Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 238 - 11. desember 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á gullbrúdleypsdegi okkara, takka vit hjartaliga við ynskjum um eini gleðilig jól og gott nýggjár. Hjørdis og Oddfríður Tøkk Hjartaliga tøkk til tykkum, sum heilsaðu mær á 60 ára degnum við uppringing, fjarritum, blómum og tit mongu, sum komu í Eydnuna at halda dagin saman við okkum. Hjartans tøkk øll somul. Somuleiðis gleðilig jól og gott nýttár ynskist vinum og kenningum. Edmund & Edfríð Joensen Hósdagin 9. desember 2004 kl. 16 lat Anker Mortensen listamaður upp framsýning í Snarskivuni í Havn. Listaframsýningin, ið hevur fingið heitið "Vind- urin blæsur, hvar sum hann vil", er opin gerandisdagar frá 9-16, tó hósdag til kl. 18. Á framsýningini, ið er opin fram til 1. februar 2005, eru 14 oljumálningar. Andlát 1. desember Daniel Jóhann Joensen, skipsførari, ættaður frá Gjógv, búsitandi í Nordby á Fanø, 73 ár. Oddmar Lauritsen á Fossi Sørvágur 67 ár. 3. desember Hans Vilhelm Joensen, vanliga nevndur Limm á Sandi, 77 ár. Jóhanna Ziska, fødd Kamban í Klaksvík, 93 ár. 6. desember Randi Johansen, fødd Jørgensen, 53 ár 8. desember Elina Joensen úr Skúvoy, 91 ár. Fríggjadagin 10. desember lat listakvinnan Ásla Ránn- vá Svensson upp listafram- sýning í Smiðjuni í Lítlu- vík. Á framsýningini er um- leið 50 ymiskir málningar. Heitið á framsýningini er "Innaralandslag" Framsýningin er opin til og við sunnudagin 12 de- sember. Fríggjadagin var opið frá kl. 16.00 - 19.00 Leygardagin og sunnudag- in er frá kl. 15.00 - 20.00. Anker Mortensen, listamálari: Vindurin blæsur í Snarskivuni Anker Mortensen, listamaður, hevur framsýningina "Vindurin blæsur, hvar sum hann vil" í Snarskivuni í Havn Mynd: Jens Kristian Vang Ásla Rannvá Svensson, listakvinna: Innaralandslag í Smiðjuni Ásla Ránnvá Svensson listakvinna hevur listaframsýningina "Innaralandslag" í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Jens Kristian Vang P/F Hotel Hafnia hevur sett Ásu Johnsdóttir og Birnu Gaard sum nýggjar stjórar á hotellinum frá 1. januar 2005 Ása Johnsdóttir er 39 ára gomul. Hon hevur starvast á Hafnia síðan 1985, tey seinastu 10 árini sum leiðari av móttøkuni. Birna Gaard er 32 ára gomul og útbúgvin Aka- demi Økonom frá hotel- skúla í Keypmannahavn. Seinasta árið hevur hon hevur starvast sum kon- ferencestjóri á Hafnia. Nýggir stjórar á Hotel Hafnia Ása Johnsdóttir og Birna Gaard verða nýggju stjórarnir á Hotel Hafnia Mynd: Jens Kristian Vang