Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2004 17 "Vit kunnu øll fáa brúk fyri tí stóra og góða arbeiði, ið Krabbameinsfelagið ger", sigur Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa í sam- bandi við, at gávu- grunnurin hjá Spari- kassanum hevur av- gjørt at lata Føroya felag móti krabba- meini 75.000 krónur GÁVA Ein fjórðingsøld er liðin, síðani "Føroya felag móti krabbameini" varð sett á stovn, og tað er ein tilburð- ur, ið gávurgrunnurin hjá Sparikassanum heldur vera verdan at leggja til merkis. Í sambandi við stovning-ar- dagin hevur gávugrunnurin gjørt av at geva felagnum 75.000 krónur í gávu. Gávan varð handað for- manni felagsins, Jákupi N. Olsen, á stjórnarskrivstov- uni í høvuðssætinum Yviri við Strond í Havn seinna- partin hósdagin. Tað var sparikassastjórin, Bjarni Olsen, ið lat Jákupi N. Olsen gávukekkin, og í tí sambandi segði stjórin m.a.: "Tað eru nógv, ið vera rakt av krabbamein í okk- ara tíð, og sjúkan dregur ein myrkan skugga eftir seg kring allan heim, men vit kunnu eisini gleðast um at tað eru nógv, ið vera grødd. Vit vita tað, og hagtølini vísa eisini, at vit í Føroyum ikki sleppa undan hesi sótt. Tí er veruliga brúk fyri "Føroya felag móti krabba- meini", og veruleikin er, at vit kunnu øll fáa brúk fyri tí stóra og góða arbeiði, ið felagið ger. Tað hevur stór- an týdning, at krabba- meinsrakt og teirra avvarð- andi fáa ráðgeving, hjálp og stuðul, og tað er í hesum ljósi, at gávugrunnur Spari- kassans stuðlar Føroya felag móti krabbameini við 75.000 krónum". Jákup N. Olsen takkaði fyri peningagávuna og fyri álitið, ið Sparikassin hevur á felagnum. "Føroya felag móti krabbameini" hevur umleið 1500 limir, bæði aktivar limir og stuðlar. Fe- lagið er eisini við í norður- lendskum og evropeiskum samstarvi. 38 fólk eru knýtt at felag- num, og ein ráðgevandi sjúkrarøktrafrøðingur er í føstum starvi. Føroya Sparikassi: 75.000 krónur í gávu til Krabbameinsfelagið NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Formaðurin í "Føroya felag móti krabbameini", Jákup N. Olsen, fær gávukekkin handaðan frá Bjarna Olsen, sparikassastjóra Mynd: Jens Kristian Vang Hósdagin 2. desember lat nýggja frisørsalongin "Hárfríðkan" upp við Gøtugjógv. Tað eru tey bæði Maria Skoradal úr Norðragøtu og Kartin Høgnesen úr Leirvík, sum eiga og reka salongina. Tey hava bæði fyrr havt hvør sína frisørsalong í ávikavist Norðragøtu og Leirvík. Umframt alt vanligt frisørarbeiði sum at klippa, lita og permanenta hár, sveisa tey eisini hár upp í og flætta. Eisini er ætlanin at pierca. Fram til jólar hevur Hárfríðkan opið hvønn dag uttan sunnudag. Opið er soleiðis: mánadag-hósdag frá 10-17.30, fríggjadag frá kl. 10-19.00, og leygardag frá kl. 10-14. 11. desember heldur Thor- stein Johannesen, trúboð- ari, sín 70 ár føðingardag. Hann var føddur 18. de- sember 1934 í Hvalvík, sonur Jacob og Ivu fødd Iversen. Systkini eru: Hans Jacob, Thorstein, Lena og Birgir. Thorstein er eitt kent andlit í Kirkjuligu Heima- missiónini í Føroyum. Hann hevur vinir og kenn- ingar um alt landið. Ungur gjørdist Thorstein blindur. Fekk ólekiliga eygnasjúku, sum broytti lív hansara. Eyguni hevði hann ring heilt frá beinbeini, so sjónin hevur altíð bilað honum. Hevur Thorstein ikki kunna gletst um sólarljósið, hevur annað ljós lýst fyri honum: Ljósið frá honum, sum føddur varð jólanátt. Frá barn og ungdómi av hoyrdi Thorstein gleðiboð- skapin boðaðan í Hvalvík. Konfirmatiónsfyrireikingin hevði stóran týdning fyri hann. Frið við sín Gud fekk hann seinri við orðinum hjá Mika 7,8: "Tó at eg siti í myrkri, lýsir Harrin fyri mær." Hesi orðini "fyri mær" gjørdust honum kær, og ynskti hann eisini, at onnur fingu sálareyguni upplatin fyri tí frelsu, sum Gud hevur tilbúgvið øllum menniskjum. Um Thorstein var blindur, vildi hann ikki bara sita hendur í favn. Hann lærdi til bustbind- ara, og hevði egið virki. Í 1960 fór hann á víðkaða háskúlan í Haslev í Dan- mark. Í 1962 kom hann í starv sum ferðatrúboðari hjá Indre Missión í Dan- mark. Sum ferðatrúboðari hev- ur Thorstein ferðast um alt Danmark, og ofta hevur hann verið í Føroyum og boðða gleðiboðskapin í missónshúsum um landið. Hesin ídni og vinsæli Harrans tænari hevur givið mongum føroyingi troyst og góð minni. Í 1963 giftist Thorstein Kirsten og eiga tey dóttrina Evu. Vinir og kenningar ynskja føðingardagsbarn- um hjartaliga tillukku við tøkk fyri alt. Føðingardagurin verður hildin í Meinigheitshúsin- um í Havn leygardagin 11. desember kl. 19.00. Øll eru vælkomin. Thorstein Johannsen 70 ár Hárfríðkan við Gøtugjógv Maria Skoradal og Kartin Høgnesen eiga og reka Hárfríðkan við Gøtugjógv Mynd: Jonhard Hammer