Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 238 - 11. desember 2004 Í allari jólastákanini: Gloymið ikki at fjálga um næstan ICES hev- ur savnað hagtøl í 100 ár Fiskirannsóknarstov an hevur nú givið út snotuligan bókling við hagtølum fyri veiði undir Føroy- um seinastu hundr- að árini HAGTØL Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havgranskingarfelagsska purin ICES varð settur á stovn í 1902, og er felags- skapurin sostatt meira enn hundrað ára gamal. Tað vóru lond í útnyrðings- partinum av Atlantshavin- um, sum settu sær fyri at samskipa kanningar av havinum og lívinum í hav- inum. ICES var fyrsti altjóða felagsskapur av sínum slagi, og tað vóru norður- lond, sum vóru tey frem- stu at taka stig til felags- skapin. Tá ið stovnsetanin skuldi fyrireikast, vóru fleiri fundir í eitt nú Noregi, Svøríki og Finnlandi. Høvuðssætið hjá ICES bleiv í Keypmannahavn, og tá ið felagsskapurin fylti 100 ár í 2002 var stórfingið hátíðarhald í samband við árliga vís- indafundin. Eitt tað fyrsta stigið hjá ICES var at savna hagtøl frá fiskiskapinum í ICES- økinum, sum er eystan- fyri eina linju úr Kappan- um í Grønlandi og suður áraka Gibraltarsundið. Alt økið er síðan býtt sundur í smærri økir eftir vistfrøðiligum og hav- frøðiligum eyðkennum. Føroyska økið er býtt í tvey, har Føroyabanki er fyri seg og restin av hav- økinum er fyri seg. Heilt síðan byrjanina, hava limalondini bundið seg til at lata ICES hagtøl yvir fiskiskapin, býtt eftir fiskaslagi og øki – og eis- ini í tann mun hagtøl vóru yvir veiðiorku og roynd. Hagtølini komu út í einum árligum bóklingi fram til 1988, og síðan hava hesi verið tilgongilig á heima- síðuni hjá ICES. – Vit hava mett tað hava týdning at savna hagtølini fyri veiði av fiski við Før- oyar hesi 100 árini. Við hesum sæst, hvussu fiski- skapurin er broyttur, sum árini eru liðin. Tølini, sum nú eru savnað og givin út í bóklingi, eru fyri tey týdn- ingarmestu fiskasløgini undir Føroyum, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leið- ari á Fiskirannsóknarstov- uni. – Tað eru mong, sum sita nógv einsamøll ella tørva eina hjálpa- ndi hond. Fjálga vit um hjá hesum fólk- um, er hetta helst tann besta jólagávan, vit kunnu geva teim- um, segði Maibritt Jacobsen, tá ið jóla- træið hjá Runavíkar kommunu varð tendrað. Maibritt er leiðari á Heiminum á Mýrunum, sum er heim fyri minnisveik JÓLAHUGNI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir Vilmund Jacobsen Tá ið jólatræið hjá Runa- víkar kommunu varð tendr- að herfyri, helt Maibritt Jacobsen, leiðari á heim- inum fyri minnisveik í Runavík, røðu. Hon helt, at dagurin, tá ið jólatræið verður tendrað, er ein sermerktur og hugna- ligur dagur, sum veruliga setir dám á býin, eins og vit verða mint á, at nú stundar til jóla. Jólatræið og søgan – Søgan um jólatræið er upprunaliga gomul. Sagt verður, at jólatræið kemur úr Týsklandi, men heilt frá rómverskari tíð var tað gamal skikkur at taka granngreinar inn. Hetta varð gjørt fyri at boða frá eydnu fyri komandi árið. Eisini tá var siður at geva gávur, stearinljós, pening ella mat. Serliga vóru tað tey ríku, sum góvu teimum fátæku okkurt at eta. Maibritt vísti á, at tað var vanligt í Evropu í 1500- talinum at prýða jólatræið við onkrum, ið kundi etast, og vórðu hesi trø sett út, soleiðis at tey fátæku