, so er tað serliga innan vinnumál, at hon hevur gjørt vart við seg seinnu árini. Sum forkvinna í Vinnu­ nevnd­ini seinastu tvey árini spældi hon eisini ein lyka­leik­ lut í semjuni um eina nýggja lóg um fyrisiting av sjófeingi, ið vanliga verður kallað fiski­ vinnunýskipanin. - Tað er absolutt einki mál, ið eg havi brúkt meira orku upp á tey síðstu tvey árini enn júst hana. Eg havi sitið í lykla­ støðuni, tí sum forkvinna lá ábyrgdin hjá mær at fáa hana gjøgnum tingið, greiðir hon frá. Eingin innbjóðing Hóast hennara sterku støðu, kennir hon tíverri alt ov væl til støðuna, ið Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, lýsti í blaðnum í síðstu viku, tá ið hon segði, at kvinnur verða ikki spurdar um fiskivinnuna. - Júst meðan stríðið um ný­ skipanina stóð upp á tað harð­ asta, tá vit eru á gáttini til, at málið skal til 2. viðgerð, verður skipað fyri stórum pall­borðs­ fundi í Fuglafirði um nýskip­ an­ina. Har vóru fleiri nú­ver­ andi og fyrrverandi politikarar, sum hava fingist við fiskivinnu og fleiri onnur. Men tað vóru bara menn bodnir við til kjakið. Samstundis sat eg í mest áhugaverda sessinum og sam­ráddist dag og nátt í ting­ in­um fyri at fáa nýskipanina ígjøgnum, vísir hon á, áðrenn hon sendir eina heilsan til miðl­arnar. - Tað eru miðlar og onnur, ið skipa fyri tiltøkum, ið skapa myndina av, at kvinnur ikki hava innlit í fiskivinnupolitikk. Men vit eru fleiri kvinnur, ið bæði hava gott innlit og áhuga í skipanini. Satt at siga hevði eg væntað, at miðlarnir vendu sær oftari til mín sum for­ kvinna at spyrja um arbeiðið. Men hóast fjølmiðlar og onn­ur kunnu mála eina skeiva mynd, hevur Bjørt Samuelsen kort­ini aldrin kent tað sum eina avmarking at vera kvinna í politikki. - Eg havi ongantíð í politikki kent tað sum nakra forðing ella avmarking, at vera kvinna, heldur ikki í vinnunevndini, har mennirnir hava átt stóran meiriluta øll árini Væl er sáað Av teimum átta kvinnunum, ið blivu valdar á løgtingsvalinum, eru heilar fimm av teimum at finna í Tjóðveldi. Og tað er sambært Bjørt Samuelsen ikki óvæntað. - Tað gongur fleiri ættarlið aftur í tíðina. Um hugt verður eftir tjóðskaparrørsluni og kjak­inum um menning av sam­felagnum, skrivar Jóannes Pat­ursson í grein í Føringa­tíð­ ind­inum í 1896 at “tí áðrenn langt um líður mugu okkara kvinn­ur taka seg saman til at virka fyri øllum teimum mál­ um, sum nú liggja bara og bíða eftir konufólkinum í Før­oy­ um”. Við hesum meinti hann, at tað vóru fleiri mál, ið kvinn­ ur kundu loyst, sigur hon og held­ur fram. - Tá ið so Tjóðveldi verður stovnað er Erlendur Patursson fyrsti formaðurin. Hann stuðlaði hesum, at fáa kvinnur upp í politikk, og hevur Karin Kjøl­bro mangan nevnt, hvussu holl­ur stuðul hann var, tá ið hon sum ein av fyrstu kvinn­ un­um vann sæti á tingi. Og júst tað, at tjóðveldis­ kvinn­ur í øllum aldrum hava sæð sítt egna kyn umboðað í ein­um flokki, ið hevur givið teim­um møguleika at traðka fram, er orsøkin til, at kvinnur ikki standa nakað aftanfyri menn í flokkinum, metir ting­ kvinn­an. - Vit hava tað við at leita har sum fyrimyndirnar eru, og Tjóð­veldi var tíðliga úti við kvinnu­ligum fyrimyndum. Í míni tíð í flokkinum hevur javn­støða á listunum, ella at fáa kvinnur at stilla upp, aldr­ in verið ein trupulleik, tó við und­antaki í onkrum øki í land­ in­um. Tað hongur saman við ein­um áralongum arbeiði fyri at bæði kynini eru umboðað, sig­ur Bjørt Samuelsen. Politisk álitisstørv: 2019 -: Triðja næstforkvinna í løgtingsins formansskapi. Forkvinna í Vinnunevndini. 2017-19: Forkvinna í Vinnunevndini 2015-19: Nevndarlimur Vinnunevndini og í Uttanlandsnevndini. Limur í Útnoðrurráðnum. 2011-2015: Næstforkvinna í Vinnunevndini. Limur í Trivnaðarnevndini. 2008-2011: Nevndalimur í Vinnunevndini og Rættarnevndini. Fyrstu ferð vald á Løgting 19 januar 2008. Landssyriskvinna í vinnu- og samferðslumálum undir CHE-samgonguni (2008) NURNAR EINS VÆL Bjørt Samuelsen bleiv fyrstu ferð vald á tingi í 2008, tá hon fekk 547 persónligar atkvøður. Hetta var nokk til eitt triðja pláss á listanum hjá Tjóðveldi Tað eru miðlar og onnur, ið skipa fyri tiltøkum, ið skapa myndina av, at kvinnur ikki hava innlit í fiskivinnu­ politikk Vit trý høvdu ein sentralan leiklut í fiskivinnu­ nýskipanini. Eg ímyndi mær, at vit sum arbeiddu hart fyri hesi nýskipan, blivu stuðlað av teimum, ið tóku undir við henni