Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Okkaradeildin: Seks lið berjast um fýra fremstu plássini Fólk flest hava verið spent at sæð um KÍF man fara at hótta tey fýra fremstu frá í fjør, og tað svarið er greitt: Tað fara koll­firðingar. At Nicklas Selvig er aftur í KÍF hevur styrkt væl um, og høgri vongurin á landsliðnum hevur ikki gloymt hvussu hann spælir bakk­ur. Við Nicklasi Selvig á høgra bakki og Hans Eli Sigur­ bjørns­syni á vinstra bakki hevur einki lið ráð at brenna ímóti KÍF-verjuni. Trýstið í mótálopunum er eirindaleyst, og tað var tað eisini á Neistan leygar­dagin. Leingi lá KÍF til at taka sigurin, men í einum dysti við trimum reyðum kortum, fekk Nicklas Selvig fyrst ein snudd í skothondina og síðani fekk Hans Eli Sigurbjørnsson bein­leiðis reytt kort. Nicholas Satch­well og neistaverjan bardu seg inn í dystin og í álopi­ num gjørdi 18 ára gamli Trónd­ ur Mikkelsen sítt til, at Neist­in hevði sigurin í hondum í sein­ asta minuttinum áðrenn koll­ firðingar javnaðu í seinastu sek­undunum. Sostatt ognaði Neistin sær trý stig í vikuni, tí mikukvøldið eydnaðist tað at basa Kyndli rímiliga greitt uttan at spíla seg út. StÍF meldar seg av álvara inn Kyndil skuldi royna at reisa seg leygaragin, men her fingu tey grønu – og tey flestu yvirhøvur – ein hvøkk. Fyrr í vikuni vann StÍF á Team Klaksvík uttan at berg­ taka av álvara. Men á Skála leygar­dagin var strandaálopið sera væl útborið. Kyndilsmenn vóru sendir aftur til Havnar við lemjandi ósigri. Kyndil hevði gaman í fingið 29 mál, men strand­ingar høvdu skotið heili 39 ímóti steypafinalistunum frá farna kappingarárið. Serliga hugtakandi við av­ rikinum hjá StÍF er, at sera nógvir leikarar áttu lut í mál­ skjótingini. StÍF-ímyndin, Svein­ur Justinussen gekk undan við sjey málum, men teir yngru tóku eisini síni tøk. 18 ára gamli strikuleikarin, Ivan Mrdalo, tykist at vera væl fyri. Hann hevur skotið seks mál í báðum fyrstu dystunum. Javngamli spælskiparin, Martin Danielsen skjeyt trý mál og eitt ár eldri strikuleikarin, Djóni Petersen fekk sær eisini tvey mál. 17 ára gamli Bjarni í Selvindi er í upplæring hjá Sveini Justinussen og ungi vinstri bakkurin skjeyt eisini tvey mál leygardagin. Har­ aftur­at eru ein rúgva av til­ tikn­um málskjúttum og dugna­ligum leikarum annars í besta hondbóltsaldri á StÍF- lið­num. Strandingar hava ikki av álvara verið nevndir sum kapp­ingarneytar til at spæla seg í endaspælið, men einki er at ivast í at teir hava vunnið sær hesa virðing nú. H71 fult stigatal uttan at spíla seg út. Eftir fyrstu tvey umførini eru tað bert strandingar og hoy­vík­ingar, ið hava fult stigatal. At H71 hevur vunnið sínar dystir á Neistanum og VÍF er als ikki óvæntað. Heldur hevur tað verið óvæntað, at tað ikki var meira sannførandi. H71 mugu í ár liva við at hava ein hin størsta favoritt-leiklutin í mong ár, og fólk verða ikki berg­tikin av sigrinum á VÍF miku­kvøldið, har álopsspælið var heldur striltið og óneyvt í longum løtum. Kortini vísir tað styrki, at dystirnir vera vunnir rími­liga greitt, men ovurstóra virð­ingin fyri góðskuni er kanska minkað eitt evarska lítið vet. SMS-deildin: Kyndilskvinnur eirindaleysar á Skála Í SMS-deildini er eisini ein greiður favorittur, og hann er grøn­ur. Føroyameistararnir úr Kyndli høvdu ávísar byrju­nar­trupulleikar ímóti Neista­num mikukvøldið, hóast sigurin ongantíð var í vanda. Leyg­ ar­dagin bragdaði betri, og tað var ímóti botn- favoritt­unum úr StÍF. Stranda­ kvinnur høvdu eina góðu viku, tí tað eydn­aðist at vinna fyrsta sig­ urin í SMS-deildini í meira enn tvey kappingarár, tá ið tær tóku sigurin heim úr Klaks­vík. Leygardagin var tó eingin møguleiki. Kyndil var fleiri støði omanfyri, og so var tað aftur gerandisdagur hjá stranda­kvinnum, ið bert skutu 13 mál í móti teimum 35 hjá Kyndli. H71 tykist at vera fremsti kappingarneyti Næstu kappingarneytarnir hjá Kyndli tykjast at vera VÍF og H71. Tey bæði hittust eisini í Vestmanna mikukvøldið. H71 hevði munin fyri tað mesta, og hóast VÍF ikki loyvdi hoy­ víks­kvinn­um at renna undan, e n d a ð u bæði stigini í Hoyvík eftir ein tepran sigur, har H71 fyrst og fremst fer at vera nøgt við at tað í mun til í fjør, nú aftur eydnast at avgera dystir í sein­ astu løtunum – og síðani at liðið hevur fult stigatal, og nú STRANDINGAR Á ODDA StÍF hevur fingið eina framúr byrjan á kappingarárið og liggur á odda í Okkaradeildini eftir framúr álopsavrik leygardagin – Í SMS-deildini er H71 fremsti kappingarneyti hjá Kyndli