kundu fáa sær at eta. Á trænum vóru eitt nú súreplir, hunangskøkur, nøtur og okkurt søtt. – Seinni í 1700-talinum kom so tann siður at hava ljós á jólatrænum og at hava eina stjørnu á topp- inum. Ikki fyrr enn fyrst í 1800-talinum var vanligt, at tey fínaru fólkini høvdu jólatræ, og fyrst í 1900- talinum høvdu flestu donsku heimini jólatræ. Tá var eisini vanligt at hava ljós á jólatrænum. Seinni í Føroyum Hon helt, at í Føroyum er jólatræið helst komið seinni. – Bæði míni foreldur minnast einki jólatræ, tá ið tey vóru børn, men í staðin varð onkur stórur urtapottur prýddur. Eisini vórðu livandi ljós sett í vindeyguni jólaaftan. Seinni - undir krígnum - minnast tey, at jólatræ var í losjuni ella á onkrum stórum neystalofti, og børnini vóru sjálvi við til at gera jólaprýði. Eisini minnast tey, at tey stoyptu stearinljós, tí ljós fingust ikki undir krígnum. Maibritt helt fyri, at Runavíkar kommuna ger nógv burtur úr við at prýða um. Nógvar ljósketur hanga fram við vegnum. Skipað verður fyri ymisk- um tiltøkum, og eitt av hesum er "Gomul Jól í Heiðunum". – Á skránni er eitt nú jólasøla, jólakafe og djóra- garður. Eisini er jólatón- leikur hvønn dag at hoyra. Handlarnir í býnum eru skrýddir, og flestu heim eru nú eisini skrýdd til jóla. Alt hetta setir ein serligan dám á býin og ger, at her er hugnaligt at vera. Ljós heimsins Hon segði, at siðurin við jólaljósum verður í kristn- um høpi settur í samband við Jesusar orð: "Eg eri ljós heimsins, tann sum fylgir mær, skal aldri ganga í myrkri, men hava lívsins ljós." – Eisini lýsa øll hesi ljós upp í hesi myrku ársins tíð og fjálga um okkum. Maibritt vísti á, at ofta verður tikið til, at ljósið ber boð um nakað gott, og hon helt, at ikki kann sigast annað enn, at tað er satt. – Heimsins frelsari, Jesus Kristus, varð borin í heim jólanátt. Hann gekk um og gjørdi góðar gerðir – og doyði síðan á krossinum fyri allar heimsins syndir. Hann er tann størsta jóla- gávan, vit nakrantíð hava fingið, segði hon. Barnahátíðin Og Maibritt helt fram: – Ofta verður sagt, at jólini eru barnahátíðin stóra, og vit minnast eisini frá tí, vit vóru børn, hvussu vit gleddu okkum til jóla. Eg minnist, hvussu spenn- andi tað var, tá ið stovu- hurðin endiliga varð latin upp, og jólatræið stóð har við øllum sínum ljósum og lýsti; tá fyltist hjartað við eini serligari gleði! Uppundir endan av røðu síni las Maibritt nøkur ør- indi úr vakra sanginum hjá H. A. Djurhuus, "Á barna- árum ungum". Hon helt fyri, at í allari jólastákanini er umráðandi at minnast til at fjálga um okkara næsta. – Vit mugu øll minnast til, at fleiri eru sum sita nógv einsamøll - ella tørva eina hjálpandi hond. Hjá hesum fólkum verður tað helst tann besta jólagávan, tey fáa, um vit fjálga um tey. At enda ynskti Maibritt Jacobsen øllum eini gleði- lig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. – Tá ið stovuhurðin endiliga varð latin upp, og jólatræið stóð har við øllum sínum ljósum og lýsti - tá fyltist hjartað við eini serligari gleði, segði Maibritt Jacobsen Ung sum tilkomin settu sín serstaka dám á løtuna í miðbýnum í Runavíkar kommunu við hornatónleiki. Ein tíma seinni spældu tey til haldið úti á Toftum Tað var eitt sindur illfýsið, men væl av fólki var kortini komið saman til hugnaløtuna, tá ið jólatræið hjá Runavíkar kommunu varð tendrað