Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2004 11 Samgongan skal viðgera skotlands- sigling hjá Smyrli Johan Dahl, løgtings- maður, vil hava sam- gonguna at viðgera eitt mál, sum hevur verið ógvuliga um- strítt í føroyskum politikki ALMENN SKOTLANDSSIGLING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað almenna eigur at fara undir aftur beinleiðis sigl- ing ímillum Føroyar og Skotland. Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður í Suðuroy. Sum løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, er Johan Dahl sostatt eisini í sam- gongu. Og hann vil nú hava sam- gonguna at viðgera spurn- ingin um at fara undir fasta rutusigling ímillum Føroy- ar og Skotland við Smyrli. Johan Dahl vísur á, at fyrr var Suðuroyggin fesk- fiskaoyggj burturav, skilt á tann hátt, at fiskavirkini í oynni høvdu lagt seg eftir at skera útflyta fesk fløk. Men hesi seinastu árini hevur hendan vinnan verið fyri heilt stórari aftur- gongd. Fólk í fiskivinnuni siga, at orsøkin til afturgongdina var, at tað almenna gavst við siglingini ímillum Før- oyar og Skotlands við Teist- anum eftir stórum trýsti frá privatu flutningsfeløgun- um. Hinvegin siga tey eisini, at privatu flutningsfeløgini hava ikki megnað at lyft arvin eftir Teistan, tí tæn- asta, sum í hvussu so er virkini í Suðuroy hava fing- ið síðani, hevur ikki verið nóg góð. Avleiðingin er, at flutn- ingsmøguleikarnar hjá virkjunum í Suðuroy eru ikki nóg góðir til at tey kunnu gera seg galdandi á marknaðinum fyri fesk fløk. Samstundis hevur vinnan meiri enn einaferð víst á, at skulu føroyingar gera seg galdandi á altjóða fiska- marknaðinum, mugu vit leggja okkum eftir at virka feskar fiskavørur. Jùst har eru vit serliga sterk, tí vit liggja mitt í fiskigrunnun- um og bara nakrar fáa tímar siglingstíð frá marknað- inum. Men til tað krevjast góðir flutningsmøguleikar og teir eru ikki til staðar í dag. Men nú nýggjur Smyril kemur, hava summi vinnu- lívsfólk mælt til, at Smyril verður settur aftur í sigling ímillum Føroyar og Skot- land, heldur enn at selja hann fyri einar 4-6 millión- ir, sum landskassin hvørki doyr ella livir av. Kann lata nógvar dyr upp Nú hevur tankin um at tað almenna skal taka skot- landssiglingina uppaftur, eisini fingið afturljóð hjá politiska myndugleikanum. Og samgongutingmaðurin, Johan Dahl, vil nú hava samgonguna at viðgera málið. Sjálvur er hann heitur talsmaður fyri at landið tekur uttanlandssiglingina uppaftur. – Skal Suðuroy verða lív lagað sum feskfiskaoyggj, er tað loysnin, sigur Johan Dahl. Men hetta hevði eisini fingið týdning fyri alt land- ið, tí í vinnuni er semja um, at feskfiskaframleiðsla er vegurin fram hjá føroyskari fiskivinnu, men vit hava bara ikki flutningsmøgu- leikarnar til tað. Sjálvur hevur hann ongan trupulleika av, at tað al- menna stuðlar eini slíkari rutusigling, sum skapar nógv størri møguleikar hjá allari fiskivinnu í Føroyum. Johan Dahl heldur enntá, at eisini nýggi Smyril eigur at verða tikin úr suðuroyar- sigling eitt samdøgur um vikuna, har hann ístaðin siglur til Scrabster við fiski. – Nýggi Smyril siglur so skjótt, at hann klárar ein slíkan túr upp á eitt sam- døgu og so kann gamli Smyril sigla ímillum Suð- uroynna og Havnina tað samdøgurið. Aðrar dagar í vikuni kann so gamli Smyril sigla ímillum Føroyar og Skot- land. – Hetta kann lata heilt aðrar dyr upp fyri føroysk- ari fiskivinnu á feskfiska- marknaðininum í Evropa, eins og siglingin hjá Teist- anum læt nógvar dyr upp, tað tíðina, hann sigldi. – Men ikki minst kann hetta verða eitt týðandi