mánadagur 23. september 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Tórsvøllur, Tórshavn
Í fjør glapp steypið honum
av hondum í evstu løtu. Hesa
ferð sat hann á bonkinum
frá byrjan, men Jógvan Rói
Davidsen er fyrsti HB-lið
skiparin í 15 ár at taka móti løg
manssteypinum. Hetta er eisini
50. heitið í søguni hjá felagnum.
23
meistaraheiti
og
27
steypaheiti. Fyri René Shaki
Joensen er talan um fyrsta gull
heiðursmerkið í vaksnamanna
fótbólti, og fyrsta steypagullið
hjá Símuni Samuelsen.
Tað er tó ikki uttan drama
tikk, at HB hevur tryggjað
sær pláss í Evropa til komandi
kappingarár.
Fyrsta
málið
fór altíð at verða avgerandi.
Tá tað kom vóru Víkingarnir
ikki klárir, umframt at fyrsta
aftursvarið eftir 2-0 málið
bleiv vinkað fyri rangstøðu.
Sjónvarpsmyndirnar vísa at
tað var ein feilur. Tað er tó
ikki ein feilur, at HB vinnur
steypafinaluna. Liðið er betri á
flestum økjum.
Broytingar á báðum liðum
Bæði Víkingur og HB gera
nakrar broytingar til steypa
finaluna. Víkingur hevur 20
ára gamla Arnbjørn Svensson
við frá byrjan, meðan Gunnar
Vatnhamar verður fluttur á
høgra bakk fyri Elias Lervig og
Bogi Reinert-Petersen kemur
inn á miðvøllin.
HB er uttan Trónd Jensen,
ið hevur slitið krossbandið.
Í hansara stað kemur Daniel
Johansen. Eisini situr Hørður
Askham uttanfyri við kross
bandsskaða, men natúrligi av
loysarin og liðskiparin, Jógvan
Rói Davidsen, hevur ikki vant
við fullari ferð. Tí endar Bartal
Wardum á høgra bakki, meðan
Brynjar Hlöðversson endar í
miðverjuni.
Mjørkin ávirkar
Undan dystarbyrjan er ivasamt
um dysturin verður bríkslaður
í gongd til tíðina. Tað er nógvur
mjørki og tað órógvar so mikið,
at dómararnir umhugsa at út
seta finaluna.
Avrátt verður at seta dystin í
gongd, men um mjørkin byrjar
at ávirka so mikið, at dómar
arnir ikki fáa røkt sína upp
gávu verður dysturin útsettur
fyribils í ein hálva tíma.
Tað er gott lív á áskoðara
plássunum, har bæði feløgini
hava gjørt nógv burturúr. Úr
HB skilst, at felagið ætlaði at
tendra nøkur reyð neyðblus
undan dystarbyrjan, men or
saka av mjørkanum var avgerð
tikin um ikki at gera tað.
Tað er ein varin byrjan fyrstu
minuttirnar, men so hvørt sum
klokkan gongur setur HB seg
á spælið. Millm annað Símun
Samuelsen og Dan í Soylu
tykjast hava rakt dagin.
Í fleiri førum er uppspælið í
vinstru, har Símun Samuelsen
finnur Dan í Soylu uttanfyri
brotsteigin. Nógv gott og skjótt
smáspæl, men víkingarnir eru
stinnir í verjustøðu.
Frísparkið øll tosa um
Fimm minuttir fyri hálvleik fer
Ari M. Olsen umkoll uttanfyri
brotsteigin. Hetta var nakað,
sum teir í Víkingi høvdu tosað
um áðrenn, tí Adrian Justinus
sen er so vandamikil upp á frí
spørk.
Tað er eitt sindur rokaligt
rundan um frísparkið. Meðan
Elias Ramussen stillar mann
garðin, sendir Adrian Justinus
sen brádliga bóltin í málið. Vík
ingarnir eru í øðini, men málið
verður viðurkent.
