týsdagur 24. september 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Umleið 50 fólk starvast í Norðoya Sparikassa, sum í
gjár varð 100 ár. Tá ið føðingardagurin verður hildin
í Klaksvík leygardagin, verður 100 ára minnigarrit
lagt fram, og tá verður møguleiki at hoyra Lars
Løkke Rasmussen og Anders Lund Madsen
Eyðun Klakstein
Norðoya Sparikassi hevur seinastu
mánaðirnar ikki sett seg sjálvan undir
skeppuna, nú 100 ára stovningardagur
in er komin alt nærri.
Norðoya Sparikassi varð stovnaður
24. september 1919, og stjórn, nevnd,
umboðsráð, ábyrgdarar og starvsfólk
bankans hava síðsta árið og meir enn
so markerað dagin.
Í gjár vóru fløggini vundin í húnar
hátt í deildunum, og tey, sum stukku
inn á gólvið, vórðu bjóðað ein drekka
munn.
Stóra
føðingardagshaldið
verður
leygardagin, tá ið tað allan seinnapartin
verður føðingardagshald í ítróttarhall
unum í Klaksvík – í Badmintonhøllini
verður tiltak fyri børnini, og í KÍ høllini
verður tiltak fyri tey vaksnu.
Norðoya Sparikassi kann fegnast
um, at av øllum teimum føroysku pen
ingastovnunum er hann tann einasti í
Føroyum, sum ongantíð er endur
stovnaður, og sum framvegis koyrir
eftir stórt sæð sama leisti, sum tá hann
varð stovnaður. Tað ber samstundis í
sær, at Norðoya Sparikassi er í kapping
við peningastovnar, sum eru polstraðir
við almennum pengum.
Kongaliga vitjanin
Norðoya Sparikassi hevði kongliga vitj
an 24. august í fjør. Í Sparikassanum
kendu tey tað vera ein heiður at fáa
vitjan av Fríðriki krúnprinsi, Mary
krúnprinsessu og børnum teirra, og
leiðsla Sparikassans gjørdi framman
undan hesum degnum av, at kongliga
vitjanin skuldi vera startskotið til 100-
ára haldið.
Stjórin í Sparikassanum, Marner
Mortensen, stóð uttan fyri og tók ímóti,
og Fríðrikur krúnprinsur og Mary
krúnprinsessa høvdu eina góða løtu
henda dagin í Sparikassanum. Tey lurt
aðu við andakt og settu hópin av spurn
ingum, áðrenn tey fóru víðari út til
Fugloyar og seinni til Mikladals.
Hátíðarløtan var í ovaru hæddini í
nýggja partinum. Tað var fallið John P.
Danielsen, nevndarformanni, í lut at
fortelja um søguna, virksemi og fram
tíðarætlaninar hjá Norðoya Sparikassa.
John P. Danielsen greiddi millum
annað frá, at umleið 50 fólk starvast í
Sparikassanum, og at nógv tey flestu
arbeiða í høvuðssætinum í Klaksvík.
Hini eru í deildini í Havn og í Fuglafirði.
Nevndarformaðurin nevndi eisini, at
útlánini eru 1,9 mia. kr., og at tveir trið
ingar av hesum eru privatlán og ein
triðingur vinnulán. Innlánini eru 2,3
mia. kr., og eginpeningurin er 228 mió.
kr. Av teimum fýra peningastovnunum
í Føroyum hevur Norðoya Sparikassi
umleið 13 prosent av marknaðinum. Í
Norðuroyggjum verður tó mett, at
Sparikassin hevur áleið helvtina av
marknaðinum.
Sparikassin og samfelagið
Tað vakti serligan ans hjá krúnprinsin
um og krúnprinsessuni, tá John P.
Danielsen greiddi frá, hvussu Spari
kassin er skipaður. Nevndarformaðurin
nevndi til dømis, at munurin millum
ábyrgdarsparikassar og partafelagsskip
aðar peningastovnar stórt sæð bara er
í ognarviðurskiftunum, og hvussu
vinningurin verður útlutaður.
Endamálið hjá partafeløgum er í
høvuðsheitum at vinna pening til
partaeigararnar. Hinvegin er ábyrgdar
skipanin bygd á sjálvsognarhugtakið,
har tann parturin av vinninginum, ið
ikki skal brúkast til støðufesting og
vøkstur, kann útlutast til almenngagn
lig ella vælgerandi endamál.
– Vit kunnu eisini siga, at tað er
lokalsamfelagið, sum eigur Sparikassan
og sum sostatt kann fáa ágóða av út
lutingini til almenngagnlig endamál.
Hetta verður gjørt gjøgnum ein gávu
grunn, ið fær tillutað ein part av árliga
rakstraryvirskotinum, segði John P.
Danielsen.
Sparikassin hevur gjøgnum gávu
grunnin veitt stuðul til nógv almenn
gagnlig endamál. Harumframt hevur
Sparikassin óbeinleiðis veitt týðandi
upphæddir í sponsoravtalum við fleiri
ítróttarfeløg í Klaksvík.
Sparikassin
hevði
henda
dagin
bjóðað umboðum fyri fleiri ítróttarfel
øg til hátíðarløtuna saman við teimum
kongligu. Fyrstur inn var Páll Klett
skarð og honum á baki kom Malena
Josephsen, bæði royndir KÍ spælarar.
Síðani komu umboð fyri Stjørnuna og
Team Klaksvík, rennifelagið Treysti,
svimjifelagið Ægir, Klaksvíkar Fimleik
arafelag og seinast Klaksvíkar Róðrar
felag.
John Danielsen legði dent á týdning
in, sum ítrótturin hevði fyri ungdómin
og samleikan í Klaksvík. Hann nevndi
metið hjá KÍ-kvinnunum, sum kom í
Guinnes metbókina, og at Klaksvík
hevði fostrað Jákup Mikkelsen, sum í
2000 vann danska meistararheitið við
Herfølge, og Toda Jónsson, sum tríggj
ar ferðir vann danska meistaraheitið
við FCK.
Tá fetti Fríðrikur krúnprinsur sær á
og smíltist, tí sum íðin ítróttamaður
sæst hann mangan sita á áskoðara
plássunum í Parkini, tá FCK spælir.
Kongaliga vitjanin var startskotið
upp á 100 ára haldið hjá Norðoya Spari
kassa, og hetta síðsta árið hevur Spari
kassin í uppaftur størri mun, enn hann
annars plagar at gera, verið við til at
sett dám á tiltøk bæði í Klaksvík og
aðrastaðni.
Søgan er serlig
100 ár er høgur aldur í søguni hjá før
oyskum peningastovnum. Bara Føroya
Amts Sparikassi og Føroya Banki vóru
til í Føroyum, tá menn í Norðoyggjum í
1919 stovnaðu Norðoya Sparikassa.
Føroya Amts Sparikassi var, sum
orðið sigur, fyrst og fremst ein pen
ingastovnur, har fólk trygt kundu
goyma sín avlopspening. Innlánspen
ingurin gav Sparikassanum møguleika
at læna pening móti 1. prioriteti í hús
um, jørð og til kommunur, og tapsváðin
var tí ikki tann heilt stóri.
Men Føroya Amts Sparikassi var
staðsettur í einum grótbygningi í Havn,
og
skuldu
norðoyingar,
suðringar,
vágafólk ella eiðisfólk seta pening inn í
Sparikassan, mátti hesin peningur bók
staviliga flytast við báti ella um fjøll til
Havnar.
Tá danskir embætismenn í Føroyum
NORÐOYA SPARIKA