mánadagur 23. september 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tað er breið semja um, at tað
var, tá ið Tróndur Jensen kom
fyri seg aftur eftir langan
skaðasteðg, at HB seint í vár so
spakuliga aftur fór at vísa spæl
og avrik, sum í fjør bóru FM
heitið við sær við metnógvum
stigum.
Tá ið HB næstsíðsta sunnu
dag vann 3-0 í Gundadali ímóti
Skála, varð Tróndur borin av
vøllinum longu í 9. minutti.
Tað sást á øllum brøgdum, at
talan var um álvarsligan skaða,
og hósdagin varð tað staðfest
á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp
mannahavn, at krossbandið í
knænum er slitnað.
Tað eru bara tvær vikur
síðani, at Heðin Askham, sum
hevur verið millum teir bestu
hjá HB í ár, varð illa skaddur
í knænum. Í kanning varð
staðfest,
at
krossbandið
í
knænum er slitið. Tí ganga
tveir av bestu HB spælar
unum í ár á høkjum. Tað er
mest sannlíkt, at teir ikki vera
at síggja á vøllinum aftur fyrr
enn um eitt ár ella kanska eitt
sindur styttri enn so.
Hørður Askham og Tróndur
Jensen
vóru
á
Tórsvølli
leygarkvøldið, har teir saman
við liðfeløgunum fegnaðust um
fyrsta sigurin hjá HB í 15 ár í
kappingini um løgmanssteypið.
-At spæla fótbólt er so stórur
partur av lívinum hjá mær, at eg
fari heilt víst undir uppvenjing
við tí í huga, at eg skal spæla aft
ur. Tað hjálpir, at vit eru tveir,
Hørður Askham og eg báðir, sum
nú fara undir uppvenjingina, og
vit vóna, at tað fer at eydnast at
vera aftur á hægsta støði eina
ferð næsta ár. Hvussu tað fer at
eydnast, fáa vit at síggja, sigur
HB miðvallarin Tróndur Jensen.
Tróndur
Jensen
fegnast
saman við liðfeløgunum um
fyrsta steypagullið í 15 ár.
-3-1 er góð mynd av, hvussu
leikgongdin var. Eg haldi, at vit
vóru snýttir fyri eitt brotsspark
í
fyrra
hálvleiki,
men
so
smekkaði Adrian Justinussen
við frísparki bóltin í málið.
At HB vinnur fríspark ikki so
langt uttanfyri brotsteigin er
sum at vinna brotsspark, tá
ið vit hava Adrian á liðnum,
heldur Tróndur Jensen, sum
harmast um, at mjørkin argaði
so nógv, sum hann gjørdi.
-Tað er farið. Nú fegnast vit
um, at tað eydnaðist at vinna
løgmanssteypið, og at HB aftur
í 2020 skal spæla í Europa.
Tróndur hevur ikki mist mótið
HB miðvallarin
fegnast saman við
liðfeløgunum um
steypasigurin, og
hann ætlar sær at
halda fram við at
spæla fótbólt
Hesi seinnu árini hava steypa
finalurnar verið leiktar á
Tórsvølli umleið 20.august,
men í ár var hetta broytt til
nú leygardagin 21.september.
Alment hevur onki verið
at frætt um, hví hetta er hent,
men hetta er ein avgerð, sum
kappingarnevndin hjá FSF
hevur tikið.
-Tað kom eftir tos um,at lið,
sum vunnu sær pláss í steypa
finaluni, kanska ikki avrikaðu
so væl eftir at finalurnar vóru
spældar, sigur Róin Schrøter,
formaður
í
kappingar
nevndini.
Í nevndini hildu teir, at
tað var vert at royna at flyta
sjálan finaludagin ein mánaða
longur út í kappingarárið,
men enn er ikki avgjørt um
hetta verður so í framtíðini.
-Vit hava enn ikki eftirmett
hesa støðuna, so fyrr enn vit
hava gjørt tað, fáa vit onki
sagt um, hvat vit gera næstu
ferð, sigur formaðurin í kapp
ingarnevndini.
Sjálv
steypakappingin
strekkir seg langt gjøgnum
kappingarárið og tað vóru í
ár um fýra mánaðir millum
seinnu
semifinalurnar
og
sjálva finaluna.
Eisini var skiftingarvind
eygað opið í tíðarskeiðnum, so
tað kann koma fyri, at talan er
um nógv broytt lið frá tí semi
finalurnar eru, til sjálv finalan
verðiur spæld.
-Ja, tað er eisini ein partur
av tí, sum vit fara at eftirmeta,
sigur Róin Schrøter, formaður
í kappingarnevndni hjá FSF.
Hetta var ein roynd
At steypafinalan var flutt til nú í september, heldur enn
at vera í august, er ein roynd, sum skal eftirmetast