leygardagur 11. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Nr. 238 - 11. desember 2004
15
Dagurin
11. desember. Damasus, deyður ár 384. Diakonur
hjá pávanum Liberiusi og varð sjálvur valdur til páva
eftir hann. Hann er fyrst og fremst kendur sum tann,
ið álegði Hieronymusi at týða bíbliuna av nýggjum.
12. desember. Epimachus, deyður umleið ár 250.
Kristin maður í Aleksandriu, sum varð tikin av
døgum, tá ið Decius keisari ráddi.
13. desember. Lucia, deyð umleið ár 300. Ung genta
úr Syracus í Sikiloy. Hon var trúlovað heidnum
ungum manni, men narraði hann, varð klagað fyri
kristnu trúgv sína og tikin av døgum. Siðurin við
luciugongum við gentum við tendraður ljósi í hárin-
um er komin úr Svøríki.
Navnið Lucia kemur av latínska orðinum lux, sum
merkir ljós.
Sagt verður frá, at okkara elskaða kona, mamma,
vermamma, omma og systir
Randi Johansen
fødd Jørgensen
úr Havn
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
mánadagin 6. desember, 53 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
13. desember kl. 14.00.
Vegna familjuna,
Olaf, Guðrun og Súsanna
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu, tá ið okkara elskaði pápi, verpápi og abbi
Kalle Soll
andaðist og varð borin til hvíldar
Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar.
Takk til David Johannesen prest fyri tey vøkru orð.
Og takk tit mongu, sum fylgdu honum til hansara
síðsta hvíldarstað á fold.
Takk fyri blómur, kransar, peningagávur og heilsanir.
Takk til øll tykkum, sum hjálptu til við ervinum.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á B7 fyri dyggan stuðul
og umsorgan. Og ein hjartans tøkk til allar trúfastar
vinir, ið vitjaðu og stuðlaðu honum og okkum
í hesi sváru tíð.
Børnini v/familiu
Ragnar C. Joensen
60 ár
Í gjár, fríggjadagin 10.
desember, fylti Ragnar C.
Joensen í Havn 60 ár.
Ragnar hevur, síðani tað
varð farið undir at gera
sjónvarp í Føroyum, verið
við í fremstu røð. Hann og
Zacharias Hammer vóru
við frá byrjanini av, og teir
munnu vera teir einastu,
sum vóru við í privata
Sjónvarpsfelagnum,
og
sum framvegis hanga í.
Foreldrini hjá Ragnari
vóru Lena og Conrad Joen-
sen, sum búðu á Dalaveg-
num í Havn, og sum bæði
høvdu røtur í Norðoyggj-
um. Lena var úr Klaksvík,
og Conrad var føddur í
Havnini, men búði fleiri av
barna- og ungdómsárunum
í Klaksvík. Lena og Conrad
fingu fimm børn - Eyðun,
Árni, Ragnar, Marion og
Sára.
Ragnar lærdi til radio-
mekanikara hjá beiggjan-
um, Eyðuni, sum fyrst í
seksti árunum hevði sett
seg niður í Runavík. Ragn-
ar arbeiddi í fleiri ár á sam-
skiftisdeildini hjá Telefon-
verki Føroya Løgtings. 15.
juli í 1983 varð hann settur
í starv hjá Sjónvarpi Før-
oya, sum tá var farið undir
fyrireikingar at senda al-
ment føroyskt sjónvarp.
Teir fóru at senda í 1984.
Ragnar var í nógv ár
tekniskur leiðari, og hann
má avgjørt roknast sum ein
av teimum, ið vóru við til at
leggja lunnar undir Sjón-
varp Føroya. Hesi seinastu
árini hevur Ragnar verið
leiðari á samvirkisdeildini,
sum tekur sær av nógvum
av uppgávunum og upp-
tøkunum, sum regluliga eru
á skránni.
Ragnar er giftur við
Svanhild, fødd Christian-
sen, sum eisini er ættað úr
Havnini, og sum eisini hev-
ur røtur í Norðoyggjum.
Mamma hennara, Anne-
malla, er úr Svínoy, og páp-
in, Leivur, er úr Norðdepli.
Svanhild hevur eisini verið
trúgv í sínum arbeiðsplássi.
Í august í fjør hevði hon
starvast innan skúlafyrisit-
ingina í 40 ár!
Svanhild og Ragnar eiga
fýra børn - Malan, Tórun,
Leivur og Bárður. Malan
býr í Tanzania, har hon og
maðurin eru trúboðarar, og
hini trý búgva í Havnini.
Higartil eru abbabørnini
hjá Ragnari fimm í tali.
Í frítíðini hava Ragnar og
Svanhild ferðast nógv, og
teimum dámar ógvuliga
væl at fara til Svínoyar, har
tey fyri einum tjúgu árum
síðani bygdu fitt og snotu-
lig hús norðuri á Gamla
garði.
60 ára føðingardagurin
verður hildin í dag, leyg-
ardagin.
