leygardagur 11. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 238 - 11. desember 2004
Fyri stuttum varð leigusáttmáli undirskrivaður
millum Sosialin og eigararnar av bygninginum, har
handilin hjá Valdemar Lützen hevur hildið til í
Vágsbotni í mong mong ár. Nú verður so arbeitt
við at gera hesi gomlu og spennandi hølini klár til
at hýsa einum blað, ella rættari, fjølmiðlahúsinum
Sosialinum.
Tá hølini vórðu lýst til leigu mettu vit á blaðnum,
at hetta var vert at royna. Um ikki annað so at
spyrja um. Og so væl vildi til, at semja fekst við
eigararnar um, at hesin søguligi bygningur, fyrr
Rybergshandil, hereftir skal vera fjølmiðlahús. Tí
eru vit á blaðnum takksom fyri og vilja gera
okkara fyri at varðveita húsini í tí standi tey eiga at
vera í umframt at geva okkara íkast til menningina
av høvuðsstaðnum.
Mangir lesarar og viðskiftafólk hava spurt, hvussu
stór broytingin verður og nær flutt verður. Arbeitt
verður við umbyggingini hvønn dag og vóna vit at
kunna flyta inn í hølini í Vágsbotni í februar ella í
mars næsta ár.
Hvat broytingum viðvíkur, so verður tað sjálvandi
nakað, sum fyrst fer at síggjast og merkjast eftir at
flutt er í miðbýin. Tað er greitt, at tað gevur nógvar
nýggar møguleikar, tá eitt blað, sum roynir at
menna seg til eitt fjølmiðlahús, kann flyta inn í
høli, sum longu frá byrjan av eru innrættað til
endamálið.
Høvuðsdenturin fer framhaldandi at verða lagdur á
blaðútgávuna og er ætlanin at høvuðsredaktiónin í
miðbýnum í Havn skal kunna arbeiða væl saman
við lokalu redaktiónunum úti um landið og tí rull-
andi redaktiónini, sum meira verður at síggja til í
komandi ári.
Men aftrat hesum fara vit so eisini eftir førimuni
sjálvsagt at menna aðrar uppgávur og avbjóðingar,
sum hoyra einum fjølmiðlahúsi til. Her verður
hugsað um internetið, loftbornar miðlar oa. Í
hvønn mun og hvørjar og hvussu nógvar uppgáv-
urnar verða á hesum økjum vil so bara tíðin vísa,
men vit fara so sum eina byrjan og sum eina íløgu
inn í framtíðina at skapa neyðuga grundarlagið fyri
at kunna taka ímóti nýggjum avbjóðingum.
Tað skal vera vón okkara, at FJØLMIÐILIN í
miðbýnum í hjartanum á Havnini og Føroyum
kann vera við til at at menna og skapa eitt livandi
umhvørvi har og at ringarnir frá virkseminum
kunnu røkka út um alt landið. Tíðin vil so vísa,
hvørjir aðrir og nýggir møguleikar kunnu vera til
steðar, tá eitt fjølmiðlarhús brádliga gerst veruleiki
í Vágsbotni, her eisini á tí mentanarliga økinum.
Livst so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Flyta í miðbýin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur
Tey, ið hava hug at fylgja
við í hvat hendir í tingi, og
hvat har verður sagt, hava
møguleikan, nú sent verð-
ur beinleiðis gjøgnum
Sjónvarp Føroya teir tím-
arnar um dagin, tá annað
ikki er á skránni.
Ikki kann sigast, at orða-
lagið altíð er so sømiligt.
At vit eiga góðar røðarar,
ið eru alt annað enn keði-
ligir at lurta eftir, skerst
ikki burtur, og gott er tað, tí
tað ger onki um nakað av
undirhaldi eisini er við,
men tingmannastarvið er
eisini ábyrgdarfult. Veljar-
in, t.v.s. fólkið, hevur sett
tinglimirnar í starv, og
veljarin hevur somuleiðis
møguleikan at koyra teir
tinglimir úr starvi, sum
hann ikki er nøgdur við.
Spurningarnir
Seinastu tíðina tá munnligir
spurningar, bæði fráboðað-
ir og ófráboðaðir, hava ver-
ið á skránni hvønn miku-
dag, eru nógvir tímar farnir
við kjaki, ið er endað í per-
sónligum brigsli og bein-
leiðis útspilling av bæði
øðrum politikarum eins og
persónum, ið ikki hava havt
møguleikan at svara aftur.
Støðið hevur í summum
førum verið óvanliga lágt.
Hvat sigur veljarin nú?
Hvørja meining hevur hann
um, hvar støðið skal verða,
og hvar markið gongur?
At møguleikin at seta
spurningar eiga at vera
rættindi í einum demokrat-
iskum landi og dømi um
opinleika í politiska um-
hvørvinum,
kunnu
vit
skjótt semjast um, men
verður hesin møguleiki
kanska misnýttur?
Fólkatingið
Annars er at siga, at á
fólkatingi verður somuleið-
is ein dagur um vikuna
brúktur til spurningar, har
spurt verður um næstan alt,
sum spyrjast kann um, og
har er sama skilið, at tað er
andstøðan
sum
brúkar
henda rætt til at markera
seg. Sum eg havi upplivað
tað, so er orðalagið harniðri
tó ikki á so lágum støði
sum herheima, hóast orðini
kunnu vera sera hvøss til
tíðir.
