mánadagur 23. september 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Við sínum erligu meiningum
og áhugaverdu sjónarhornum
er litríki norski FCK-venjarin,
Ståle Solbakken, sjáldan óá
hugaverdur at lurta eftir, og
tað er eisini alt annað enn
óáhugavert, tá ið Ståle Sol
bakken sleppur til tastirnar í
sínari egnu bók.
Hann hevur upplivað eitt
sindur av hvørjum. Eitt nú
hevur hann roynt at verið
deyður, sum hann sjálvur
tekur til um hendingina, har
hann fekk hjartasteðg og varð
bjargaður í evstu løtu.
Hann hevur havt tvey full
komiliga miseydnað ævin
týr í stórum feløgum sum
Wolverhampton og FC Köln,
men mest av øllum er hann
kendur fyri at vera heilin
handan
størsta
fótbólts
felagið í norðurlondum, FCK.
Ståle er ein meistari at
byggja upp og er stórur
fjeppari
av
organisatión,
og við inn í hendan heimin
tekur hann lesaran, sum
fær ekslusivt innlit í stóru
væleydnaðu- og minni væl
eydnaðu projektini hjá norð
manninum.
Ståle hevur eina meining
um tað mesta, og tað er
áhugavert at hoyra hansara
stundum øðrívisi vinklar upp
á alt møguligt.
Hann er heldur ikki bangin
fyri at leggja fingararnar
ímillum, og so hevur hann
eisini eina rúgvu av hend
ingum og upplivingum, sum
hann so væl tekur aftur í
aftur og greiðir dúgliga frá -
gjarna við eyka kryddi aftur
við.
Tað er sum kunnugt altíð
áhugavert, tá ið Ståle sleppur
framat mikrofonini, og tað er
tað eisini nú hann
er sloppin framat
tastunum í hesari
bókini!
FAKTA:
Bókin
kom út fyri útvið
tveimum
árum
síðani og er 187
blaðsíður.
LES UM: Tú hevur
hug
at
hoyra
um ferðir upp á
tindar og oman
dalar, og eisini um
organisatión.
IKKI LES UM: Tú
ikki hevur áhuga
í norðurlendskum
fótbólti
ella
arbeiðnum
handan
leik
tjøldini.
HVUSSU ER AT LESA: Tað
verður hoppað nógv aftur
og fram í tíðarrøðini, men
frágreiðingarnar eru áhuga
verdar.
HVAT
SIGUR
TÚ? Áhugaverdur lesnaður
um ein beint-fram leiðara,
sum fólk hata ella elska.
Ummæli:
Ståle Solbakken - Leyvuhjarta
Heimir segði, at teir, sum koma heim aftaná kl.01,
byrja ikki inni mikudagin. Hann segði tað við einum
blunki í eyganum. Vit siga, at teir, sum koma heim
áðrenn kl.01, byrja ikki inni mikudagin.
- Sebastian Pingel um steypagullið í samrøðu við KVF
Eg fylgi ikki
metunum. Metini
fylgja mær.
- Cristiano Ronaldo
í samrøðu við Piers
Morgan
Vikan ið fór
StÍF-kvinnurnar vinna
sín fyrsta sigur í meira
enn tvey kappingarár,
tá ið tær í Klaksvík
vinna 25-23 á
Stjørnuni.
Tað eru deildar
meiningar um at
tað er rætt gjørt av
FSF at seta donsku
Frederikku Søkjær at
døma steypafinaluna
hjá kvinnum.
Føroyar ganga eitt
pláss aftur á nýggja
styrkislistanum hjá
FIFA, har vit nú eru
nummar 109.
KÍ vinnur 1-0 á NSÍ í
útsetta oddadystinum
í Betrideildini hjá
monnum, har KÍ
hongur í B36 og NSÍ
dragnar.
HB vinnur
steypakappingarnar
hjá bæði kvinnum og
monnum eftir 3-0- og
3-1-sigrar á ávikavist
EB/Streymi/Skála og
Víkingi.
Jóan Símun
Edmundsson er aftur
á blettinum í 5-2-sigri
hjá Arminia Bielefeld,
sum lyftir seg upp á
eitt triðja pláss.
Oddastríðið í
Betrideildini er óbroytt
eftir at B36, KÍ og NSÍ
øll vinna sínar dystir.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Allan Dybczak
Aldur: 45 ár
Yrki: Venjari, HB-kvinnur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Gateshead
2. Svimjing, súkkling og
renning
3. Dame N'Doye og Cesar
Santin
4. 11
5. Dagfinn Forná
6. Póllandi
7. 8-0
8. Áron Sofus Vest
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu æt enska felagið, sum Jóan Símun Edmundsson
varð leigaður til frá Newcastle?
2 Hvørjar tríggjar ítróttargreinar eru við í triathlon?
3 Nevn annan av teimum báðum, ið hava skotið fleiri mál
fyri FCK enn Todi Jónsson?
4 Hvussu nógv stig verður spælt upp í í einum setti í
borðtennis?
5 Hvussu eitur dómarin, sum dømdi finaluna um
Løgmanssteypið leygarkvøldið?
6 Hvørjum landi skal føroyska hondbóltskvinnulandsliðið
spæla ímóti mikukvøldið?
7 Hvussu nógv vann Manchester City ímóti Watford
leygardagin?
8 Hvussu eitur dómarin á myndini, sum í gjár dømdi sín
fyrsta dyst í Betrideildini?
Hvussu høvdu tit
fyrireikað tykkum til
steypafinaluna?
- Vit høvdu tríggjar dystir
uppá átta dagar beint upp
undir finaluna, so tað var
mest fyribyrgjandi. At fáa
leikarar fysiskt klárar til
finaluna. Tríggjar róligar og
vanligar venjingar. Tað ein
asta taktiska, sum bleiv vant,
vóru deyðbóltar og so fram
vegis.
Hvat var taktikkurin hjá
tykkum í steypafinaluni?
Vit hava tveir leikarar, sum
álopsmessiga eru í serflokki.
Heidi og Rebekka. Vit valdu
teir seinastu fýra dystirnar
at broyta leikskipan og leik
hátt, so at hesir leikarar blivu
meira eyðsýndir. Hetta gav
teprar sigrar, og valdi eg sum
venjari at halda fast í tí vit
høvdu gjørt.
Gull í steypakappingini og
silvur í landskappingini,
eru tit nøgd við
kappingarárið?
- Liðið hevur ment seg nógv
meira enn nakar uttanfyri
hópin veit. Frágongd og skað
ar hava gjørt at aðrir leikarar
máttu traðka til, og tað hava
teir.
Hvat metir tú restaði
í fyri at tit kláraðu at
fáa FM-gullið eisini?
- Eitt stig. Liðið hevur verið
sera merkt av skaðum og frá
gongd í ár. Vit hava ikki verið
so støðug, sum eg hevði ynskt.
Hvussu sær út næsta
kappingarár, ætla flestu
spælararnir at halda fram?
- Onkur leikari flytur uttan
landa, men vónandi kemur
onkur leikari aftur frá skaða
og so framvegis.