Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Nýta ofta ræðu­ myndir fyri at fáa pengar til demens – Tað verða nógvar ræðumyndir nýttar av alzheimersjúkuni. Tær verða brúktar fyri at fáa pengar til økið. Men tað skapar eisini eina ov einstáttaða mynd av sjúkuni og ofta ógrundaða ræðslu í fólkinum fyri at fáa demens, sigur Christine E. Swane, stjóri og granskari í Ensomme Gamles Værn í Danmark Frants Jensen frants@sosialurin.fo Í sambandi við alheims alz­ heim­erdagin í seinastu viku skip­aði Alzheimerfelagið fyri tiltaki í Smæruni í Havn. Millum annað røddi Christ­ ine E. Swane, mag. art. í ment­ an­arsociologi, ph.d, um evnið stigmatisering og demens. Hon er stjóri og granskari í grunn­inum Ensomme Gamles Værn í Danmark. Ræðumyndir av demens sjúkuni – Tað er helst neyðugt í kapp­ ingini fyri at fáa politikarar og fjølmiðlar at geva demens gæt­ ur og fyri at fáa pengar til økið, at vit eisini nýta ræðumyndir. Til dømis at lýsa søgurnar, har ung fólk eru rakt av demens. Onkur sjúklingafeløg í Dan­ mark brúka orðið dem­ens­tsun­ ami ella demensfarsótt fyri at undirstrika, at sjúkan, vit ar­ beiða við, er ógvuslig, og tá er eisini neyðugt at siga, hvussu ræðuligt tað er, sigur Christ­ine E. Swane. Hon vísir á, at tað eru tvær síður á myntini. – Framsíðan er, at tú fært pengar til at menna økið, men rangan, sum fylgir við, er, at vit fáa fleiri ræðumyndir av, hvat demens sjúku. Vit gerast bang­ in fyri demens sjúku og síggja ikki, at tað eisini eru menn­ iskju, ið liva væl og friðarliga við demens sjúku, sigur hon. Hugsa áhh nei Hon vísir á, at myndirnar, ið fólk ganga við í høvdinum, ofta ikki hava hald í veru­leik­ an­um, og hetta er ikki bara gott. – Tað er trupult í sjálvum sær at vera raktur av demens sjúku, men tað er eisini trupult, um onnur menniskju hugsa, áhh nei. Til dømis um ein av hjúnunum verður raktur av demens, so kann tað henda, at onkrir av teirra vinum ikki longur hava hug at vera saman við teimum, tí at tey ikki vita, hvussu tey til dømis skulu tosa við ein mann, ið er raktur av demens. Hetta verður ofta gjørt, tí at fólk hava nakrar hug­myndir um, at tað er so trup­ult, ístaðin fyri at fylgja gongdini hjá persóninum, sig­ ur Christine E. Swane. – Tað kunnu eisini vera børn, ið ikki viðurkenna, at mamma ella pápi teirra hava fingið demens, og tey halda tað vera so ódámligt at hava við tey at gera, tí at tey hava hoyrt, at dem­ens skal vera so trup­ult, sigur hon. Vera tann sum tey eru Hon vísir á, at fólk, ið eru rakt av demens, eisini kunnu liva eitt gott lív. – Tað er trupult, um vit við­ gera fólk øðrvísi, sum hava dem­ens. Tey hava jú eisini tørv á hjálp, umsorgan og stuðli á annan hátt. Men annars skulu tey ikki uppfatast øðrvísi enn tann Kim og Kristina, sum tey eru – tað er jú tað, ið vit øll ynskja, sigur hon. Stigmatisering – Trupulleikin við stigmat­is­er­ ing er, at vit tala generelt um tað at hava demens sjúku. Tá ið vit gera tað, síggja vit ikki long­ur tað einstaka menniskja, og hvussu hann ella hon liva við sjúkuni. So hava vit nakrar hugmyndir frammanundan um, hvussu trupult tað er hjá við­ komandi á ávísum økjum. Til dømis at ein missir ein persón so við og við. Men tað er ikki víst, at øll uppliva tað á hendan hátt. Um vit siga, at ein per­ són­ur spakuliga fer burtur frá okkum uttan at vera deyður, so er tað sera ræðandi. So gerst tank­in um demenssjúkuna meira ræðandi enn veruleikin. Tað, haldi eg, er óheppið, sigur Christine Swane. Hon vísti eisini á, at tað, sum er nógv frammi í dag, nevni­ liga at hava eitt demens­vin­ar­ ligt samfelag eisini kann vera við til at skapa stigmatisering. Ljós verður kastað á evnið, pengar koma inn, men ræðu­ mynd­ir og steriotypar hug­ mynd­ir verða ein partur av sam­skiftinum um demens. Fólk eru ymisk Hon vísir á, at ístaðin fyri at nýta orðini “tann ella tey dementu”, so vil hon heldur mæla fólki til at umtala fólk við teirra navni, og at tey hava fingið eina sjúku, ið verður kallað demens. – Vit skapa bólkarnar “vit” og “tey”. At vit eru tey normalu, meðan hini eru øðrvísi. Men tað skuldi heldur verið, at bæði vit og tey eru menniskju, sum hava avbjóðingar, sjúku, mál og annað at stríðast við í ger­ andisdegnum, sigur Christine Swane. – Tørvur er á at fáa størri fatan av, at fólk eru so ymisk. Eg havi arbeitt nógv við ger­ onto­logi – tað at gerast gamal. Tað er trupult í sjálvum sær hjá yngri fólki at síggja, at eldri fólk eru sera ymisk, sigur Christ­ine Swane. Hon vísir á, at tað er týdn­ ing­armikið at skilja, at fólk eru ymisk, og at demens sjúkan kann vera ymisk frá einum per­sóni til annan. Sera bangin fyri at fáa demens – Eg havi havt nógvar fyri­lestr­ ar um hetta evnið, og nógv fólk, ið eru í fimmti- ella seksti­ árunum, eru sera bangin fyri at fáa demens. Ræðu­mynd­ir­n­ ar skapa ótta í fólki, og tørvur er á at fáa størri vitan um alz­ heim­er. Tað er býtt, at fólk skulu vera so bangin fyri at fáa demens. Øll verða ikki rakt, øll verða ikki rakt á sama hátt og øll liva heldur ikki so leingi. Allar av hesum stereotypu hug­myndunum leggja fót fyri, at fólk kunnu liva meira róliga, eisini tá ið ein kemur upp í árini, sigur Christine Swane. Christine E. Swane, stjóri og granskari í Ensomme Gamles Værn í Danmark Mynd: Høgni Poulsen Nógv fólk vóru og lurtaðu eftir Christine E. Swane, tá ið hon hevði fyrilestur í Smæruni í Havn hósagin í síðstu viku Mynd: Høgni Poulsen