Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tað er við stórum spenningi, at fótbóltsføroyar bíðar eftir stóra steypvikuskiftinum í føroyskum fótbólti. Hesa ferð var steypadámurin tó ikki heilt tann sami, sum hann plagar. Tað eru nøkur viðurskifti, sum ikki spældu heilt við – og tað hevur óiva sína orsøk. Mjørkin gjørdi sítt til, at steypadámurin bleiv køvdur eitt sindur. Tað ávirkaði heilt víst upplivingina hjá áskoðarunum til finaluna um Løgmanssteypið. Tey, sum sótu fyri endan, sóu ikki tað, ið hendi í hinum endanum. Tað ber ikki til at lasta nakran fyri mjørkan. Tað er hugaligt, at vit nú í fleiri førum fáa dystir um kvøldið. Eisini í landskappingini. Tó haldi eg at klokkan 20 er seint at seta eina steypafinalu í gongd. Hevði tað blivið til umdyst og brotssparkskapping, so hevði næstan verið midnátt áðrenn dysturin var liðugur. Nógv verður lagt fyri, at børn og familjur skulu kunnu luttaka í einum slíkum degi, men tað er nakað seint at seinasta bríkslið er klokkan 22. Tað hevur eisini sína ávirkan, at tað er so nógvur landsliðsfótbóltur á skránni síðani Nations League sá dagsins ljós. Tí vóru eisini dystir sunnudagin í landskappingini, meðan dystirnir hjá HB og Víkingi í landskappingini verða mikukvøldið. Tað tekur eisini nakað av steypadáminum. Øll skulu kunnu njóta steypafinaluna og dagin. Hesa ferð var ikki ein gongd útselt, so kanska arbeitt verður við at loysa tað til komandi ár. Hugdi eina løtu eftir kvinnu­finalu­ ni í sjónvarpinum. Royni sum minst at finnast at framleiðsluni hjá øðrum, tí vit hava okkara egna at stríðast við. Men tá Kringvarpið stillar upp við øllum á Tórsvølli, so vænti eg mær meir, enn tað eg sá hesa løtuna. Sum um at okkurt manglaði og tú fekk ikki søguna við í dystinum. Eftir er at ynskja øllum steypa­ vinnarun­um til lukku. Eisini Símuni Samuelsen, sum ikki ætlar at ganga runt og reypa við sínum fyrsta Løgmanssteypið! trondur@sosialurin.fo Í steypafinaluni millum Víking og HB vóru tvær støður, sum fingu serliga umrøðu eftir dystin. Tann fyrra var, tá ið HB skoraði fyrsta málið í dystinum stutt fyri steðgin. Talan var um eitt fríspark góðar 20 metrar frá málinum. Adrian Justinussen var settur at skjóta og hann hevur víst gjøgnum serliga kapp­ingarárið í fjør og í ár, at hetta er ein yndisstøða fyri hann og hann hevur sett mong fríspark bein­leiðis í netið. Tað gjørdi hann eisini hesa­ferð og legði HB á odda 1-0. Fyri áskoðararnar sá tað út sum serliga Víkinga-mál­maðurin Elias Rasmussen ikki var klárur tá ið skotið kom og stóð úti við aðra stongina. Eftir málið stormaðu Víkinga-leikar­arnir eisini til dómaran og mótmæltu. Men her er tað sum hendi, sæð frá dómarans – Dagfinn Forná – støðu. -Eg setti múrin uppá pláss og merkti av hvar bólturin skuldi liggja. Allir komu uppá pláss og tað gekk ein hálvur minuttur til eg bríkslaði. HB-leikarin smekkaði til og bólturin fór í mál. Dagfinn Forná heldur, at Vík­ inga-málmaðurin fekk nóg góða tíð at stilla múrin og sjálvur at koma uppá pláss í málinum. -Hatta kann ein sjálvandi kjakast um, men tað gekk altso umleið ein hálvur minuttur frá tí alt var klárt, til eg bríkslaði, sigur hann. Rangstaddur ella ei Hin støðan, sum elvdi til kjak kom stutt eftir hálv­leiks­steðg­in. Víkingur kom út og tað sá út til at teir vóru meira málsøknir enn teit høvdu verið í fyrra hálv­leiki. Teir komu eisini í eina álops­ støðu, sum gjørdi at ein álops­ leikari fekk bóltin inn frá høgru og beint í pannuna og skoraði til 2-1. Men málið var ikki góðkent, tí Víkinga-leikarin var dømdur at vera rangstaddur. -Eg havi ikki fingið granskað tað til fulnar á myndum, men so vítt eg dugi at síggja og sum eg hoyri, so var hetta ikki so. Støðan var helst ikki rætt dømd, sigur Dagfinn Forná. Hann leggur afturat, at eftir ein dyst vísir tað seg ofta, at støður kundu verið hand­farnar uppá annan máta enn gjørt verður í einum dysti, men harmast sjálvandi um, at júst hendan støðan hevði so avgerandi týdning. Mjørkin Tórsvøllur var huldur í mjørka leygar­kvøldið og ivasamt var um dysturin fór at verða spæld­ur, tá ið klokkan bleiv 20. -Eg var sjálvur í iva, men eftir at hava kannað um­støður­nar saman við hjálpar­dómarun­um, staðfestu vit, at eg sum dómari sá allan vøllin og hjálpardómararnir tann partin av vøllinum, sum teir skuldu síggja, so dysturin bleiv spældur, sigur Dagfinn Forná. Hann fekk tó skift hvítu bóltar­ nar út við reyðar bóltar, sum sóuust heldur betur. -Talan er um ein stóran dag, har sum nógv fólk eru uppií, so vit valdu at fara so langt sum møguligt fyri at spæla og sleppa undan at flyta dystin, men eg má viðganga, at hetta var næstan at fara heilt út á eggina, leggur dómarin afturat. HB vann steypafinaluna 3-1 á Víkingi. MÁLMAÐURIN FEKK GÓÐA TÍÐ -VÍKINGUR IKKI RANGSTADDUR Mjørkin køvdi løgmans­ finaluna Dagfinn Forná dómari heldur, at Víkinga-málmaðurin fekk nóg góða tíð, tá ið fyrsta maálið kom, men eisini at í fyrstu skoringini hjá Víkingi vóru teir ikki rangstaddir