Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110 TÍÐINDI stovnaðu Sparikassan í 1832, var tað ivaleyst, tí at hetta var eitt tíðarrák. Tað var ein fyrimunur at hava peng­ar­ nar í eini pengaboks heldur enn undir madrassuni. Tá Føroya Banki varð stovnaður í 1906, var endamálið at geva føroyskum vinnulívsmonnum møgu­ leika at søkja um lán, fyrst og fremst til skip. Føroyingar hava ikki hildið, at grund­arlag var fyri at hava deildir av pen­ingastovnum aðrastaðni, enn í Havn. Men vit síggja, at á Tvøroyri var Oliver Effersøe, sýslumaður og politik­ ari, leingi umboðsmaður fyri Føroya Amts Sparikassa har. Í Norðoyggjum var einki umboð fyri Sparikassan, men sýslumaðurin Thom­ as Juul Petersen, sum samstundis var post­avgreiðslumaður um tað mundið, Norð­oya Sparikassi var stovnaður, hev­ur sjálvandi verið varðugur við, at fólk sendu pening til Sparikassan í Havn. Undir og beint eftir fyrra heims­bar­ daga er flutningurin av peningi til Havnar helst øktur. Aldargamla makn­ að­arfyribrigdið útboð og eftir­spurn­ ingur vísti sína megi, og í Føroyum eins og aðrastaðni fingu vit eina dýrtíð, sum vit neyvan høvdu sæð makan til í nýggj­ari tíð. Trot var á vørum, og onkr­ ar neyðsynjarvørur kostaðu tvífalt so nógv sum undan krígnum. Men samstundis vóru fiskaprísirnir ovurhonds høgir, og nógv var at fáa, so hó­ast vørurnar vóru dýrar, var inn­tøk­ an sera góð hjá teimum, sum fiskaðu hesi árini. Fyri fyrstu ferð upplivdu fólk at liggja inni við nógvum avlops­ pen­ingi. Menn, ið hildu seg hava skil fyri bú­ skapi, bóru ótta fyri, at fólk ikki dugdu sær hógv. Í suðuroyarblaðnum Føroya­ tíð­indi skrivaði ein økonomur í januar 1917, at freistingin at brúka pengarnar var stór og at vandi var fyri, at peng­ar­ nir runnu líka skjótt útaftur, sum teir høvdu runnið inn. Økonomurin skeyt upp at stovna ein sparikassa í Suðuroy, har fólk kundu goyma sínar pengar. Tíggju dagar seinni endurgav blað­ stjórin á Norðlýsinum, Símun Petur Zachariassen, greinina í Før­oya­tíð­ind­ um. Hann vísir í Norðlýsinum 12. jan­ uar 1917 á lesarabrævið í suður­oy­ar­ blaðn­um og heldur, at somu viðurskifti kunnu gera seg galdandi fyri »os her nord paa«. Boðskapurin er greiður um, at stundin er komin at stovna ein lokal­ an sparikassa. Til ber at ímynda sær, at hugsjón­ar­ menn í Klaksvík og Norðoyggjum í nøk­ur ár skiftu orð um, hvussu nógvi avlops­peningurin best var umsitin. Men tað tykist, sum greinin í Norð­lýs­ in­um 12. januar er fyrsta almenna tek­ ini um, at norðoyingar áttu at stovna sín egna sparikassa. At samband er mill­um umrøddu blaðgrein og upp­run­ an til Norðoya Sparikassa sæst av, at blað­stjórin á Norðlýsinum, Símun Pet­ ur Zachariassen, og ein av stig­tak­ar­un­ um til Norðlýsið, Olaf á Stongunum, báð­ir vóru við til at stovna Sparikassan. Tað tók sína tíð at fyrireika stovn­an­ ina, men 24. september 1919 var alt lið­ ugt, og nakrar dagar seinni læt Norðoya Spari­kassi upp á fyrsta sinni. Stóri dagurin Føðingardagurin var í gjár, 24. sept­em­ ber, tá ið tað vóru 100 ár síðani Norðoya Sparikassi varð stovnaður. 100 ára dagurin verður hildin leyg­ ardagin í Klaksvík. Frá klokkan 14 og til klokkan 18 verður alment tiltak í ítr­ótt­ ar­hallunum. Í KÍ høllini verður borðreitt við fjøl­ broyttum munnbitum úr sjónum, sum kokkurin Gutti Winther stendur fyri, umframt at køkur og annað gott verður at fáa. Í Badmintonhøllini verður borð­ reitt við onkrum góðum til børnini. Marner Mortensen, stjóri, fer at bjóða vælkomin, og John P. Danielsen, nevnd­arformaður, fer at siga nøkur orð. Sanginum og tónleikinum standa hesi fyri: Serenade Trio, Lena og Niclas, 17 Sangarar, Teitur Lassen, Hallur Joen­ sen og Eivør. Helgi Jacobsen fer at leggja 100 ára minnisritið fram, og so verður samrøða millum føroyavinirnar Lars Løkke Ras­ mussen, fyrrverandi forsætismála­ráð­ harra, og DR vertin Anders Lund Mad­ sen. Í Badmintonhøllini fara Silvi og Bubu at bjóða vælkomin, tað verður Silva­konsert, Maria á Lakjuni, Kular Røt­ur og Ingi og Danny fara at syngja og spæla, og so verður tað rundað av við Bubu-showi. Tiltakið verður liðugt klokkan 18, og ein tíma seinni verður 100 ára fýrverk á Akursmørk. Í lýsing á heimasíðuni og í bløðunum er upplýst, nær leygardagin ymsu til­ tøkini eru ASSI FYLLIR 100 ÁR Norðoya Sparikassi hevur høvuðssæti í Klaksvík og deildir í Havn og í Fuglafirði