Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2004 13 Øl-vinir Johan Mortensen PF Restorffs Bryggjarí Nógvir Føroyingar kenna áhugafelagið DANSKE ØL-ENT- HUSIASTER. Hetta felag er sera virkið í Danmark og hevur umleið 7.000 limir og við skjótt vaksandi limatali. Endamál fe- lagsins er at nøra og kveikja áhugan fyri øli og at útvega dønum gott øl. Tað er sera hugaligt at menn (kvinnur?) hava tikið stig til at stovna eitt føroyskt systurfelag og hevur felagið fingið heppna heitið FØROYSKIR ØLVINIR. Felagið fer at virka eftir sama leisti sum danska móð- urfelagið. ØLVINIR hava fyri- skipað eina meting av Jólabryggjunum hjá føroysku bryggjaríun- um, og er tað vænt- andi, at Ølvinir fram- yvir eisni fara at sam- meta føroyskt og út- lendstk øl, fyriskipa s m a k k i r oy n d u m , bryggjarívitjanir osfr. Hetta hevur áhuga hjá øllum, sum væl dáma øl, og fremur tað eisini kappingarhugan mill- um bryggjaríini, tá kompetent fólk taka dagar ímillum fram- leiðslurnar. Bert er tað spell, at okkara avoldaða rús- drekkalóg forðar bryggjaríunum at lýsa við tess framleiðslum og yvirhøvur verða líki virkin sum útlendsk bryggjarí við markn- aðarføring, kunning um øl og mat osfr., og so sjálvandi skal bryggjast øl sterkari enn 5,8%. Nær torir nakar politikari at taka stig til at broyta hesa lóg? Sum kunnugt kosta promillur at- kvøður! Vit ynskja Føroysk- um Ølvinum gott skúm. Konsertfelagið varð stovn- að hin 19. desember 1979 og verður sostatt 25 ár fyrsta dagin. Í fyrstu nevndina vóru vald Volker Immanuel Behrens, Kristian Meitil, Elin Súsanna Jacobsen, Ólavur Hátún og Árni Han- sen. Hesi vóru eisini stig- takarar til felagið. Konsertfelagið hevur gjøgnum hesi 25 árini skipa fyri hópin av kamarkon- sertum, bæði við føroysk- um og útlendskum tónleik- arum. Í márs í ár varð nýggj nevnd vald. Í henni sita: Monica Stauss Jeonsen, formaður, Ólavur Jakob- sen, næstformaður, Árni Hansen, kassameistari, Christian Andreasen, skriv- ari og Poul Jákup Thomsen nevndarlimur. Skráin fyri 2005 er um at vera liðug og kemur at síggja soleiðis út: Januar: Michala Petri, blokkfloyta og Lars Hanibal, gittar. Februar: Øssur Bæk, violin og Jóhannes Andreasen, klaver. Apríl: Kim Sjøgren, violin saman við pianisti. September: Toke Lund Christiansen, floyta og Elisabeth Westenholz, klaver. Oktober: Blásarakvartett Reykjavíkur. November: Kaare Norge, gittar. Desember: Jólamatiné í Havnar Kirkju. Konsertfelagið skipar fyri jólamatiné í Havnar kirkju leygar- dagin 11. desember kl. 11.30 Fyri nørkum árum síðan fingu vit innan konsert- virksemið í Føroyum eitt nýtt tiltak, kallað matiné- fyrrapartskonsert. Tað var organisturin í Havnar kirkju Oddvør Johansen sum tók stig til hesar konsertir, sum nú er fastur táttur innan tónleikalívið í Havn. Hesar matinéir eru sera góð tiltøk, har alskyns tónleikur og tónleikarar fáa innivist. Kór og orkestur, solo- og kamartónleikur, áhuga- og yrkisleikarar og føroyskir og útlendskir tónleikarar. At leggja eina konsert leygardag kl. 11.30 er væl funnið uppá. Tú kanst taka tær av løttum um morgunin, síðan hoyra góðan tónleik í Havnar kirkju og aftaná er tíð at fara til handils. Í fyrstani var áhoyrara- talið so sum so, men sum tíðin leið, so komu fleir og fleir fólk. Í dag eru tað heilt nógv sum leita sær í Havn- ar