Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 238 - 11. desember 2004 Sov nú barn, tú vaknar brátt, har ið lívsins blómur anga, var enn tung tær síðsta nátt, millum rósur skalt tú ganga. Jesupápi leiðir teg, gakk tú trygt um deyðans veg. Tú hevur livað eitt hart og stríggið lív, har ódnir hava um teg leikað. Men nú er alt tað komið at enda og tú hevur fingið frið. Vit gleðast saman við tær, at tú nú ein Guðs- eingil er, og at tú nú ert komin heim, heim til øll okkara kæru, sum vit mistu her. Tú og mamma eru aftur saman, og tit pínast og stríðast ei longur, men gleðast og frøast saman. Tað er tungt og tómt eftir her hjá okkum, nú tú ert farin, men minn- ini eru rík og góð. Tú vart eitt fantastiskt menniskja, sum altíð hugsaði um tíni medmenniskju. Altíð vart tú positivur og smílandi, og altíð komst tú við einum ugg- andi orði á vegnum. Sjálvt um sjúk- an píndi teg og tyngdi tín daglig- dag, so var tað altíð tú, sum uggaði okkum; tað gongur nokk, babba skal nokk klára hetta! Tað var eisini hetta unga og góða sinni, sum gav tær tað dirvið tú hevði. Tú hevði eitt fantastiskt mót, sum helt tær uppi og styrkti teg, so at tú megnaði at berjast so leingi ímóti sjúkuni. Tá tú fekst at vita tína lagnustøðu í februar 2003; at tú ikki kundi gerast frískur, men bert ein roynd- arviðgerð evt. kundi leingja tína livutíð, var tað fyrsta tú segði: »Um tað kann hjálpa mær og øðrum, so vil eg gera mítt besta«. Hetta vísir bara hvussu gott menniskja tú vart, tú tókst altíð øll onnur fram um teg sjálvan. — tað vísti tú so væl tær síðstu vikurnar á sjúkrahúsinum, har títt lív var alt annað enn dansur á rósum, men tað fyrsta, sum rann tær í hug, tá tær tørvaði hjálp var, at tað var so strævið hjá beiggja, mær og sjúkrasystunum, at skulu noyð- ast at stríðast fyri teg. Hesin lítil- látin maðurin, sum tørvaði hjálp, vildi ikki liggja til last fyri onnur; og tað vart tú ongantíð! Tú vart tað lættasta og takksamasta menniskja at hjálpa. Vit vildu bara havt kunn- að gjørt meir fyri teg, og høvdu vit megnað at hjálpt tær meir, høvdu vit gjørt tað. Men tað var einki, vit kundu gera, uttan at vera hjá tær og vísa tær okkara kærleika og takk- semi. Vit kunnu aldrin siga tær ella vísa tær kærleika og takksemi nokk fyri alt tað, tú vart fyri okkum og okkara. Tað var ein stutt og stokkut løta vit høvdu teg og mammu her hjá okkum. At tit skuldu verða tikin frá okkum, ávíkavist 53 og 54 ára gomul, droymdi eingin um, men vit eru takksom fyri tað tíð, vit fingu saman. Kanska hon var stutt, men rík og góð, tað var hon. Vit hava nógv góð minni eftir teg! Tann tryggleiki og kærleiki tú gavst okkum, koma vit at liva leingi uppá. Og okkara børn vilja altíð koma at kenna sín elskaða Kall- abba. Ja abbabørnini hevði tú nógva gleði av, og tey av tær. Tú dugdi og tímdi sera væl við børnum, og tí dámdu øll børn teg so væl. Niels og Karl dámdu væl at hjálpa Kall-abba at rudda og pynta uttanfyri, og tað sá man væl á tínum vakra blómandi urtagarði. Nainu Jórun vart tú so góður við, og tú vart eisini raskur at sita dadda hjá henni. Og tá hon sá Kall-abba, smíltist hon um alt fimmoyrað av gleði. Ja, vit øll fáa eitt smíl á varrarnar, tá ið vit hugsa um teg; tí tú ríkaði okkara dagligdag, og tú vart eitt fantastiskt mennniskja, sum orð ikki kunnu lýsa. Tú skuldi upp- livast! Vit vilja siga tær takk fyri alt, tú vart fyri okkum. Takk fyri tín kær- leika og tryggleika. Takk fyri títt stríð og strev. Og takk fyri alt tú hevur víst og lært okkum. -Vit síggjast aftur ein dag. Sov nú barn í Harrans hond hvíl teg undir grønum flagi tað er vánt á hesi strond sótt og kuldi eiga ræði, her er ótti, sorg og frykt, men í Harrans hond er trygt. Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara elskaða pápa, verpápa og abba. John-Heri og Annika v/ familiu NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Føðingar 4. desember fingu Karolina Láberg og Jan Max Andreasen, Tórshavn, eina fitta prinsessu. Hon vigaði 3460 gr og var 52 cm long. 20. november fingu Sára E. Johansen og Linn Augustinussen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3440 gr. 30. november fingu Ansa og Arnold Mortensen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3550 gr. 30. november fingu Petra og Erhard Müller, Trongis- vági, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4750 gr. 1. desember fingu Hansina Haraldsen og Jørmund Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3500 gr. 3. desember fingu Sunrid og Bent Hansen, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3900 gr. 4. desember fingu Randi Bjørk og Fríður P. Dalsgarð, Argjum, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3955 gr. 4. desember fingu Saroya Joensen og Arni Ryggs- hamar, Leirvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3450 gr. 5. desember fingu Marie Sørensen og Ásbjørn Fríð- álvur Kjærbo, Skopun, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3000 gr. 5. desember fingu Silvurlýn Simonsen og Jan Breiða- skarð, Kollafirði, ein son. Hann var 59 cm langur og vigaði 4800 gr. 5. desember fingu Meivør og John-Elias Jakobsen, Æðuvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3920 gr. 6. desember fingu Guðrið og Fríði Jensen, Tvøroyri, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3650 gr. 9. desember fingu Jóhanna Maria og Heðin Wenning- stedt, Streymnes, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 3880 gr. 9. desember fingu Anvør Dahl-Olsen, Saksun, og Henrik W. Joensen, Søldarfirði, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3450 gr. 9. desember fingu Randi Restorff Jacobsen og Høgni Eriksen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3800 gr. Minningarorð um okkara elskaða pápa, verpápa og abba Kalle Soll Sørvágur f. 1. august 1951 — d. 27. november 2004 TÓNLEIKUR Niels Uni Dam Hóskvøldið spældi Teitur eina sera væleydnaða kon- sert í Aarhus fyri næstan 800 fólkum. Í kvøld fer hann á pallin í Vega í Keyp- mannahavn og forsølan av atgongumerkjum gongur sambært fyrireikarunum framúr væl. Í sambandi við hesar konsertir varð Teitur boðin at spæla í vælumtóktu sjón- varpssendingini Go’ morg- en Danmark á TV2. Hóast Teitur neyvan kann hava sovið nógvar tímar, tá hann fór á pallin beinleiðis í sjónvarpi klokkan 7.00 fríggjamorgunin, so ljóðaði hann sera væluplagdur. Teitur spældi frálíku løgini "Sleeping with the lights on" og "I was just thinking" av fløguni Poetry and Aeroplanes, og lítil ivi er um at henda framførðsla var góð reklama fyri stóru konsertina í Vega. Teitur í Go’ morgen Danmark