týsdagur 24. september 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110
Heystið er
hugnalig tíð
Hjá teimum, sum hava nógvan seyð, skal
nógv fáast frá hondini eftir lutfalsliga stuttari
tíð. Umframt fjallgongu og fletting, skal alt
slaktið takast upp og fáast til høldar
Vilmund Jacobsen
Seinnu árini eru fleiri hugnalig tiltøk
skipaði, sum hava við jørð, seyð og slakt
at gera. Hetta eru alt tiltøk, sum á
ymiskan hátt leita aftur til røturnar og
til tað tilfeingi, sum jørðin kann geva,
og hagin kann bera.
Vit kunnu nevna trý av hesum
tiltøkum, sum hvørt er meira áhugavert
enn
annað,
Slaktið
í
Tórsgøtu,
Heystfagnaðurin
á
Eiði
–
og
Eplafestivalurin í Trøðum á Sandi, sum
umframt grønmeti, eisini fevnir um
føroyskar kjøtvørur.
Hugnaligt og rokaligt
Heystið er ein hugnalig tíð, men hetta
kann eisini vera ein rokalig og ikki sørt
strævin tíð.
Hjá teimum, sum hava nógvan seyð,
skal nógv fáast frá hondini eftir
lutfalsliga
stuttari
tíð.
Umframt
fjallgongu og fletting, skal alt, sum
kann roknast upp í slaktið, takast upp
og fáast til høldar.
Vembur og innvølur skulu reinsast,
blóðpylsa og rullupylsa skulu gerast,
ærskjøt skal skerast og malast, og
seyðarhøvd skulu svíðast.
Heimaseyður fyrst
Vanligt er, har menn hava veðrar og
eisini eiga lomb í haganum, at veðrarnir
og
soleiðis
heimaseyðurin
verður
flettur fyrst. Hetta er í ávísum økjum
og bygdum ein rættiligur hátíðardagur,
sum fólk gleða seg til og sum nógv
verður gjørt burturúr.
Tað eru familjur, sum skipa hesar
dagar soleiðis, at ein familja flettir í ein
dag – og síðan verður farið runt í
familjuni eftir einum skifti, til hvør
familja hevur flett sín heimaseyð.
Í slíkum føri hjálpast familjur at, og
nógvir raskir menn eru við í flettingini.
Við búgvið borð
Heima stákast húsmóðirin við mati, og
tá liðugt er at fletta veðrar, er vanligt,
at flettarar og onnur, sum hava hjálpt
til, sessast við búgvið borð.
Tað er eitt størri tak í hvørjum
einstøkum føri at fletta veðr enn at
fletta lamb, men tað eru eisini bøndur
og fólk, sum eiga seyð, ið fáa góða hjálp,
tá fjøllini verða gingin, og skurðurin
skal takast.
SLAKT
Heystið 2019