kirkju til matiné. Jólamatiné Í fjør heitti Konsertfelagið á Oddvør við hugskotinum at gera eina matiné í de- sember mánaði við heitin- um jólamatiné. Skráin skuldi setast saman við kór- orkestur- og kamartónleiki, sum er góður at lurta eftir upp undir jól. Hendan fyrsta jólamati- néin varð hildin leygar- dagin hin 20. desember 2003. Hon var sera væl- eydnað og nógv fólk komu at lurta. Aftur í ár skipar Kon- sertfelagið fyri einari jóla- matiné í Havnar kirkju. Tey sum spæla verða: Ein sangkvartett við Arinu Bischoff, Duritu Eliasen, Høgna Debes og Hans Debes. Oddvør Johansen, orgul. Strúkiorkestur Tórshavn- ar Musikkskúla, stjórnað av Bernharði Wilkenson. Solistar saman við or- kestrinum verða Heiðrun Petersen og Jón Festurstein, bæði violin. Tórshavnar Manskór, stjórnað av Bjarna Restorff. Hini sum syngja og spæla verða: Berghild Poulsen, sang, Andrea Heindriks- dóttir, floyta og Árni Han- sen, klaver. Jólamatiné í Havnar kirkju Konsertfelagið 25 ár VIÐMERKINGAR David Davidsen Tjørnuvík Formaðurin í Sunda pen- sionistafelag noktaði mær at koma við til Íslands, tí hann segði meg vera ov gamlan. Sostatt meti eg meg vera tveittan úr felagnum, tí eg eri komin ov høgt upp í árini. Tað harmaði meg al- mikið, og eg eri ikki sørt argur, at formaðurin í Sunda pensionistafelag, har eg havi verið limur í mong ár, noktaði mær at koma við til Íslands, tí hann metti meg at vera ov gamlan. Hóast eg eri 92 ár, havi eg enn góða heilsu, og minninum og skilinum bil- ar einki. Tí haldi eg tað vera eyð- mýkjandi og beinleiðis brot á mannarættindini at nokta mær ein hugnaligan túr saman við vinum og kenn- ingum. Er ikki aðalmálið hjá einum pensionstafelag at lætta um tilveruna hjá teimum gomlu – serliga einkjum og einkjumonnum. Setti meg í samband við Sigvald Kristiansen, næst- formann í landsnevndini og stóð hann púra spyrjandi. Ringdi eisini til ferðaleið- aran, sum býr í Suðuroy, og hann bað meg bara gjalda ferðaseðilin, so skuldi tað vera í lagi. Men formaðurin í Sunda pensionistafelag stóð við sítt – eg var ov gamal. Eisini havi eg tosað við pensionistar í øðrum norðurlondum, og siga teir, at hetta hevði ikki komið fyri hjá teimum. Teir øtað- ust. Nú bar so á, at íslendskir pensionistar komu til Tjørnuvíkar, og var eg tá ferðaleiðari teirra. Teir vóru so væl nøgdir, at teir bjóð- aðu mær við teimum til Íslands, og hesum tók eg við. Paradoksalt fóru vit við sama farti sum Sunda pensionstafelag, og enntá sat eg saman við íslendsku pensionistunum tætt við sama matborð sum Sunda pensionistarnir. Soleiðis eydnaðist mær at koma aftur til Íslands, har eg havi so mong kær minni frá mínum arbeiðslívi. Er tað blivið so, at ovara aldursmark verður sett til tess at kunna taka lut í virk- semi felagsins, so er álvars- lig misskiljing komin í. Hetta er bæði órættvíst og vanærandi ímóti okkum, sum eru komin um tey níti. Verða vit so noydd at stovna annað pensionista- felag, sum bara eru fyri tey oman fyri níti. Tað kann ikki vera rætt. Við hesum reglum mót- mæli eg hesari avgerð for- mannsins og meti hetta at vera týðuligt brot á rætt- indini hjá 90-ára bólkinum. Havi tosað við Niclas Akra- berg Poulsen, og frá honum frætta vit seinni. Livst so spyrst. Pensionistur vrakaður av Sunda Pensionistafelag vegna ov høgan aldur Heiðrun Petersen er solistur