menningartiltak fyri alla Suðuroynna, sum er í svárari kreppu, sigur Johan Dahl. – Hartil er hetta eitt rættiliga bíligt tiltak, men tað kann fáa stóran týdning fyri Suðuroynna. Hann heldur, at tekur tað almenna fasta rutusigling uppaftur til Skotlands, kann tað gera sítt til at byggja eina rutu upp, sum so kann mennast víðari, kanska við einum skjóttsiglandi skipi. – Ein slík føst rutusigling hevði havt avgerandi týdn- ing fyri framtíðina hjá Suð- uroynni, sigur Johan Dahl. – Eg dugi ikki at síggja, hvussu tað al- menna aftur kann fara undir fasta rutu- sigling ímillum Før- oyar og Skotland, sig- ur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, sum eisini umsitur Strandferðsluna FISKAFLUTNINGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er ein spennandi tanki at fáa Smyril í fasta rutusigling ímillum Føroy- ar og Skotland. Men so kunnu suðuroyingar at kanna møguleikan fyri at keypa hann til endamálið. Tað heldur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, sum eisini umsitur Strandferðsluna. Hann hevur lagt merki til uppskotið frá vinnulívs- fólkum um, at tað almenna setir Smyril í fasta rutusigl- ing ímillum Føroyar og Skotland, tá ið nýggi Smyr- il er komin. Tá halda vinnulívsfólk, at Smyril, sum nú er, hevði gjørt munandi betri gagn, enn hann ger um hann verður seldur, soleiðis sum landsstýrið ætlar. Tá ið nýggi Smyril er komin, ætlar landsstýrið at selja hendan. Mett verður, at landskassin fer einar seks milliónir fyri hann, men summi siga, at prísurin verður neyvan omanfyri fýra milliónir. Tí halda fólk í fiskivinn- uni at tað hevði verið ein munandi betri loysn at sett hann í fasta rutusigling til Skotlands við fiskavørum, tí har eru vit ikki nóg væl fyri sum er, serliga ikki Suðuroy. – Hetta er ein áhugaverd- ur tanki, heldur landsstýris- maðurin í innlendismálum. Men hann dugir ikki at hugsa sær, at tað almenna aftur skal fara undir farma- flutning ímillum Føroyar og Skotland. – Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað skal vera Strandferðslan, sum skal standa fyri slíkari sigling einaferð afturat, heldur Jógvan við Keldu. – Skal Smyril setast í uttanlandssigling við fiski, vildi eg heldur mælt suður- oyingum til at keypt Smyril til endamálið, tá ið hann verður lýstur til sølu – Tað, sum liggur í kort- unum í løtuni, er, at tá ið nýggi Smyril er komin, skal hesim Smyrilin seljast av landinum. – Men enn er onki hent. Og so longi onki er hent, so eru møguleikarnir opnir, sigur landsstýrismaðurin og tá ið Smyril verður til sølu, fer at bera til at bjóða upp á hann. Og tað kunnu suður- oyingar gera, antin einsa- mallir, ella saman við øðr- um. Men tað eru fleiri flutn- ingsfeløg, sum sigla á privatum grundarlagi og eg haldi, at tað er ógvuliga lít- ið hugsandi, at tað almenna fer í kapping við tey um siglinging til Skotlands, sigur Jógvan við Keldu. Hann vísur eisini á, at arbeitt verður við at ein- skilja Farmaleiðis, sum er flutningurin hjá Strand- ferðsluni á landi og so kann tað tykjast øvugt at fara undir flutning ímillum lond ístaðin. Men verður málið reist, er tað rætt at viðgera tað í álvara, leggur hann afturat. Suðuroyingar kunnu umhugsa at keypa Smyril Halda suðuroyingar, at teir hava brúk fyri betri flutningi, kunnu teir umhugsa at keypa Smyril, tá ið hann verður lýstur til sølu, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður Johan Dahl vil nú hava samgonguna at viðgera eitt rættiliga umstrítt mál og tað er um tað almenna aftur skal fara undir fasta rutusigling ímillum Føroyar og Skotland við Smyrli og nýggja Smyrli