mánadagur 23. september 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Kaj Leo H. Johannesen er ein
fegin maður, tá dómarin bríksl
ar fyri seinastu ferð á Tórsvølli.
Annað árið upp í slag er HB
gullvinnari. Í fjør vann HB FM
og í ár kom 50. heitið í hús við
einum Løgmanssteypið. Tað
fyrsta í 15 ár. Hetta er nakað av
tí, sum formaðurin í HB hevði
at siga.
-Hesa ferð fóru vit ikki út
at berjast. Vit fóru út at spæla
fótbólt og tað er munurin. Alt
kann henda í eini steypafinalu
og hetta er góðkent. Nú eru vit
steypavinnarar. Víkingur er
óførir og berjast, men eg haldi
vit vóru meiri á bóltinum.
-Nú ber ikki til at siga, at vit
ikki møta væl upp. Fyrr í dag
skrivaði eg undir upp á ein
rokning á túsund fløgg. So vit
hava gjørt nakað við tað. Vík
ingarnir hava verið fantastiskir
uttanfyri vøllin og nú royna vit
at gera nakað við tað.
-Tað verður alaðfundur í HB
januar, so nú fáa vit at síggja.
Tað er einki, sum forbjóðar mær
at halda fram sum formaður, tí
ítóttarfeløg og felagsskapir eru
ikki undir eftirliti av landinum.
Eg havi spurt meg fyri og tað er
ikki ein trupulleiki. Nú fáa vit
at síggja, tí eg fái nógv at gera
havi eg varhugan av.
Eg veit ikki ordiliga, men eg
havi eisini varhugan av, at fleiri
vilja hava meg at halda fram.
Hetta er strævið, so tú mást
hava hug til tað. Tað er strævið
at reka eitt fyrsta lið, tí tað eru
40 sáttmálar og tað eru eisini
40 ungdómsvenjarar, so tað er
nógv at hugsa um. Høvdu vit
tapt í dag, so hevði tað verið
knapt so spennandi.
trondur@sosialurin.fo
KAJ LEO HELDUR
FRAM SUM
FORMAÐUR
Kaj Leo H. Johannesen er nýggjur
landsstýrismaður í heilsumálum,
men hann ætlar fyribils ikki at
gevast sum formaður í HB
FÓTBÓLTUR