-Tað var ein løgin støða, tí
Elias setur múrin tá eg hoyri
eitt floyt. Eg hugsaði bara,
at Elias var ikki klárur og eg
skjóti bara fyrstu ferð og so
situr hann. Eg hoyrdi hann
væl floyta, sigur frísparksser
frøðingurin hjá HB, Adrian
Justinussen.
Víkingarnar eru ikki nøgdir
við støðuna. Sølvi Vatnhamar
er millum teirra, sum er mitt í
rokanum.
-Teir hava ongan stóran
møguleika
fyrrenn
Adrian
sleppur at skjóta upp á eitt
tómt mál. Hann hevur best
skotteknikk í landinum, so eg
veit ikki hví hann skal sleppa
at skjóta upp á eitt tómt mál.
Tað eri eg ongantíð sloppin. Eg
stilli meg fyri bóltin og spyrji
dómaran, um hann skal floyta
fyrst. Eg skal so í múrin, men
nái bara at ganga tvey fet, tá
hann floytar og bólturin liggur
í málinum. Hann floytar so
spakuligt, at Elias hoyrir ikki
floytuna og stendur við hina
stongina, sigur ein argur Sølvi
Vatnhamar.
Hann viðgongur, at HB vóru
omaná á degnum, men held
ur ikki tað er neyðugt við ser
sømdum til HB.
Símun skorar – Víkingur
svarar aftur
Seinni
hálvleikur
er
sjey
minuttir gamal, tá Ari M.
Olsen við trýsti vinnur HB
bóltin. Dan í Soylu strýkur
avstað. Hann leggur bóltin fyri
føturnar á 34 ára gamla Símun
Samuelsen, sum plaserar bóltin
í málið til 2-0.
Eina løtu tykist finalan av
gjørd, men Víkingur svarar
aftur. Fyrst skorar Bogi Rein
ert-Petersen,
men
verður
flaggaður fyri rangstøðu. Sjón
varpsmyndirnar hjá KVF vísa,
at hann var ikki rangstaddur.
Tíggju minuttir eftir 2-0
málið, skorar Andreas Lava
Olsen eftir deyðbólt, har Gunn
ar Vatnhamar stútar bóltin
innfyri.
Pingel avgerð finaluna
Ein løtu er finalan livandi
aftur, men tjúgu minuttir
fyri tíð er steypaturkurin hjá
HB av. Bartal Wardum, sum
stutt frammaundan beklaði,
fer haltandi avstað í høgru
og leggur innfyri. Har kemur
innskiftið
Sebastian
Pingel
rennandi og stútar bóltin í
handari málhorn. Eitt vakurt
mál, sum sløkti vónina hjá Vík
ingi.
-Heimir (Guðjónsson, venjari
hjá HB, blaðm) sigur við meg at
eg skal fara inn og vísa, at hann
hevur tikið feil. Bartal Wardum
fær bóltin, og hann legði eisini
upp til eitt mál hjá mær seinast
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Løgmanssteypið:
HEIMIR: HETTA VAR UPPIBORIÐ
Hetta var gott. Eg haldi at vit spældu væl, vóru betri á
degnum og vunnu uppiborið. Í fjør mistu vit alt á gólvið
í steypafinaluni, so tað er gott at koma aftur í aftur og
vinna í ár. Vit kendu tað á okkum í vikuni og øll í felagnum
vildu vinna eftir tapið í fjør. Eg má geva spælarunum
alla æruna, sigur Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB.
Tað var dramatikkur og umstríddar støður, tá HB
leygarkvøldið í mjørkanum vann finaluna um Løgmanssteypið
á Víkingi. Hetta er fyrstu ferð í 15 ár, at HB vinnur
steypakappingina – men tað kundi verið øðrvísi
FYRSTA
LØGMANS
STEYPIÐ HJÁ
HB Í 15 ÁR