Nú eru danskir ráðharrar
farnir at tosa um, at tað
ongum líkist, at tíðin á
tingi, har ríkiligt annað er
at takast við hjá bæði ráð-
harrum og embætismonn-
um, skal brúkast til at svara
spurningum og at gera stórt
fyrireikingararbeiði í sam-
bandi við hesar, tá heilt
týðiligt er, at spurt verður
ofta bara fyri at spyrja.
Hvat siga vit herheima?
Halda vit at støðið er virði-
ligt? Ella hevur føroyski
veljarin onga meining um
tað?
Annika Olsen
Gransking er eitt átroðk-
andi evni í føroysku fjøl-
miðlunum í løtuni, og í
nýggja blaðnum Vinnuvit-
an verður evnið gransking
viðgjørt í nærum øllum
greinunum
í
blaðnum.
Hetta er eitt tekin um, at
áhugin fyri granskingini
alsamt vindur uppá seg í
Føroyum. Tí er tað átrok-
aðandi, at politikarnir taka
tey neyðugu stigini til,
hvussu føroyski gransk-
ingarpolitikkurin skal skip-
ast. Tað sær tíverri út til, at
gransking ikki verður polit-
isk raðfest, tí at játtanirnar
til granskingina verða al-
samt niðurskornar, og er
hetta ein skeiv gongd fyri
tað føroyska samfelagið og
føroyska búskapin. Aðra-
staðni í heiminum verður
granskingin raðfest høgt, tí
mett verður, at hon kann
skapa øktar inntøkur, fleiri
arbeiðspláss
og
harvið
størri vælferð og trivna.
Fiskivinnan hevur hildið
lívið í føroyingum, og eiga
vit at virða hesa vinnu høgt,
men vit mugu eisini síggja í
eyguni, at hon møguliga
ikki kemur at verða okkara
høvuðsvinna í framtíðini.
Vit mugu ikki stirna í vana-
hugsanini, men heldur lata
eyguni upp fyri øðrum
vinnum í Føroyum. KT
vinnan er í stórari menning,
og um rætt verður borið at,
so kann granskingin innan
eitt nú KT geva føroyska
búskapinum eina saltvatns-
innspræning. Henda inn-
spræning kemur sjálvandi
ikki eftir einum degi. Tað
krevur ein yvirskipaðan
granskingarpolitikk, eina
langsiktaða ætlan um, hvat
man vil og ikki minnst, at
politikarnir trúgva uppá
granskingina og harvið eru
sinnaðir at játta pening til
sama.
Spurningurin
er
so,
hvussu vit fáa ein yvirskip-
aðan granskingarpolitikk.
Fyri tað fyrsta er tað neyð-
ugt, at vit gagnnýta tað
vitanartilfeingið, vit hava í
Føroyum. Sjálvt um vit ikki
hava nakað akademiskt
lestrarumhvørvi, so eigur
Fróðskaparsetur Føroya at
fáa ein størri og meira virk-
nan leiklut innan gransk-
ingina, og ljós skal varpast
á tað vitanartilfeingið, ið
serliga er at finna á náttúru-
vísindaligu
deildini.
Gransking og tann akadem-
iska vitanin gongur hond í
hond, og tískil er eisini
neyðugt at fáa eitt tættari
samstarv her. Um Fróð-
skaparsetur Føroya verður
flutt niðan á Marknagil
saman við Miðnámsskúl-
unum, er tað størri møgu-
leiki fyri, at vit fáa eitt
rættiligt lestrarumhvørvi í
Føroyum, og hava vit eitt
lestrarumhvørvi, er tað eis-
ini meira eggjandi fyri
næmingar á hægri læru-
stovnum í øðrum londum at
leita sær til Føroyar at lesa.
Hetta kann vera við til, at
vit fáa eitt meira flølbroytt
akademiskt
lestrarum-
hvørvi í Føroyum.
Eitt annað samstarv, ið
granskingin eigur at hava,
er við vinnuna sjálva. Tað
er vinnan, sum vísir á ein
tørv, sum granskingin kann
nøkta, um tað so er innan
fiskivinnu, biotøkni, KT,
hátøkni ella ráðgevaravirk-
semi.
Fyri at samstarvið mill-
um granskingina, skúla-
verkið og vinnuna skal
eyðnast, eiga vit at fáa ein
granskingardepil,
ið
sjálvsagt eigur at liggja tætt
við ein hægri lærustovn,
eitt nú Fróðskaparsetur
Føroya. Í hesum gransking-
ardepli skulu starvast fólk
við leiðsluroyndum, roynd-
um frá vinnulívinum, fólk
við vitan innan ráðlegging
og umboð fyri bankarnar,
sum kunnu stuðla góðum
og innovativum gransk-
ingartiltøkum. Harafturat
eigur depilin at hava ein
framtíðargranskara, ið kann
meta um, hvørjar vinnur
fara at gera seg galdandi í
framtíðini. Tíðin er búgvin
til, at Føroyar kunnu gerast
ein granskingartjóð burtur-
av.
Hvar er virðingin?
Granskingin skal raðfestast