Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Tróndur Arge Føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis luttók í døgunum 11. til 15. september í Malta Inter­national Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament & Training Camp 2019, har mótstøðulondini vóru Malta, Írland, Wales, Noreg, Ký­ pros, Kosovo og Libanon. Føroyar luttóku við átta ung­dómsspælarum. Á skránni var fyrst venj­ ingar­lega og síðani kapping. Kapp­ast varð fyrst í liðkapping og síðani í einmansleiki. Talan var um sera sterka mót­støðu, so setningurin var at vinna seg úr botninum og fáa nakrar sigrar á talvuna. Kappast varð í dreingjum, gent­um, mansunglingum og kvinnu­unglingum. Í eina aldursbólkinum, nevni­liga dreingjum, megnaðu Føroyar at blíva numm­ar sjey av teimum átta. Høgni Heinason, Rói Hjalta­son og Tórur Eið Eliasen, sum mann­ aðu føroyska dreingja­liðið, vun­nu 3-1-sigur á Wales. Eisini í einmansleiki fingu før­oysku spælararnir fitt av sigr­um, og hetta hjálpti flest øllum at vinna seg burtur úr botni­num. Føroyingarnir fingu umleið 20 dystir í part, og hetta vóru góð­ar royndir at fáa ímóti mót­ støðu í evropeiskum klassa. Tey, sum mannaðu føroyska liðið, vóru: Anja Wongwai (TBF), Britt Michelsen (TBF), Ári Fríðason Jensen (Tór), Heri Lava Láadal (Tór), Høgni Heina­ son (Tór), Marin Elisabet Poul­ sen (TBF), Rói Hjaltason (Tór) og Tórur Eið Eliasen (Tór). trondur@sosialurin.fo Pætur Albinus Føroyingurin á danska hond­ bóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, hevur seinastu tíðina verið settur í samband við týska stófelagið, THW Kiel, og hesin áhugin verður nú vátt­aður av felagnum sjálvum. - Hann er ein av spælar­un­ um, hvørs menning vit hava fylgt við í longri tíð. Norður­ lendskir spælarar eru altíð tekn­iskt væl vandir. Man hann er ikki einasta navnið, ið vit halda eyga við, sigur Kiel-for­ maður­in, Viktor Szilagyi við Kieler Nachrichten. Í løtuni hevur THW Kiel Nicklas Ekberg og Ole Rahmel á høgra vongi. Teir hava sátt­ málar til ávikavist 2021 og 2020. THW Kiel hevur vunnið týska meistaraheitið 20 ferðir. Seinast var í 2015. Teir hava eisini vunnið Champions League tríggjar ferðir, seinast í 2012. Á liðnum er eitt nú danski stjørnu­málverjin, Niklas Land­ in, og næsta ár kemur eisini norska stjørnan, Sander Sago­ sen, til felagið úr franska PSG. Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur skotið 20 mál í fyrstu trim­um dystunum, hevur sátt­ mála við Bjerringbro-Silkeborg fram til 2021, men sambært TV2, so hevur hann eina treyt í sátt­málanum, ið loyvir honum at skifta felag. Bjerringbro-Silkeborg spælir í kvøld fjórða dystin í hesum kapp­ingarárinum. Teir fáa vitjan av TTH Holstebro, og dyst­urin byrjar kl.19.00. Borðtennis: Føroyska ungdómslandsliðið hevur luttikið í altóða ungdómskapping á Malta FØROYAR VUNNU Á WALES KIEL HELDUR EYGA VIÐ JÓHAN Týska stórfelagið váttar, at tað hevur áhuga í føroyska høgra vonginum, Jóhan á Plógv Hansen