týsdagur 24. september 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Skousen hvítvørurisin
letur upp í Uno
- Størsta hvítvørusamtakið í Norðanlondum letur nú upp deild
í Føroyum. Talan er um eitt sonevnt franchise-samtak, ið hevur
felags innkeyp og skjóta levering. - Skousen hevur áður verið í
Føroyum, og vildu teir nú sleppa aftur á føroyska marknaðin. Tí
hava teir sett seg í samband við meg, sigur Dánjal Petersen hjá Uno
Vilmund Jacobsen
Leygardagin
komandi
letur
Uno í Havn upp nýggja Skou
sen-deild við hvítvørum og
smærri el-tólum. Seinastu mán
aðirnar hevur Uno innrættað
Skousen-deildina á 1. hædd -
við einum stórum og breiðum
úrvali av vørum. Her eru eitt
nú vaskimaskinir, ovnar, kóki
plátur, køliskáp, men eisini
smá el-tól sum fønarar, raki
maskinur, kaffimaskinur og
ymiskt annað.
Dánjal Petersen, sum eigur
og rekur fyritøkuna UNO, sig
ur, at hann bleiv uppringdur
av stóru hvítvøruketuni sum
vildi hava samstarv í lag.
- Fyrst helt eg tað vera eina
joke, og at onkur vinmaður
vildi lumpa meg, men tað gekk
ikki leingi, til eg fann út av, at
hetta var álvari.
Eftir at Skousen ikki hevur
verið í Føroyum í næstan 10 ár,
hava teir nú leitað sær aftur á
klettarnar.
- Tað var ein danskur sam
starvsfelagi,
sum
bað
teir
ringja til Dánjal, eftir at hesin
hoyrdi um, at teir leitaðu eftir
onkrum at umboða Skousen í
Føroyum.
Fyrispurningurin
kom á vári í 2018, júst tá Uno
ætlaði at at veksa um hvít
vørudeildina, sigur Dánjal Pet
ersen.
Skousen ein stórfyritøka
Stóri danski vinnulívsmaðurin,
Preben Skousen, byrjaði at
selja hvítvørur í 1957, og er Skou
sen-samtakið í dag størsta
hvítvørusamtak í Norðanlond
um.
Samtakið við nethandlum
og vanligum handlum hevur
ein samlaðan umsetning á 1,5
miljardir krónur árliga. Stór
goymsla á einar 300 miljónir er
við vørum við dagligari lever
ing.
- Vit eru nú vorðin partur av
tí skjótasta og besta samtakin
um á marknaðinum, sigur
Dánjal Petersen.
Hann heldur fyri, at við lág
um prísum og skjótari veiting
ber ikki til at ynskja tað betri.
Bílagt verður dagliga, og veit
ingar eru hvørja viku. Tað, sum
bílagt verður hósdag, er á
bryggjuni her heima mána
morgun. So, tað kann ikki ger
ast nógv skjótari.
Í samband við upplatingina
leygardagin
28.
september
hevur Uno fleiri góð upplat
ingar- og køtilboð.
Uno hevur opið vanligar
yrkadagar frá klokkan 10-17.30,
og vanligar leygardagar er opið
frá klokkan 10-14.
- Frá mikudegi til fríggjadag
er handilin stongdur fyri at
fáa tað seinasta uppá pláss.
Leygardagin lata vit so upp við
einum braki og hava opið frá
klokkan 10-18, sigur Dánjal Pet
ersen.
UNO ”trappar upp”
Hvítvørusølan hevur higartil
gingið fyri seg á veghæddini,
har køkar, baðirúm og súkklur
eisini hava verið, men Dánjal
Petersen sigur, at hvítvørurnar
nú eru farnar upp á 1. hædd,
har tey í fyrsta lagi hava sett
umleið 300 fermetrar av til
Skousen.
- Viðskiftafólk, sum koma
inn í Uno á gólvhæddini, ganga
í trappu upp í Skousen-deild
ina, og tí kunnu vit kanska
siga, at Uno nú ”trappar upp”,
sigur Dánjal Petersen bros
andi.