Í dag, leygardagin 11. de-
sember, eru tað 50 ár síð-
ani, at Apolonia og Richard
Johannesen í Hvannasundi
giftust. Ikki minst millum
teirra, sum plaga at vera í
Zarepta,
eru
trivaligu,
fryntligu og arbeiðssomu
hjúnini væl kend. Í legu-
húsinum í Vatnsoyrum hava
tey verið nógv og hjálpt til,
og tey eru framvegis mill-
um teirra, sum taka tøk í
Zarepta.
Apolonia, sum er fødd
25. apríl í 1929, er ættað av
Biskupsstøð í Klaksvík.
Tey flestu ella ivaleyst øll,
sum eita Apolonia, hava
ættarbond á Biskupsstøð.
Nólsoyar Páll, sum var
bóndi á Biskupsstøð, helt
nógv av Napoleon Bona-
parté, og hann ætlaði at
kalla sonin hjá sær upp eftir
framfýsna fransmanninum.
Nólsoyar Páll og Marin
Malena fingu eina dóttur
eftir, at hann hevði fingið
hetta hugskotið, og hon
fekk navnið Apolonia. Tað
sigst, at hann ætlaði at kalla
hana Napolonia, men tað
vildu myndugleikarnir ikki.
Tá ið hann strikaði fremsta
bókstavin, vildi danski
myndugleikin boyggja seg,
og síðani hevur navnið
verið á Biskupsstøð. Tann
fyrsta Apolonia á Biskups-
støð var tvey ára gomul, tá
ið pápin gekk burtur í 1809.
Foreldrini hjá Apoloniu,
sum í dag er gullbrúður,
vóru Jenny og Jógvan
Kastalag. Hon var av
Biskupsstøð, og hann var
av Eiði. Tey fingu seks
børn, og tá ið mamman var
sjúklig, lagaði tað seg
soleiðis, at Apolonia vaks
upp hjá Cathrinu og Hans
Jensen á Varpinum. Hann
var mammubeiggi Apolon-
iu.
Richard er ættaður úr
Hvannasundi, og hann er
føddur 2. oktober í 1928.
Foreldrini vóru Hannedina
og Poul Johannes Johanne-
sen. Hann var ættaður av
Norðtoftum og vaks upp í
Britustovu í Hvannasundi,
og hon var úr Svínoy.
Tá ið Apolonia og Ric-
hard giftust, fluttu tey inn í
húsini, sum tey alla tíðina
síðani hava búð í. Tey
keyptu húsini, sum Mortan
í Hvannasundi hevði átt.
Mortan var pápabeiggi Ric-
hard, og húsini standa heilt
niðri við sjógvin.
Í Klaksvík hevði Apolon-
ia arbeitt í krambúðini hjá
Kjølbro á Stongunum. Tá
ið hon var komin norður í
Sund, var hon heima og
passaði mann og børn og
sýndi blíðsskap fyri teim-
um, sum vitjaðu. Tá ið
børnini vóru undankomin,
arbeiddi Apolonia eitt skifti
í Norðdepli í handlinum hjá
Debesi Christiansen.
Richard hevur alla sína
tíð verið skipsmaður og
útróðrarmaður. Hann sigldi
sum ungur við trolara, eitt
nú við Skálabergi, har
systkinabarnið
Kaj
hjá
Mortani var skipari. Ric-
hard var blaðungur, tá ið
hann fyrst gekk til motor-
passara í Klaksvík og síð-
ani á skiparaskúla í Havn-
ini. Hann sigldi við svensk-
arum og var á sild við
Lizzy, áðrenn hann fór at
rógva út, og tað gjørdi hann
í eini fjøruti ár. Eitt skifti
dreiv hann Viðanes, sum
hann átti saman við øðrum,
og frá fyrst í seksti árunum
og í 34 ár driftaði hann
Brattanes,
sum
Heini
Lassen, sáli, í Klaksvík,
átti.
Sum útróðraformaður var
eyðkennið hjá Richardi, at
hann var í javnvág við seg
sjálvan. Hann gjørdi ikki
nógv burturúr, men hann
visti, hvat hann ætlaði, og
hann helt seg til tað, sum
hann hevði ætlað, og hann
hevur verið meinkunnugur
við veður, streym og botn
og harvið ein skilamaður,
sum tað lá væl fyri at fáa
fisk hjá, og tá ið hann altíð
hevur verið røkin, arbeiðs-
samur og rættskaffin og
bæði tók sær av maskinuni
og stýrhúsinum, so hilnað-
ist tað væl.
Hóast tað nú eru nøkur ár
síðani, at Richard gavst at
dríva útróðrarbát, so hevur
hann varðveitt sambandið
við útróðurin. Hann hevur
egnt nógv, og honum dámar
so sera væl at flóta, og ofta
er tað saman við teimum
yngru í familjuni.
Apolonia og Richard
eiga tríggjar døtrar. Katrin,
Hannedina og Jenny. Tær
báðar
eldru
búgva
í
Hvannasundi, og Jenny býr
í Klaksvík. Barnabørnini
eru tíggju, og tvey eru
komin í triðja ættarliðnum.
Tað er saman við børnun-
um og teirra, at stóri dag-
urin verður hildin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 11. desember hava Apolonia og Richard
í Hvannasundi gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Apolonia og Richard Johannesen gullbrúdleyp