Hann vísir á, at tað hevur
tikið sína tíð at fáa hølini á 1.
hædd klár, tí tey hava havt
rættiliga nógv at gera í dagliga
handilsvirkseminum, umframt
at tey hava klætt bygningin í
Smiðjugerði 6 og innrættað
goymslubygningin í Smiðju
gerði 7.
Byrjaði í kjallara
Uno byrjaði sítt virksemi í 2012
við sølu av súkklum og baði
rúmsmøblum í 41 fermetra
stórum kjallarahølum í J. Pat
urssonargøtu 18.
Í 2013 flutti fyritøkan í 150
fermetra høli á Hálsi, har køks
deild eisini varð latin upp.
Í 2014 flutti Uno í niðaru
hæddina í Smiðjugerði 6, har
fyritøkan fekk 540 fermetrar
til sítt virksemi.
Í 2015 keypti Uno bygningin
í Smiðjugerði 6 frá Fastogn, ið
Eik banki átti, og í 2018 keypti
Uno
goymslubygningin
í
Smiðjugerði 7 frá Tekniska
Skúla, har smiðjan helt til.
- Vit hava bygt okkum spaku
liga upp, og við upplatingini av
Skousen í Uno er hetta enn ein
gleðiligur mílapeli hjá fyritøk
uni, sigur Dánjal Petersen.
Tá Dánjal verður spurdur,
um hann nú hevur nátt sínum
málum, er hann skjótur at
svara aftur.
- Um málið er nátt, er tíð
upp á at skifta meg út, sigur
hann brosandi og leggur aftr
at:
- Jú, nøkur mál eru rokkin,
men tað tykist, sum vit júst
eru komin á flog. Ein sunn
fyritøka ynskir altíð at koma
longur á leið, sum hann tekur
til.
Marknaður og framtíð
Føroyski brúkarin hevur ong
antíð havt tað so gott sum nú.
Kappingin er hørð, allir prísir
liggja á alnótini og tíðin, tá
føroyska príslegan lág 25-40%
oman fyri prísin á danska
marknaðinum, er langt síðan
farin.
- Kappingin er køld og
kynisk; tey, sum ikki fylgja við
og klára at hanga í, verða latin
eftir. Í hesi verðini eitur einki
”góða
mamma”.
Hetta
eru
treytir - ella rættari sagt – nátt
úrulógir, sum eingin fær broytt.
Tað jaliga við hesum er so, at
handilsvinnan má standa í
støðugari menning, um henni
skal verða lív lagað.
Dánjal Petersen sigur, at
ferðin hjá Uno hevur verið líka
drúgv, sum hon hevur verið
spennandi.
- Tað hevur kravt hart ar
beiði og nógv ymisk starvsfólk
fyri at finna røttu samanset
ingina. Málið hevur verið at
funnið starvsfólk, ið eru betur
enn eg og sum rigga til Uno-
konseptið. Vit arbeiða væl sum
eitt toymi, og sjálvt um vit
altíð kunnu gera tingini betur,
kann eg siga, at eg ongantíð
havi havt so gott starvsfólk
sum nú. Og hetta er orsøkin til
okkara
frammgongd,
sigur
hann.
Hann leggur aftrat, at hevði
tað ikki verið fyri okkara trú
føstu viðskiftafólk, hevði Uno
als ikki verið til.
Lærdi hjá Idé Møblum
Dánjal Petersen stóð sum
lærlingur hjá Idé Møblum og
hevur hann roynt at lært frá
teimum bestu.
- Eg minnist, at Birgir Andr
eassen ofta segði við okkum
starvsfólk, at kundin er okkara
inntøka. Um vit ikki lurta eftir
kundum okkara og tæna teim
um á besta hátt, hava vit einki
handilsgrundarlag.
Tá Dánjal at enda verður
spurdur, um kappingin á før
oyska marknaðinum ikki er
nóg hørð, sum hon er, sigur
hann.
- Eg eri fyrst og fremst í
kapping
við
meg
sjálvan.
Hvussu kann eg í dag vera
dugnaligari, enn eg var í gjár.
Eg standi hvønn dag til ”eks
amiu”, og tingini kunnu altíð
gerast betri. Sjálvandi skulu
vit fylgja við og vera vitandi,
um hvat okkara kappingar
neytar gera, men vit mugu
fyrst og fremst gera okkara
egna arbeiði væl, sigur Dánjal
Petersen.